Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
8. mai 2025Nr. 94
Kunngerð um stuðul til bjargingarfeløg o.a.
Við heimild í § 6 í løgtingslóg nr. 61 frá 15. mai 2012 um tilbúgving (Tilbúgvingarlógin) verður ásett:
Endamál
§ 1. Endamálið við hesi kunngerð er at áseta karmar fyri, hvussu stuðulin á løgtingsfíggjarlógini til bjargingarfeløg verður býttur.
Stk. 2. Stuðulin skal býtast soleiðis, at bjargingarfeløgini kunnu hava ein virknan leiklut í landstilbúgvingini, samsvarandi kapittul 2 í tilbúgvingarlógini.
Strategiskt samstarv
§ 2. Ein yvirskipað avtala um strategiska menning og samstarv skal gerast millum Arbeiðs- og brunaeftirlitið, sum samskipandi myndugleika fyri tilbúgving, og bjargingarfeløgini. Avtalan skal áseta, hvørjar uppgávur sjálvbodnu feløgini skulu røkja. Bjargingarfeløg, sum eru skipað undir einum meginfelag, hava felags umboðan mótvegis Arbeiðs- og brunaeftirlitinum.
Stk. 2. Avtalan skal m.a. taka støðu til:
1) Hvørjar uppgávur bjargingarfeløgini skulu røkja í landstilbúgvingini.
2) Hvørjar førleikar feløgini og teirra limir skulu hava.
3) Hvør útgerð skal útvegast.
4) Hvar í landinum útgerðin og førleikarnir skulu vera staðsettir.
Stk. 3. Avtalan skal góðkennast av landsstýrisfólkinum í tilbúgvingarmálum.
Stk. 4. Avtalan verður galdandi í 5 ár, men kann eftirmetast og møguliga broytast á hvørjum ári. Broytingar skulu góðkennast av landsstýrismanninum.
§ 3. Avtalan sambært § 2 forðar ikki fyri, at bjargingarfeløg kunnu gera avtalur ella móttaka stuðul frá øðrum, t.d. kommunum, fyritøkum ella felagsskapum.
Býtið av stuðli
§ 4. Stuðul kann søkjast til:
1) Rakstur.
2) Útgerð.
3) Útbúgving og førleikamenning.
4) Aðrar verkætlanir.
§ 5. Stuðulin verður býttur millum feløgini, sum eru partur av avtaluni sambært § 2.
Stk. 2. Meginfeløg samskipa umsóknirnar fyri síni limafeløg og kunnu søkja um stuðul vegna limir sínar.
Stk. 3. Arbeiðs- og brunaeftirlitið kann áleggja meginfeløgum og øðrum bjargingarfeløgum at samskipa umsóknirnar, fyri at tryggja skynsama nýtslu av stuðlinum.
§ 6. Bert virkin bjargingarfeløg kunnu søkja um stuðul. Umsóknir skulu hava aðalfundarfrágreiðing og grannskoðaðan roknskap fyri undanfarna ár viðlagdar. Meginfeløg samskipa hetta fyri teirra limafeløg.
Stk. 2. Fyri bjargingarfeløg, ið eru limir í einum meginfelag, kann meginfelagið lata inn felags grannskoðaðan roknskap vegna limafeløgini, um tað skrivliga átekur sær ábyrgdina av stuðlaðu verkætlanunum.
Stk. 3. Bjargingarfeløg, ið eru stovnað í inniverandi ári, eru undantikin kravinum um grannskoðaðan ársroknskap.
§ 7. Umsóknir um stuðul skulu latast Arbeiðs- og brunaeftirlitinum áðrenn 1. mai.
Stk. 2. Um samlaða upphæddin, ið søkt verður um áðrenn 1. mai, er lægri enn játtanin, verður kunnað um møguligan tøkan stuðul.
Stk. 3. Um samlaða upphæddin er hægri enn játtanin, kann Arbeiðs- og brunaeftirlitið heita á umsøkjararnar um at tillaga umsóknirnar.
Stk. 4. Arbeiðs- og brunaeftirlitið kann krevja, at umsóknir verða endurskoðaðar, um tær ikki samsvara við endamálið ella avtaluna sambært § 2.
§ 8. Landsstýrisfólkið tekur endaliga avgerð um býtið av stuðlinum eftir tilmæli frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum.
§ 9. Nýtsla av stuðli skal kunna skjalprógvast. Um stuðulin ikki verður nýttur til játtaða endamálið, kann hann krevjast afturgoldin.
Stk. 2. Roknskapur fyri stuðul, sum ikki eru fevndur av stk. 1, verður váttaður við grannskoðanarátekning sambært §§ 3-8 í kunngerð um grannskoðaraváttanir o.a., sbr. tó stk. 3.
Stk. 3. Er talan um stuðul, sum er minni enn 50.000 kr., kann við roknskapi, sum er fevndur av stk. 2, verða latin váttan um víðkaða gjøgnumgongd sambært §§ 9-11 í kunngerð um grannskoðaraváttanir o.a. Er talan um stuðul, sum er minni enn 100.000 kr., verður krav ikki sett um váttan frá góðkendum grannskoðara.
Ognir
§ 10. Ognir, ið eru keyptar fyri stuðul, skulu skrásetast í navninum hjá felagnum ella meginfelagnum.
Stk. 2. Ognir kunnu ikki seljast ella latast øðrum uttan góðkenning frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum.
Gildiskoma
§ 11. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, samstundis fer úr gildi reglugerðin fyri fíggjarjáttan til bjargingarfeløg frá 5. november 2002.
Løgmálaráðið, 8. mai 2025
Bjarni K. Petersen (sign.)
landsstýrismaður
/ Nella Festirstein (sign.)