Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
1. desember 1999Nr. 95
Kunngerð um broyting í kunngerð um skráseting av motorakførum o.ø.
§ 1
Í kunngerð nr. 34 frá 14. apríl 1983 um skráseting av motorakførum o.ø., sum seinast broytt við kunngerð nr. 9 frá 15. februar 1996, verða gjørdar hesar broytingar:
1) § 4 verður orðað soleiðis:
“§ 4. Avgerðir Bileftirlitsins kunnu kærast til landsstýrismannin.”
2) Aftaná § 49 c verður sett inn:
“Triðja nummarspjaldur
§ 49 d. Skrásetingarskyldug akfør kunnu móti gjaldi fáa útflýggjað eitt triðja (eyka) nummarspjaldur við skrásetingarnummari akfarsins. Hetta nummarspjaldur kann verða nýtt, tá farmur, sum t.d. súkklur, hongur aftan á akfarinum undir flutningi, og umstøðurnar eru slíkar, at aftara nummarspjaldrið á akfarinum er heilt ella lutvíst fjalt.
Stk. 2. Triðja nummarspjaldrið hevur snið sum vanligt nummarspjaldur, og hevur reyðar bókstavir og/ella tøl.
Stk. 3. Bílegging av einum triðja nummarspjaldri fer fram á Bileftirlitinum, og skrásetingarskjalið skal verða víst fram.
Stk. 4. Umbiðið triðja nummarspjaldur skal verða avheintað í seinasta lagi 6 mánaðir eftir, at tað er umbiðið.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Vinnumálastýrið, 1. desember 1999
Finnbogi Arge (sign.)
landsstýrismaður
/ Arne Poulsen (sign.)