Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
26. oktober 2026Nr. 93
Kunngerð um broyting í kunngerð um persónliga viðbót sambært løgtingslóg um almannapensjónir o.a.
(Leigustuðul sambært løgtingslóg um leigustuðul telur ikki sum inntøka o.a.)
§ 1
Í kunngerð nr. 19 frá 14. mai 2004 um persónliga viðbót sambært løgtingslóg um almannapensjónir o.a., sum broytt við kunngerð nr. 27. frá 6. apríl 2005, kunngerð nr. 92 frá 23. juni 2005, kunngerð nr. 10 frá 10. februar 2015, kunngerð nr. 46 frá 29. apríl 2019, kunngerð nr. 139 frá 3. november 2022, kunngerð nr. 43 frá 24. mars 2023 og kunngerð nr. 7 frá 15. februar 2024, verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 4, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Sum inntøka verður roknað øll inntøka hjá pensjónistinum, tó frároknað barnaviðbót, røktarviðbót og hjálparviðbót sambært løgtingslóg um almannapensjónir o.a., oljuískoyti, hjálparískoyti og orkuískoyti sambært løgtingslóg um familjuískoyti, leigustuðul sambært løgtingslóg um leigustuðul og viðbót til ávísar pensjónistar sambært løgtingslóg um viðbót til ávísar pensiónistar.”
2. § 4, stk. 2 verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. Sum nøktandi upphædd til útreiðslur til mat, klæði og tílíkt verður nýtt ein upphædd, ið hjá støkum er 25% av hægstu uppihaldsveiting sambært løgtingslóg um áseting av almannaveitingum. Hjá giftum og sambúgvandi er upphæddin 21% av hægstu uppihaldsveiting sambært løgtingslóg um áseting av almannaveitingum.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Almanna- og bústaðamálaráðið, 26. oktober 2026
Margit Stórá (sign.)
landsstýriskvinna
/ Eyðun Mohr Hansen (sign.)