Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
10. oktober 1989Nr. 94
Kunngerð um reglur fyri sjóvinnuráðið
Við heimild í § 17, stk. 5 í løgtingslóg nr. 5 frá 15. januar 1988 um manning av skipum hevur landsstýrið fyrisett:
§ 1. Sjóvinnuráðið er kæruráð í spurningum um manning av skipum.
§ 2. Sjóvinnuráðið gevur ummæli í málum, sum ásett í løgtingslógum um manning, um sjóvinnu, um sjómenn og um mynstring.
§ 3. Til viðgerðar av kærumálum skal formaðurin, um avvarðandi umboð ikki er limur í rá›num, kalla inn avvarðandi partar í kærumálinum.
§ 4. Formaður ráðsins skipar fyri arbeiðinum. Hann boðsendir ráðslimunum til fundar við hóskandi freist. Hevur ráðslimur forfall, verður varalimur boðsendur ístaðin. Formaðurin ásetur fundartíð og -stað og letur ráðslimunum arbeiðstilfar.
§ 5. Ráðið er viðtøkuført, tá ið formaðurin og í minsta lagi 4 limir eru á fundi. Í kærumálum kann ráðið tó taka avgerðir við færri limum tó soleiðis, at fyri uttan formannin skal talið av umboðum fyri reiðarafeløgini og avvarðandi vinnufeløg altíð vera eins. Formaðurin tekur í ivamálum avgerð um, hvør kann atkvø›a.
§ 6. Avgerðir ráðsins verða tiknar við vanligum atkvøðumeiriluta. Standa atkvøðurnar á jøvnum, er formansins atkvøða avgerandi. Loyvt er minniluta at krevja sínar viðmerkingar tiknar við í tilmælinum frá meirilutanum.
Stk. 2. Avgerð ráðsins í kærumálum kann ikki verða løgd fyri annan fyrisitingarmyndugleika.
§ 7. Fundarfrágreiðingar og avgerðir ráðsins verða førdar í gerðabók, sum verður undirskrivað av limunum, sum eru á fundi. Tað áliggur formanninum at fremja tær avgerðir, sum tiknar verða í ráðnum, umframt at hann ráðsins vegna undirskrivar neyðug skjøl.
§ 8. Ráðslimirnir, varamenn teirra, skrivari og onnur, sum luttaka á fundum ráðsins, hava tagnarskyldu um tey mál og tey viðurskifti, sum koma til teirra kunnleika í sambandi við ráðsviðgerðina, og sum eftir síni náttúru ikki eiga at vera borin víðari.
§ 9. Ráðið fær hjálp til skrivaraarbeiði og annað frá Landsskrivstovuni. Samsýning til ráðslimirnar skal góðkennast av landsstýrinum.
§ 10. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.