Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Fiskimálaráðið
  • Útgávudagur: 15-06-1994
Tilvísingar
Valmøguleikar
Tín lógalisti

Kunngerð nr. 94 frá 15. juni 1994 um eldfiman løg.

Við heimild í § 25 í løgtingslóg nr. 78 frá 12. juni 1986 um eldsbruna o.a. hevur Landsstýrið fyrisett:

Kapittul 1

Allýsingar

§ 1. Nýtsla av hesi kunngerð skal vera grundað á og í samsvari við hesar allýsingar:

Løgur:

Evni, ið er flótandi undir vanligum hitaviðurskiftum og trýsti.

Logamark:

Tann lægsti hitin, har løgur við 1013 millibar barometurtrýsti letur eldfiman damp frá sær. (Abel Pensky, “Closed Cup“).

Eldfimur løgur:

Løgur við logamarki, ið er í mesta lagi 100° C.

Til flokk I roknast løgur við logamarki undir 21° C.

Til flokk II roknast løgur við logamarki millum 21° C og 55° C (bæði tølini íroknað).

Til flokk III roknast løgur við logamarki yvir 55° C.

Allir tríggir flokkarnir vera býttir í ein undirflokk 1 fyri løg, sum ikki kann blandast við vatni, og ein undirflokk 2 fyri løg, sum kann blandast við vatni.

Í ivamálum avger Brunaumsjón landsins, hvønn flokk ein løgur skal roknast í, eins og Brunaumsjón landsins kann taka avgerð, um løgur skal goymast ella flytast eftir reglunum í einum øðrum flokki, enn ásett er frammanfyri.

Vanligt flokkabýti av eldfimum løgi er:

Flokkur I-1- Bensin

Flokkur II-1- Petrolium

Flokkur III-1- Gassolja – dieselolja

Flokkur I-2- Spritt

Flokkur II-2- Spiritus

Flokkur III-2- Serligur løgur (t.d. til - kemiskan ídnað)

Framleiðslueind:

Bygningur, høli ella øki úti, har framleiðslutól eru, og/ella arbeiðspláss, ið nýta eldfiman løg við vinnuligum endamáli.

Tappieind:

Bygningur, høli ella øki úti, har eldfimur løgur verður tappaður í íløt úr tanga ella frá framleiðsluútbúnaði.

Pakkieind:

Bygningur ella høli har liðugvørur verða innpakkaðar.

Virkir í bólki A:

Framleiðslueind og/ella tappieind og/ella pakkieind har eldfimur løgur er við logamarki undir 30° C, ella tá ið løgur við hægri logamarki verður hitaður upp til minni enn 10° C undir tað ávísa logamarki.

Virkir í bólki B:

Framleiðslueind og/ella tappieind og/ella pakkieind har eldfimur løgur er við logamarki millum 30° C og 55° C, bæði tølini íroknað, og sum ikki er hitaður upp til 10° C undir logamarki.

Íløt:

Íløt, ikki størri enn 250 litrar, til útflýggjan, flutning og tílíkt.

Tangar:

Tangi ella ílat, ið rúma meir enn 250 litrar, til flutning ella at nýta fast á einum stað, sama hvat stødd talan er um.

Tangastað:

Ein ella fleiri tangar uttandura og/ella omaná jørð  og/ella undir jørð við ymsari útgerð til av- og áskipan (t.d. áfyllingartútar, pumpuskipan, útlufting o.a.).

Sølu- og nýtslutangastøð:

Tangastað við pumpustandara og øðrum pumpum til útflýggjan av eldfimum løgi í íløt og tangar o.t. á akførum, sama um talan er um sølu ella bert um útflýggjan.

Tangabilur:

Akfar við einum ella fleiri tangum, ið eru festir á ella eru partur av undirgrind (chassisrammu) ella øðrum berandi lutum.

Tangabingja:

Flutningstangi (ella bingja), sum tekur meir enn 0,45 m3, ið ætlaður er at nýta fleiri ferðir, og sum er bygdur soleiðis, at hann, fullur av flótandi-, luftkendum-, pulvurkendum- og grýnutum evni, kann verða fluttur frá einum flutningstóli til annað.

Upplagseind:

1 litur av flokki I ella 5 litrar av flokki II ella 50 litrar av flokki III. Mongdin ella støddin á eini goymslu verður roknað í upplagseindum, og hon er samlaða talið av upplagseindum, sum íløtini ella tangarnir rúma. Tóm íløt, við ongum eldfimum dampi ella íløt við ikki eldfimum turrevni í, verða ikki roknað við.

