Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
10. juni 1996Nr. 94
Kunngerð um umbýti av fiskidøgum millum innaru og ytru fiskidagaleiðirnar
Við himild í § 9, stk 1, nr. 1 og § 9, stk 2 í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 við seinni broytingum, hevur landsstýrið fyrisett :
§ 1. Ásetta fiskidagatalið fyri teir í lógini nevndu bólkar 2, 3, 4 A, 4 B og 4 D galdandi fyri fiskiskap á innaru fiskidagaleiðini, kann býtast um til fiskiskap á ytru fiskidagaleið við lutfallinum í fiskidøgum 1:3.
Stk. 2. Fiskifør, sum hava býtt fiskidagar um frá innaru til ytru fiskidagaleið, kunnu tó bert veiða upp til 25% av kongafiski og 15% av svartkalva hvønn túr sær.
§ 2. Eigari/skipari av fiskifari, ið ynskir at býta um fiskidagar frá innaru til ytru fiskidagaleið, skal boða Fiskiveiðieftirlitinum frá hesum. Skiparin skal 6 tímar áðrenn farið verður at fiska av umbýttu døgunum, boðað eftirlitinum frá hesum. Boðar skiparin ikki rættstundis frá, verða fiskidagarnir roknaðir av teimum upprunaliga ásettu døgunum. Somuleiðis skal skiparin 6 tímar áðrenn farið verður at fiska aftur á innaru fiskidagaleið, boðað eftirlitinum frá hesum.
§ 3. Brot á hesa kunngerð verður revsað eftir lógini.
§ 4. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.