Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
29. juni 2011Nr. 93
Kunngerð um uppboðssølu av makrelkvotum í 2011
Við heimild í § 3, stk. 3 og 4 í løgtingslóg nr. 74 frá 6. juni 2011 um serstakar treytir fyri makrelfiskiskapi í 2011 verður ásett:
Øki
§ 1. Henda kunngerð fevnir um uppboðssølu av rættindum til makrelkvotur í 2011, sbrt. § 3 í lógini.
Stk. 2. Í hesi kunngerð er kvota (sølulinja) at skilja sum rætturin at veiða ávísa nøgd av makreli.
At melda til og luttaka í uppboðnum
§ 2. Eigari av fiskifari undir føroyskum flaggi kann melda seg til at luttaka í uppboðssøluni, sbr. tó § 8 í lógini.
Stk. 2. Tilmeldingin fer fram á heimasíðuni hjá Fiskamarknaði Føroya, www.fmf.fo, ið vegna landsstýrismannin er uppboðssøluhaldari, har eisini mannagongdir og tann av landsstýrismanninum góðkenda uppboðssølureglugerð fyri sølu av makrelkvotum á Fiskamarknaði Føroya eru til skjals.
Stk. 3. Tað áliggur einum og hvørjum, ið hevur meldað seg til at luttaka í uppboðssøluni, at seta seg inn í, hvussu uppboðssølan virkar og kunna seg um tær treytir, sum eru galdandi fyri at kunna bjóða upp á eina kvotu.
Uppboðssølan
§ 3. Landsstýrismaðurin fyrireikar uppboðssøluna av makrelkvotum í 2011, her uppi í eina tíðarætlan fyri søluna.
§ 4. Rætturin at veiða tilsamans 20.000 tons av makreli verður boðin út í minst 3 sølum við í minsta lagi 1 viku millum sølurnar. Til hvørja sølu verða bjóðaðar eitt tal av kvotum, ið á uppboðssøluni verða nevndar sølulinjur. Hesar kunnu vera millum 5 og 400 tons og verða seldar hvør sær. Í seinasta lagi 7 dagar áðrenn fyrsta sølan verður, kunnar landsstýrismaðurin um, nær uppboðssølan verður og um nøgdir, ið verða seldar.
Stk. 2. Hvør útboðin sølulinja verður seld í einum til hægstbjóðandi, og sølan á uppboðssøluni fer fram sum elektronisk uppboðssøla á alnótini saman við telefonsamskifti við boði og yvirboði, til tann útbodna sølulinjan er seld. Landsstýrismaðurin kann tó treyta sær ein minstaprís.
Stk. 3. Keyparin rindar uppboðssølugjaldið, ið er 1,5 % av keypsprísinum, umframt keypsupphæddina til uppboðssøluhaldaran.
Stk. 4. Keypsupphæddin og uppboðssølugjaldið verður rindað kontant við hamarsslag.
Stk. 5. Landsstýrismaðurin letur tí boðsgevara, ið vinnur eitt uppboð, fiskiloyvi, sbrt. § 5, stk. 4 í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap, til ta nøgd, ið hann hevur vunnið á uppboði. Kvotan verður latin sum egin árskvota og kann, fyri árið 2011, avhendast til eigara av fiskifari undir føroyskum flaggi eftir mannagongdunum í § 15, stk. 4 í omanfyri nevndu løgtingslóg, sbr. tó § 8 í lógini.
Samskifti og kunngering av upplýsingum
§ 5. Øll skjøl og dagføringar viðvíkjandi uppboðssøluni, her uppi í dagfesting, tal av kvotum (sølulinjum) og stødd á hesum, sbr. § 4, stk. 1, verða atgeingilig á heimasíðuni hjá uppboðssøluhaldaranum, sum er www.fmf.fo.
§ 6. Áðrenn og meðan ein søla er í gongd, verður ikki upplýst, hvør er tilmeldaður, hvussu nógv eru tilmeldað ella nøvnini á teimum, ið eiga tey einstøku boðini.
Stk. 2. Tá ein søla hevur verið, kunnger uppboðssøluhaldarin á síni heimasíðu hesar upplýsingar:
1) Tal av boðsgevarum, ið hava luttikið í uppboðnum
2) Navn á tí, sum hevur vinnandi boðið
3) Upphæddina, teir vinnandi skulu rinda fyri kvoturnar (sølulinjunar)
§ 7. Tá søla er liðug, hevur landsstýrismaðurin rætt til at kunngera tær upphæddir, ið eru bodnar og navnið á teimum, ið hava boðið, og ta upphædd, hesir hava boðið.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin tekur avgerð um og í hvørjum formi upplýsingar skulu kunngerast eftir stk. 1.
Trygd
§ 8. Uppboðssøluhaldarin ansar eftir, at keyparin hevur stillað nøktandi trygd fyri, at keypspeningur og uppboðssølugjald verða goldin kontant, og at keyparin skjalprógvar, at hann er eigari av fiskifari undir føroyskum flaggi, sbr. tó § 8 í lógini.
Stk. 2. Ein keypari kann ikki geva boð fyri hægri upphædd, enn tann trygd hann sbrt. stk. 1 hevur stillað.
Gildiskoma
§ 9. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og fer úr gildi 31. desember 2011.
Fiskimálaráðið, 29. juni 2011
Johan Dahl (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)