Kapittul 2

Almennar ásetingar

§ 2. Virkir í bólki A og B og upplag av eldfimum løgi skulu standa soleiðis fyri og verða innrættað og nýtt á slíkan hátt, at vandin fyri eldsbruna, at eldur breiðir seg, at fólkaskaði verður, og at stór virði fara fyri skjeyti, verður minst møguligur, umframt, um eldur skuldi kyknað, at góðir møguleikar eru hjá sløkkiliðnum at inna skjótt og munagott bjargingar- og sløkkiarbeiði.

§ 3. Nýtsla, goymsla, áfylling, umskipan og tapping av eldfimum løgi skal fara fram undir tryggum umstøðum og við neyðugum varsemi.

Stk. 2. Áfylling og tapping av eldfimum løgi í flokki I-1, I-2 og II-1 (t.d. bensin, spritt, og petrolium) beinleiðis millum tangaskip og tangabilar ella tangaskip og íløt (bingjur, sum kunnu flytast), má einans fara fram við loyvi frá Brunaumsjón landsins.

Stk. 3. Fyllast má ikki á motorakfør ella bátar, sum hava bensinmotor, meðan motorurin gongur.

§ 4. Íløt við eldfimum løgi í flokki I-1, I-2. II-1 og III-1 (t.d. bensin, spritt, petrolium og gassolja) mugu ikki setast í rýmingarleiðir í bygningum (í gangir, trappur o.t.)

Stk. 2. Størri nøgdir enn 25 upplagseindir í flokki I-1, I-2, II-1 og III-1 (t.d. 25 litrar av bensini ella spritti, 125 litrar av petrolium ella 1.250 litrar av gassolju) mugu ikki setast í nánd av:

a)    Størri nøgdum av eldfimum evnum.

b)    Sýrum ella evnum, ið kunnu tæra hol á íløtini.

c)    Evnum, ið kunnu orsaka at eldur kyknar ella kunnuverða vandamikil, um eldur kemur í.

§ 5. Fyllast skal kring niðurgrivnar tangar á ein slíkan hátt, at trygd er fyri, at teir ikki verða skaddir av gróti og trýsti, t.d. tá ið koyrt verður omaná teimum. Tyrvandi lagið oman á tangum skal altíð vera í minsta lagi 0,5 m.

Stk. 2. Niðurgrivnir tangar, sum ikki hava verið í nýtslu í meira enn 2 ár, skulu beinast burtur (takast upp) ella fyllast við sandi ella á annan hátt undir eftirliti gerast vandaleysir.

§ 6. Brunaumsjón landsins ger serfyriskipan fyri eldfiman løg við ásetingum fyri plasering, innrætting og nýtslu av virkjum í bólki A og B umframt upplagi av eldfimum løgi og ger  reglur fyri framleiðslu av íløtum, tangum, goymslu-, fyllingar- og tømingarviðurskiftum og útbúnaði, sum hoyrir til. Serfyriskipanin, ið ikki verður lýst kann útvegast frá Brunaumsjón landsins.

§ 7. Trukkar og tílík flutningstól til nýtslu á virkjum í bólki A og á goymslustøðum til eldfiman løg við logamarki undir 30° C, skulu vera í samsvari við brunatøkniliga vegleiðing, sum er góðkend av Brunaumsjón landsins (t.d. vegleiðing nr. 21, ið Dansk Brandteknisk Institut hevur útgivið).

§ 8. Virkir og uppløg eins og tey virki, ið eru nevnd í § 13 og § 16, skulu við jøvnum millumbilum sýnast av Brunaumsjón landsins, sambært ásetingunum í § 24, stk. 2 í løgtingslóg nr. 87 frá 12. juni 1986 um eldsbruna o.a.

§ 9. Tekjur yvir sølu- og nýtslutangastøð skulu vera í samsvari við serfyriskipanina nevnd í § 6 ella góðkendar av Brunaumsjón landsins.

Kapittul 3

Tangar og íløt

§ 10. Liggjandi rundir tangar úr stáli skulu vera sniðgóðkendir av Brunaumsjón landsins.

§ 11. Íløt og tangar, sum ikki roknast undir § 10, (við tilhoyrandi áfyllingar- og úrtømingarútbúnaði og aðrari tilhoyrandi útgerð) til eldfiman løg, skulu vera í samsvari við serfyriskipanina nevnd í § 6 ella góðkend av Brunaumsjón landsins.

