Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
28. juni 2013Nr. 94
Kunngerð um afturrindan av meirvirðisgjaldi til sendistovur o.o. av vørum og tænastum keyptar í Føroyum
Við heimild í § 36, stk. 3 í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald, sum broytt við løgtingslóg nr. 28 frá 24. apríl 2013, verður ásett:
§ 1. Útlendskar sendistovur kunnu eftir umsókn fáa endurgoldið meirvirðisgjald á vørum og tænastum keyptar í Føroyum, tá keypt verður fyri 750 kr. ella meira, meirvirðisgjald íroknað, og vøran ella tænastan skal nýtast av sendistovuni.
Stk. 2. Útlendskir stjórnarsendimenn kunnu eftir umsókn fáa endurgoldið meirvirðisgjald á vørum og tænastum keyptar í Føroyum, tá keypt verður fyri 750 kr. ella meira, meirvirðisgjald íroknað, og vøran ella tænastan skal nýtast av stjórnarsendimanninum sjálvum ella familju hansara.
Stk. 3. Keyp, ið eru gjørd sama dag og frá sama seljara, kunnu leggjast saman, tá gjørt verður upp um keypið er ájavnt ella yvir minstuupphæddina.
Stk. 4. Minstaupphæddin í stk. 1 og 2 er ikki galdandi fyri meirvirðisgjald á ravmagni, fýringsolju, fjarhita og renovatión.
§ 2. Meirvirðisgjald verður ikki endurgoldið fyri keyp av antikvitetum, brúktum leysafæ, gávukortum, atgongumerkjum til undirhald og heilivági.
§ 3. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Fíggjarmálaráðið, 28. juni 2013
Jørgen Niclasen (sign.)
landsstýrismaður
/ Bjarni Askham Bjarnason (sign.)