Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
27. juni 1994Nr. 93
Kunngerð um veiðidagbøkur og fiskivinnuhagtøl fyri føroysk fiskifør
Við heimild í § 9, stk. 1 nr. 3 OG §§ 32 og 33 í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap hevur landsstýrið fyrisett:
§ 1. Á øllum fiskiførum 110 BRT ella meira er tað skylda at føra veiðidagbók sambært vegleiðingunum um veiðidagbøkur. Eisini er skylda at føra veiðidagbók á øllum fiskiførum, sum hava egnu kvotu.
§ 2. Skipari ella bátsformaður á fiskifarinum hevur ábyrgdina av, at veiðidagbókin verður førd og at allar skyldur viðvíkjandi fiskviveiðihagtølum verða loknar.
§ 3. Hagtalsskyldurnar eru loknar, tá
a) avreitt verður um eina góðkenda innvigingarskipan í Føroyum ella uttanlands á einum stað, sum hevur eina av Fiskiveiðieftirlitinum góðkenda innvigingarskipan, og at vektaseðilin og aðrir kravdir upplýsingar eru latnar Fiskiveiðieftirlitinum,
b) øll veiðan er uppgivin á góðkendum oyðiblað fyri avreiðingar í útlondum og latin Fiskiveiðieftirlitinum,
c) fiskifør, sum hava skyldu at føra veiðidagbók sambært § 1 hava sent inn til Fiskiveiðieftirlitið frumrit av rætt førdari veiðidagbók,
d) aðrar ásetingar, sum eru treytaðar í millumlanda fiskivinnusáttmálum ella ásetingar í fiskiloyvinum, eru loknar.
§ 4. Veiðidagbøkur verða løggildar og eru í varðveitlsu hjá Fiskiveiðieftirlitinum, Sjóvinnufyrisitingini og mynstringarmyndugleikunum.
§ 5. Brot móti ásetanum í hesi kunngerð verða revsað eftir lógini.
§ 6. Henda kunngerð fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 105 frá 29. januar 1992 um fiskiveiðihagtøl fyri Føroyar.