§ 12. Íløt ella tangar, ið skulu fyllast við eldfimum løgi, skulu reinsast soleiðis, at leivdir av tí evni, sum var í frammanundan, ikki kann flyta tað, sum latið verður á, í ein vandamiklari flokk.

Stk. 2. Áfyllingar skulu fara fram við neyðugum atliti til víðkan og trýstøking orsakað av møguligari hitabroyting, ið kann hava við sær, at løgur rennur yvir ella at tangin/ílatið kann bresta.

Stk. 3. Íløt, tangar o.t. við eldfimum løgi í flokki I-1, 1-2, II-1 og III-1 (t.d. bensin, spritt, petrolium og gassolja) og tóm íløt og tangar, sum løgur í flokki I-1 og I-2 (t.d. bensin og spritt) hava verið í, skulu verða fullvæl afturlatin.

Kapittul 4

Virkir í bólki A og B

§ 13. Virkir í bólki A og B kunnu einans setast á stovn við loyvi frá Brunaumsjón landsins. Bygningar og øki úti, ið slík virki nýta, skulu vera í samsvari við serfyriskipanina nevnd í § 6 ella vera støðað, innrættað og rikin eftir brunamyndugleikanna treytum, ið á fullgóðan hátt ganga endamálinum í hesi kunngerð á møti.

§ 14. Undantikin ásetingunum í § 13 eru virkir í bólki B við einari hædd ella fleiri bygningar við einari hædd upp til 600 m2 í gólvvídd. Tveir ella fleiri bygningar við einari hædd upp til 600 m2 á sama rakstrarøki roknast í hesum sambandi sum ein bygningur, um bygningarnir sínamillum ikki eru skilaðir hvør frá øðrum sum brunadeildir í samsvari við serfyriskipanina nevnd í § 6 ella liggja ikki burtur frá hvør øðrum sambært ásetingunum um fráleikar í somu serfyriskipan.

Kapittul 5

Goymslur

§ 15. Uppløg upp til 800 eindir av løgi í flokki I-1, I-2, II-1 og III-1 í íløtum skulu verða í samsvari við serfyriskipanina nevnd í § 6, ella verða støðað, innrættað og rikin eftir krøvum, sum Brunaumsjón landsins setur, ið á fullgóðan hátt ganga endamálinum í hesi kunngerð á møti.

§ 16. Niðanfyri nevndu uppløg mugu einans stovnsetast við loyvi frá Brunaumsjón landsins:

a)    Uppløg av løgi í flokki I-1, I-1, II-1 og III-1 í íløtum í virkjum, sum nevnd eru í § 13.

b)    Uppløg av løgi í flokki II-2 (t.d. spiritus) í íløtum og í tangum úti oman á jørð á virkjum, sum nevnd eru í § 13.

c)    Uppløg yvir 800 eindir av løgi í flokki I-1, I-2 og III-2 í íløtum.

d)   Uppløg yvir 120 eindir av løgi í flokki III-1 í tangum, sum eru innandura ella úti oman á og undir jørð.

e)    Uppløg av løgi í flokki I-1, I-2 og II-2 í tangum, sum eru innandura ella úti oman á jørð.

f)    Uppløg av løgi í flokki I-1, I-2 og II-1 í tangum undir jørð.

       Uppløgini skulu verða í samsvari við serfyriskipanina, nevnd í § 6, ella verða støðað, innrættað og rikin eftir krøvum, sum Brunaumsjón landsins setur, ið á fullgóðan hátt ganga endamálinum í hesi kunngerð á møti.

§ 17. Uppløg yvir 5.000 eindir av eldfimum løgi í flokki I-1, I-2, II-1, II-2 og III í tangum ella á goymslu úti ella inni, kunnu einans verða sett á stovn eftir treytum, sum Brunaumsjón landsins í hvørjum einstøkum føri metir vera neyðugar.

