Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
4. juli 2018Nr. 94
Kunngerð um stuðul til ferðavinnumenning
Við heimild í § 7, stk. 4 í løgtingslóg nr. 62 frá 15. mai 2014 um P/F Visit Faroe Islands, sum broytt við løgtingslóg nr. 168 frá 20. desember 2017, verður ásett:
§ 1. P/F Visit Faroe Islands kann lata vinnuligum menningarátøkum innan ferðavinnuna fíggjarligan stuðul.
§ 2. P/F Visit Faroe Islands framleiðir á hvørjum ári eina ætlan fyri ferðavinnumenning í Føroyum, ið skal góðkennast av landsstýrismanninum. Í menningarætlanini skal nágreinast, hvussu menningararbeiðið verður skipað og hvørjar ætlanirnar eru við fíggjarliga stuðlinum. Menningarætlanin verður latin landsstýrismanninum í desember mánaði fyri komandi árið.
Stuðul til vinnuligar verkætlanir
§ 3. P/F Visit Faroe Islands tekur avgerð um stuðul til vinnuligar verkætlanir við støði í menningarætlanini sambært § 2.
§ 4. Stuðul kann bert verða veittur verkætlanum ella pørtum av verkætlanum, sum ikki eru settar í gongd, tá søkt verður um stuðulin. P/F Visit Faroe Islands kann í serstøkum førum gera undantak frá kravinum í 1. pkt.
§ 5. Umsóknir um stuðul skulu innihalda eina verkætlanarlýsing og eina fíggjarætlan.
Stk. 2. Umsøkjarin skal upplýsa, um søkt verður um annan stuðul, og um annar stuðul verður veittur í sambandi við verkætlanina og til hvørjar partar av verkætlanini.
§ 6. Tað er ein fortreyt fyri at fáa stuðul frá P/F Visit Faroe Islands til vinnuligar verkætlanir, at aðrir partar, t.d. grunnar, felagsskapir, fyritøkur o.o., eisini veita verkætlanini í minsta lagi helmingin av samlaðu stuðulsjáttanini. Í serligum førum kann undantak verða gjørt frá hesi meginreglu.
Stk. 2. Stuðulin er treytaður av, at umsøkjarin fylgir teimum ætlanum, ið vóru grundarlag undir stuðulsumsóknini. Um broyttar fortreytir ella annað gera tað neyðugt at víkja frá hesum ætlanum, skal P/F Visit Faroe Islands hava fráboðan um hetta frammanundan, og stuðulsmóttakarin skal senda P/F Visit Faroe Islands umsókn um broyting í verkætlanini og møguliga broyting í játtanini.
Stk. 3. Stuðulsmóttakarin skal javnan kunna P/F Visit Faroe Islands um gongdina í verkætlanini.
Útgjald o.tíl.
§ 7. P/F Visit Faroe Islands ger av, um stuðul verður latin, og um stuðulin verður útgoldin í einum ella í fleiri umførum.
Stk. 2. Um fortreytirnar fyri eini stuðulsjáttan broytast munandi, kann P/F Visit Faroe Islands gera av ikki at útgjalda játtaðan stuðul.
Stk. 3. Er stuðulin útgoldin undir skeivum fortreytum, kann P/F Visit Faroe Islands krevja, at stuðulin verður afturgoldin.
Stk. 4. Tá ein verkætlan er liðug, skal P/F Visit Faroe Islands hava eina eftirmeting av verkætlanini saman við einum verkætlanarroknskapi.
Stk. 5. Er stuðulin frá Visit Faroe Islands 100.000 kr. ella meiri, er tað eitt krav, at grannskoðaður roknskapur verður latin í sambandi við, at verkætlanin verður eftirmett. P/F Visit Faroe Islands kann í serligum førum seta sum krav, at grannskoðaður roknskapur verður latin, hóast stuðulin er undir 100.000 kr.
Stk. 6. Stuðul verður veittur, tá verkætlanin er liðug og tá P/F Visit Faroe Islands hevur fingið neyðugu skjølini sambært stk. 4 og 5. Í serligum førum ber til hjá P/F Visit Faroe Islands at rinda part av stuðlinum í einum ella fleiri umførum, áðrenn verkætlanin er liðug.
Umsiting
§ 8. Umsóknir um stuðul til verkætlanir skulu sendast P/F Visit Faroe Islands.
Stk. 2. P/F Visit Faroe Islands skal í seinasta lagi 1. desember á hvørjum ári lata landsstýrismanninum ársfrágreiðing og ársroknskap fyri stuðulin, ið er veittur sambært hesi kunngerð. Ársfrágreiðingin skal innihalda eina eftirmeting av virkseminum farna árið.
§ 9. P/F Visit Faroe Islands ger reglugerð við neyvari ásetingum um stuðulsskipanina, m.a. viðvíkjandi móttakaraskara, umsóknarfreistum, umsiting o.tíl.
Gildiskoma
§ 10. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 4. juli 2018
Poul Michelsen (sign.)
landsstýrismaður
/ Herálvur Joensen (sign.)