Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
27. juni 2005Nr. 93
Kunngerð um almenna uppboðssølu av fiski
Við heimild í § 1, stk. 2 í løgtingslóg nr. 29 frá 23. februar 1993 um almenna uppboðssølu av fiski verður ásett:
Kapittul 1
Felags reglur
Uppboðssøluhaldarin
§ 1. Uppboðssøluhaldarin er millumgongumaður millum seljaran og keyparan.
Stk. 2. Uppboðssøluhaldarin, ella starvsfólk, sum eru sett hjá uppboðssøluhaldaranum, mugu ikki sjálvi bjóða, ella lata onnur bjóða fyri seg á uppboðssøluni.
Stk. 3. Uppboðssøluhaldarin og hjúnafelagin hjá hesum mugu ikki eiga ella eiga part í nøkrum øðrum felagi, sum keypir ella selur fisk, ella í nøkrum virki, sum tilvirkar ella niðursjóðar fisk.
Stk. 4. Um uppboðssøluhaldarin vil reka annað virksemi enn alment uppboðssøluhald av fiski, skal hetta fráboðast Fiskimálaráðnum. Fiskimálaráðið kann seta forboð móti slíkum virksemi.
Mannagongd tá bjóðað verður
§ 2. Sølan á uppboðssøluni fer fram annaðhvørt við boði og yvirboði ella soleiðis, at uppboðssøluhaldarin tilskilar tann prís seljarin hevur ásett og síðani ein lægri prís, inntil vøran er seld. Seljarin kann tó treyta sær ein minstaprís. Nøgdin skal tilskilast.
Stk. 2. Vøran er ogn seljarans inntil hamarslagið, og hevur seljarin í hesum tíðarskeiði rætt til at taka vøruna aftur.
Stk. 3. Um tað kemur fyri, at tað á uppboðssøluni eru fleiri keyparar, sum geva sama boð á somu vøru, skal uppboðssøluhaldarin, um ikki hægri boð verður givið, avgera, hvør av teimum hevur boðið fyrst og sostatt skal hava rætt til vøruna. Uppboðssøluhaldarin skal tó, áðrenn hamarslag verður givið, greiða frá avgerð síni, soleiðis at møguleiki verður fyri at geva hægri boð.
Trygd og hvussu goldið verður
§ 3. Gjaldið verður goldið kontant til uppboðssøluhaldaran við hamarslag.
Stk. 2. Uppboðssøluhaldarin ansar eftir, at keyparin hevur stillað nøktandi trygd fyri, at keypspeningur, uppboðssølugjald og almenn gjøld, verða goldin kontant.
Stk. 3. Tey til eina og hvørja tíð galdandi uppboðssølugjøld skulu lýsast í uppboðssøluhølinum við nágreiniligari tilskilan av upphæddunum.
Kapittul 2
Gólvuppboðssøla
Keyps- og sølutreytir
§ 4.Vørurnar verða seldar í tí standi tær eru í, tá hamarsslagið verður givið. Klagað kann bert verða um vørur, sum ikki lúka krøvini í matvørulógini, sbr. løgtingslóg nr. 46 frá 21. juni 1985.
Stk. 2. Tað áliggur seljaranum og uppboðssøluhaldaranum at skipa fyri, at møguligir keyparar á uppboðssøluni fáa høvi at síggja vørurnar, áðrenn vørurnar verða bodnar fram á uppboðssøluni.
Burturflyting av vøruni
§ 5. Seljarin hevur skyldu til, beint sum uppboðssølan er av, at flýggja keyparanum seldu vøruna í rættari nøgd og dygd, og hevur keyparin tá somuleiðis skyldu til at taka ímóti vøruni.
Stk. 2. Er vøran ikki flutt burtur innan 6 tímar eftir, at uppboðssølan er av, kann vøran seljast á uppboðssølu fyri rokning eigarans, soleiðis at hesin ber eitt møguligt undirskot og allan kostnaðin, og at eitt møguligt yvirskot er honum óviðkomandi.
Stk. 3. Vørur, sum eru umfataðar av sama boði, mugu ikki í uppboðssøluhølinum býtast millum fleiri keyparar. Bert tann, sum hevur fingið tilsligið ein part av vøruni á uppboðssøluni, kann lata vøruna flyta burtur frá uppboðssøluhølinum.
Kapittul 3
Telefonuppboðssøla
Keyps- og sølutreytir
§ 6. Uppboðssøluhaldarin tilskilar undan hvørjari sølu, um tað í bodnu upphæddina skal vera íroknað:
1) Landing,
2) klárgerð av lastini, og
3) ísur.
Tað stendur seljara og keypara frítt, aftaná at uppboðssølan er av, at gera aðra avtalu.
Upplýsingar frá seljaranum
§ 7. Seljarin upplýsir fyri uppboðssøluhaldaranum:
1) Nøgd, stødd, aldur og dygd á hvørjum fiskaslagi sær,
2) nær seljarin er klárur til landing, og hvar landað verður.
Upplýsingar frá keyparanum
§ 8. Keyparin upplýsir fyri uppboðssøluhaldaranum:
1) Prís á hvørjum fiskaslagi sær, og
2) prís á hvørjari stødd sær.
Skeivar upplýsingar
§ 9. Keyparin er bundin av uppboðssøluavtaluni í tann mun upplýsingarnar, sum latnar eru uppboðssøluhaldaranum, sbr. § 8, nr. 1, eru rættar. Seljarin er bundin av avtaluni, sjálvt um hesar upplýsingar eru skeivar.
Tvídráttur keypara og seljara ímillum
§ 10. Verður tvídráttur millum keypara og seljara um rættleikan av upplýsingunum, sum latnar eru uppboðssøluhaldaranum, sbr. § 8, nr. 1, hevur hvør av pørtunum rætt til at tilkalla ein góðskumetara á staðnum, sum er tilnevndur av uppboðssøluhaldaranum. Góðskumetarin tekur endaliga og bindandi avgerð í málinum.
Kapittul 4
Gildiskoma
§ 11. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 82 frá 28. apríl 1993.
Fiskimálaráðið, 27. juni 2005
Bjørn Kalsø (sign.)
landsstýrismaður
/ Herálvur Joensen (sign.)