§ 18. Undantikin ásetingunum í §§ 15 og 16 eru niðan fyri nevndu uppløg:

a)    Uppløg upp til 120 eindir av løgi í flokki II-2, III-1 og III-2 (t.d. spiritus, gassolja og ymisk sløg av serligum evnum til kemiskan ídnað) í niðurgrivnum tangum.

b)    Uppløg av løgi í flokki II-2 og III-2 í íløtum og í innandura tangum og tangum oman á jørð úti, tá ið løgirnir eru ikki á goymslu saman við løgi í flokki I-1, I-2, II-1 og III-1. Uppløg av løgi í flokki II-2, ið verða stovnsett í sambandi við virkir, sum eru nevnd í § 13, koma tó undir ásetingarnar í § 16.

c)    Uppløg upp til 25 eindir av løgi í flokki I-1, I-2, II-1 og III-1.

d)   Uppløg upp til 100 eindir av løgi í flokki  I-1, I-2, II-1 og III-1 í íløtum, sum eru í útsøluhølunum í handlum og tilhoyrandi goymsluhølum, tá ið løgurin er í íløtum, ið ikki rúma meira enn 1 litur av løgi í flokki I-1, og tá ið samlaða nøgdin í glas- og plastikkíløtum ikki er meira enn 75 litrar, hvørki í søluhølinum ella á goymsluni. Eingin áfylling, tapping ella stoyting í onnur íløt má fara fram í sølu- ella goymsluhølunum.

e)    Uppløg upp til 32 eindir í íløtum, tá ið upplagið einans fevnir um løg í flokki III-1 (t.d. upplag upp til 1.600 litrar av gassolju í íløtum).

f)    Uppløg upp til 32 eindir av løgi í flokki III-1 (t.d. 1.600 litrar av gassolju) í innandura tangum og tangum úti oman á jørð, tá ið innandura tangar, ið rúma meir enn 40 litrar, eru í kjallaranum (1. hædd) ella í stovuhæddini (2. hædd), og tangar úti eru í minsta lagi 2,5 m frá grannamarki og 5 m frá øðrum bygningum.

§ 19. Uppløg í sambandi við oljufýr og tílíkan upphitingarútbúnað skulu umframt §§ 15, 16 og 17 eisini lúka ásetingarnar í kunngerð nr. 45 frá 9. mai 1992 um brunaverju og brunatrygd, punkt 20.1.- 6d. Niðanfyri ásettu nøgdir av gassolju, petrolium og bensini kunnu sostatt havast í varðveitslu ella á goymslu uttan loyvi frá brunamyndugleikunum, uttan so at aðrar lógir og galdandi reglur fyriskriva annað:

Gassolja:

Upplag í niðurgrivnum tangum, ið rúma í mesta lagi 6.000 litrar.

Í søluhølum í handlum og goymslum má í mesta lagi vera 6.000 litrar í íløtum, tá ið upplagið einans fevnir um gassolju. Um tað samstundis eru uppløg av øðrum eldfimum løgi, skal nøgdin av gassolju minkast, soleiðis at tað í mesta lagi eru 100 upplagseindir á goymslu tilsamans.

Upplag upp til 1.600 litrar í íløtum og tangum innandura ella tangum oman á jørð úti, treytað av at tangar inni, ið rúma meir enn 40 litrar, einans vera í kjallara (1. hædd) ella í stovuhæddini (2. hædd).

Petrolium:

Upplag upp til 125 litrar har eingin annar eldfimur løgur er samstundis.

Í søluhølum í handlum og goymsluhølum má í mesta lagi vera 500 litrar í íløtum við í mesta lagi 5 litrum hvør. Í mesta lagi 75 litrar mugu vera í glas- ella plastikkíløtum.

Um tað samstundis er upplag av øðrum eldfimum løgi, skal nøgdin av petrolium minkast, soleiðis at tað í mesta lagi eru 100 upplagseindir á goymslu tilsamans.

Bensin:

Upplag upp til 25 litrar har eingin annar eldfimur løgur er samstundis.

Í søluhølum í handlum og goymsluhølum má í mesta lagi vera 100 litrar í íløtum við í mesta lagi 1 litri hvør. Í mesta lagi 75 litrar mugu vera í glas- ella plastikkíløtum.

Um tað samstundis er upplag av øðrum eldfimum løgi, skal nøgdin av bensini minkast, soleiðis at tað í mesta lagi eru 100 upplagseindir á goymslu tilsamans.

