Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
2. juli 2019Nr. 94
Kunngerð um prístalsjavning av lestrarstuðli
Við heimild í § 19, stk. 2 í løgtingslóg nr. 36 frá 3. mai 2007 um lestrarstuðul, sum broytt við løgtingslóg nr. 76 frá 25. mai 2009 verður ásett:
§ 1. Prosentvísa broytingin í miðalprístalinum fyri undanfarna ár 2018 í mun til miðalprístalið fyri árið frammanundan 2017 er 1,2%.
§ 2. Studningurin til teirra, ið taka hægri lestur ella førleikagevandi útbúgving er kr. 4.414 mánaðarliga, sbr. § 7, stk. 2 í løgtingslógini.
Stk. 2. Studningurin til teirra, ið lesa á miðnámi ella í fólkaskúla er kr. 3.903 mánaðarliga, um tann lesandi er forsyrgjari ella kann skjalprógva útreiðslur av egnum bústaði, sbr. § 7, stk. 3 í løgtingslógini.
Stk. 3. Studningurin til teirra, ið ikki eru fevnd av § 7, stk. 2 ella 3 í løgtingslógini, og annars lúka treytirnar fyri at fáa lestrarstuðul, er kr. 1.880 mánaðarliga, sbr. § 7, stk. 4 í løgtingslógini.
§ 3. Lestrarlán sbrt. § 8 í løgtingslógini kann í mesta lagi vera kr. 2.475 um mánaðin.
§ 4. Bókastudningur sbrt. § 10 í løgtingslógini er kr. 3.726.
§ 5. Vistarhaldsstudningur sbrt. § 11 í løgtingslógini er kr. 2.603.
§ 6. Barnastudningurin sbrt. § 12, stk. 2 í løgtingslógini er mánaðarliga kr. 1.023 fyri hvørt barnið undir 18 ár.
Stk. 2. Studningurin til einsamallar uppihaldarar sbrt. § 12, stk. 4 í løgtinglógini er kr. 1.568 um mánaðin.
§ 7. Henda kunngerð kemur í gildi 1. august 2019, samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 102 frá 19. juli 2018 um prístalsjavning av lestrarstuðli.
Mentamálaráðið, 2. juli 2019
Hanna Jensen (sign.)
landsstýrismaður
/ Poul Geert Hansen (sign.)