Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
18. juni 2020Nr. 94
Kunngerð um at víkja frá skyldum hjá fyritøkum á vinnufelagaøkinum og roknskaparøkinum orsakað av covid-19
Við heimild í § 1, stk. 1, 2 og 4 í løgtingslóg nr. 46 frá 7. apríl 2020 um heimildir at víkja frá skyldum hjá fyritøkum á vinnufelagaøkinum og roknskaparøkinum, orsakað av COVID-19, verður ásett:
§ 1. Uttan mun til freistina í § 138, stk. 1, 2. pkt. í ársroknskaparlógini, skal ársfrásøgnin hjá fyritøkum, umfataðar av roknskaparflokki B, C, og D, sum hava roknskaparár, sum enda í tíðarskeiðinum 31. oktober 2019 til og við 30. apríl 2020, vera móttikin hjá Skráseting Føroya í seinasta lagi 8 mánaðir eftir, at roknskaparárið er endað, tó er freistin 7 mánaðir fyri fyritøkur í roknskaparflokki D.
Stk. 2. Fyritøkur, umfataðar av stk. 1, skulu halda aðalfund ella annan fund, sum er evsti myndugleiki í fyritøkuni, og sum skal góðkenna ársfrásøgnina, í so góðari tíð, at góðkenda ársfrásøgnin kann sendast Skráseting Føroya í so góðari tíð, at hon er móttikin hjá Skráseting Føroya innan freistin í stk. 1 er farin.
Stk. 3. Ásetingin í stk. 1 er galdandi uttan mun til um fyritøkur møguliga hava ásetingar í viðtøkunum um freistir ella tíð fyri innkalling til ella at halda aðalfund ella annan fund, sum er evsti myndugleiki í fyritøkuni ella ásetingar í viðtøkunum um at senda inn ársfrásøgn. Stk. 1 er somuleiðis galdandi hóast viðtøkuásetingar um tíð fyri at seta fram krøv um upptøku av einum ávísum evni á dagsskránna, tá fyritøkan er umfatað av stk. 6.
Stk. 4. Uttan mun til stk. 1 skulu fyritøkur senda inn ársfrásøgnina til Skráseting Føroya uttan ógrundað drál eftir góðkenning á aðalfundi ella øðrum fundi, sum er evsti myndugleiki í fyritøkuni.
Stk. 5. Við neyðugum tillagingum er stk. 1 somuleiðis galdandi fyri deildir hjá útlendskum fyritøkum, sum sambært § 143, stk. 1, ella § 144 í ársroknskaparlógini skulu senda inn ársfrásøgn ávikavist samtaksroknskap fyri útlendsku fyritøkuna.
Stk. 6. Partafeløg, umfatað av stk. 1, sum hava partabrøv upptikin til handils á einum reguleraðum marknaði, kunnu víkja frá freistunum í § 90, stk. 2 og 3 í vinnufelagalógini, og onnur partafeløg kunnu víkja frá § 90, stk. 2 í vinnufelagalógini, tá partaeigarar felagsins hava havt hóskandi møguleika at fáa evni sett á dagsskránna. Høvuðsleiðslan avger, um partaeigarar felagsins hava havt hóskandi møguleika at fáa evni sett á dagsskránna. Hevur verið innkallað til at halda ársaðalfund, har freistirnar í § 90, stk. 2 og 3 eru hildnar, men aðalfundurin verður avlýstur, og síðani innkallaður av nýggjum sambært § 94, stk. 2 í vinnufelagalógini, metast treytirnar í hesum stk. 6 fyri loknar.
§ 2. Fyri fyritøkur, sum skulu lata inn ársfrásøgn sambært § 139, stk. 1, ella undantaksváttan sambært § 145, stk. 2, ella § 146, í ársroknskaparlógini, er § 1 somuleiðis galdandi.
§ 3. Fyri fyritøkur, sum taka avgerð um at umskipa roknskaparár sambært § 15, stk. 4 í ársroknskaparlógini, skal fráboðan um umskipanina sendast Skráseting Føroya, so hon er móttikin hjá Skráseting Føroya í seinasta lagi 8 mánaðir eftir, at tað roknskaparárið, sum skal umskipast, er endað, tó í seinasta lagi 8 mánaðir eftir, at umskipanartíðarskeiðið er endað. Verður fráboðanin um umskipan av roknskaparári móttikin eftir, at freistin í 1. pkt. er farin, verður skráseting noktað. Ásetingin er galdandi fyri roknskaparár, sum enda í tíðarskeiðinum 31. oktober 2019 til og við 30. apríl 2020.
§ 4. Høvuðsleiðslan kann avgera, at aðalfundurin bara verður hildin elektroniskt uttan møguleika fyri at vera fysiskt til staðar, t.e. sum ein fullkomin elektroniskur aðalfundur, sbr. § 77, stk. 2, 1. pkt. í vinnufelagalógini, hóast hetta ikki er samtykt og sett í viðtøkur felagsins.
Stk. 2. § 77, stk. 3-6 í vinnufelagalógini er somuleiðis galdandi fyri elektroniskan aðalfund.
§ 5. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og fer úr í gildi 1. januar 2021.
Umhvørvis- og vinnumálaráðið, 18. juni 2020
Helgi Abrahamsen (sign.)
landsstýrismaður
/ Herálvur Joensen (sign.)