Kapittul 6

Flutningur

§ 20. Fyri flutning á landi av eldfimum løgi í íløtum er galdandi:

a)    Íløt, dunkar o.t. skulu setast so trygt, at tey ikki fáa skaða, rósa ella detta av undir flutningi. Bæði undir flutningi og av- og áskipan skal vera farið fram við neyðugum varsemi.

b)    Íløt mugu ikki vera í sama rúmi, sum bilførarin er, ella í rúmum til ferðafólk ella sett í rúm, ið hava samband við førara- ella ferðafólkarúm. Í persónbilum kunnu í mesta lagi flytast 20 upplagseindir í íløtum, t.d. 20 litrar av bensini, 100 litrar av petrolium ella 1.000 litrar av gassolju í dunkum (sí § 22b).

c)    Flutningur má ikki fara fram saman við geislavirknum ella spreingikvæmum evnum.

d)   Akfar, ið flytir meir enn 600 upplagseindir (t.d. 600 litrar av bensini 3.000 litrar av petrolium ella 30.000 litrar av gassolju), má ikki uttan loyvi frá Brunaumsjón landsins vera uttan støðugt eftirlit á støðum við almennari ferðslu, longur enn neyðugt er til útflýggjan av løginum.

e)    Akfar, ið flytir meir enn 600 upplagseindir, skal vera útgjørt við í minsta lagi 1 eldsløkkjara eftir DS 2120 (flokki 13 A, 89 B). Tílíkir hondeldsløkkjarar skulu vera settir á stað, sum bilførarin lættliga sleppur framat.

f)    Akfør mugu ikki flyta størri nøgd enn 14.000 litrar av løgi í flokki I-1, I-2 og II-1 (t.d. bensin, spritt og petrolium).

g)    Førarin á akfari skal hava nomið neyvan kunnleika um tað varsemi, ið skal vera víst undir flutningi og av- og áskipan, m.a. um at royking og annars nýtsla av eldi ikki má koma fyri, meðan íløt við løgi í flokki I-1, I-2 og II-1 verða skipað av og á, og um at nýta hondeldsløkkjarar.

§ 21. Fyri flutning á landi av eldfimum løgi við tangabilum (eisini súgvibilum til at súgva upp skitnan, niðurstoyttan løg, til flutnings og til tømingar av eldfimum løgi), tangum at taka av og seta á og tangabingjum er galdandi:

a)    Tangabilur skal vera rikin við dieselmotori ella á annan hátt vera góðkendur av Brunaumsjón landsins. Sama er galdandi fyri akfør við tangum, sum kunnu takast av, ella tangabingjum, ið rúma meir enn 1.000 litrar. Á tangabilum og akførum við tílíkum flytitangum mugu ikki vera íløt/tunnur við eldfimum evnum í flokki I-1, I-2 og II-1.

b)    Tangabilur til flutning av løgi í flokki I-1, I-2 og II-1 skal vera sniðgóðkendur av Brunaumsjón landsins og nýtslan skal vera sambært eini av Brunaumsjón landsins góðkendari nýtsluvegleiðing. Sama er galdandi fyri tangar at taka av og seta á akfør og tangabingjur, sum vera nýtt til eldfiman løg í flokki I-1, I-2 og II-1.

c)    Flutningur av upp til 14.000 litur stórum tangum, ið eru at taka av og seta á, og av tangabingjum, ið rúma upp til 1.000 litrar – haðani ikki verður tappað ella latið úr, meðan teir eru á akfari ella flutningsvogni – skal fara fram eftir ásetingunum í § 20.

d)   Allir tangabilar og akfør við tangum til at taka av, sum rúma 400 litrar ella meir, skulu góðkennast av bileftirlitinum. Váttan og tekningar ella avrit, góðkend av Brunaumsjón landsins, skulu latast bileftirlitinum, tá ið talan er um viðurskifti, sum koma undir teir í punkti b) nevndu tangabilar og tangar at taka av til løg í flokki I-1, I-2 og II-1. Tangarnir skulu vera gjørdir í samsvari við tekningar og tilhoyrandi skjøl, og skal í teir verða høgt eitt framleiðslunummar, sum eisini er tilskilað á góðkenningarskjølunum. Tangar skulu á tryggan hátt vera festir á akfør, sum annars skulu lúka galdandi trygdarkrøv.

e)    Á tangabilum og akførum við tangum at taka av ella tangabingjum, ið rúma 1.000 til 6.000 litrar, til løg í flokki I-1, I-2 og II-1, skal vera í minsta lagi 1 hondeldsløkkjari sum DS 2120 (flokkur 13 A, 89 B). Er tangarúmdin meir enn 6.000 litrar til løg í flokki I-1, I-2, II-1 og III-1, skal í minsta lagi 1 hondeldsløkkjari vera á hvørjari síðu. Hondeldsløkkjarnir skulu vera settir soleiðis, at bilførarin lættliga sleppur fram at teimum.

f)    Akfør við føstum tangum, tangum at taka av ella við tangabingjum, sum løgur í flokki I, II ella III er í ella hevur verið í, skulu á báðum síðum og báðum endum verða merkt við serligum vandaskelti. Eitt vandanummar skal vera framman og aftan sambært nærri ásetingum frá Brunaumsjón landsins.

§ 22. Undantikin ásetingunum í § 20 og § 21 eru:

a)    Flutningur á landi við løgi II-2 og III-2 (t.d. spiritus og serligur løgur).

b)    Flutningur á landi við løgi upp til 20 upplagseindum í flokki I-1, II-1 og III-1 (t.d. bensin og gassolja) í íløtum.

       Hesar nøgdir av gassolju, petrolium og bensini kunnu flytast eftir vegunum í akfari uttan loyvi frá brunamyndugleikunum:

– Gassolja, í mesta lagi 1.000 litrar í íløtum.

– Petrolium, í mesta lagi 100 litrar í íløtum.

– Bensin, í mesta lagi 20 litrar í íløtum.

§ 23. Tangabilar og ella leysir tangar (fullir sum tómir) til løg í flokki I-1, 1-2 og II-1, og tangabilar, leysir tangar o.t. við løgi í flokki III-1, og akfør við meir enn 600 upplagseindum í flokki I-1, I-2 og 11-1 í íløtum, mugu ikki uttan serligt loyvi frá brunamyndugleikunum setast í garasjur ella inn í bygningar.

§ 24. Flutningur av eldfimum løgi í flokki  I-1, 1-2, II-1 og III-1 í rørleiðingum á almennum økjum ella alment tilgongdum økjum má einans fara fram við loyvi frá og eftir treytum, sum Brunaumsjón landsins setur.

Kapittul 7

Umsóknir, loyvi og góðkenningar

§ 25. Umsóknir um loyvi og góðkenningar við tilknýti til hesa kunngerð skulu við tekningum, skrivligum frágreiðingum og neyðugum skjølum lýsa myndugleikunum viðkomandi mál til fulnar. Arbeiði kunnu ikki byrja uttan loyvi er fingið til tað. Brunaumsjón landsins kann krevja kanningar og váttan um logamark á eldfimum løgi.

§ 26. Virkir, goymslur, goymsluøki, tangar, rør, pumpur og tílíkur útbúnaður, flutningstól og tað, sum annars kemur undir hesa kunngerð, kann ikki takast í nýtslu, uttan at endalig váttan er fingin frá brunamyndugleikunum.

§ 27. Loyvi og góðkenningar o.t. kunnu takast aftur, um tað av trygdarorsøkum verður hildið neyðugt, ella um viðurskifti verða mett ósambarlig við hesa kunngerð.

Stk. 2. Loyvi, sum ikki er nýtt áðrenn 1 ár, verður roknað sum burturdottið.

Kapittul 8

Um brot og gildissetan o.a.

§ 28. Henda kunngerð kemur í gildi dagin, eftir at hon er lýst.

Stk. 2. Ásetingarnar í kunngerðini eru galdandi fyri eldfiman løg í sambandi við:

a)    Nýggja bygging, stovnsetan av goymslum, útflýggingarstøðum, virkjum o.t.

b)    Umbygging og ella útbygging.

c)    Broytingar í innrætting og útbúnaði o.t., sum hevði komið undir hesa kunngerð, um talan var um nýgerð.

d)   Høvuðsumvælingar.

e)    Flutning, flokking og góðkenningar o.a.

Í ivamálum avger Brunaumsjón landsins, um mál koma undir hesa kunngerð. Tílíkar avgerðir kunnu kærast til landsstýrið.

Stk. 3. Virkir, uppløg o.t., sum eru í nýtslu, tá henda kunngerðin fær gildi, og sum eru lóglig eftir ásetingunum í “Bekendtgørelse nr. 85 fra 22. mars 1933 for Færøerne om opbevaring af Brandfarlige Vædsker“, koma undir ásetingarnar í hesi kunngerð, um tey verða víðkað, broytt ella verða nýtt á ein annan hátt, og um hesar broytingar eru munandi samanborið við ásetingarnar í hesi kunngerð og serfyriskipan fyri eldfiman løg. Annars eru ásetingarnar í “Bekendtgørelsen nr. 85 af 22. marts 1933 for Færøerne om opbevaring af Brandfarlige Vædsker“ galdandi fyri hesi virki og uppløg.