Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
2. juli 2019Nr. 95
Kunngerð um førleikastovur
Við heimild í § 24, stk. 4 í løgtingslóg nr. 125 frá 20. juni 1997 um fólkaskúlan, sum broytt við løgtingslóg nr. 44 frá 30. apríl 2018, verður ásett:
Virkisøkið
§ 1. Førleikastovan skal:
1) samskipa námsfrøðiligu og sernámsfrøðiligu førleikarnar og átøkini í skúlanum,
2) menna læruumhvørvið og menningarumhvørvið í skúlanum,
3) miða eftir, at næmingarnir fáa neyðuga hjálp so tíðliga sum gjørligt,
4) samskipa og gagnnýta servitanina, umframt at menna eitt gott læruumhvørvi og námsfrøðilig amboð og mannagongdir, og
5) menna eitt næmingalagað og innkluderandi skúlaumhvørvi, har allir næmingar fáa møguleika at mennast og læra, og fáa høvi at vera virknir í felagsskapinum.
Skipan
§ 2. Førleikastova verður skipað í skúlum, sum í minsta lagi eru 4-flokkaðir.
Stk. 2. Arbeiðið í førleikastovuni verður skipað undir ábyrgd og í samráð við skúlaleiðaran.
Stk. 3. Skúlar, ið eru minni enn 4-flokkaðir, eru knýttir at førleikastovu í einum størri skúla.
Stk. 4. Skúlaleiðslurnar skulu tryggja, at ásetta tænastan frá førleikastovuni eisini verður veitt skúlum, sum eru knýttir at førleikastovuni í økinum.
Stk. 5. Førleikastovan skal hava hóskandi hølisumstøður og amboð til taks innan arbeiðsøkið.
Stk. 6. Førleikastovan skal hava í minsta lagi 8 fastar ráðleggingarfundir um árið.
Stk. 7. Leiðarin fyri førleikastovuna leggur til rættis og innkallar tey, ið manna førleikastovuna, til føstu ráðleggingarfundirnar. Onnur kunnu luttaka eftir tørvi.
Starvsfólk
§ 3. Tey, ið manna førleikastovuna, eru serlærari, lesivegleiðari, støddfrøðivegleiðari, orðblindalærari og AKT-lærari.
§ 4. Skúlavegleiðari, skúlabókavørður, SSP-lærari, KT-vørður, heilsufrøðingur, flokslærari og annars onnur starvsfólk skúlans eru knýtt at førleikastovuni í mun til ávísu málini, ið arbeitt verður við og tørvin hjá einstaka næminginum og ella flokkinum.
Stk. 2. Onnur fakøki eiga eftir tørvi at verða knýtt at teimum átøkum, førleikastovan samskipar og skúlin setur í verk.
Stk. 3. Flokslærari ella flokstoymið verða tikin við upp á ráð í øllum málum viðvíkjandi átøkum hjá næmingum og flokkum.
Uppgávur
§ 5. Uppgávurnar hjá førleikastovunum eru:
1) at menna gott læruumhvørvi og námsfrøðilig amboð og,
2) at vegleiða og ráðgeva lærarum í fakligum, námsfrøðiligum og sernámsfrøðiligum spurningum,
3) at luttaka í kanningum og útgreinandi virksemi,
4) at veita ráðgeving í sambandi við at gera læruætlan fyri einstakar næmingar, sbr. § 2, stk. 6 í kunngerð um serundirvísing, sernámsfrøðilig átøk og sernámsfrøðiligan stuðul,
5) at skipa og samskipa sernámsfrøðiliga arbeiðið í skúlanum í samstarvi við skúlaleiðaran og Sernám, og
6) luttaka í námsfrøðiligum støðuroyndum og eftirmetingum.
Samstarv við aðrar stovnar
§ 6. Í samráð við leiðslu skúlans samskipar førleikastovan samstarvið um einstakar næmingar við barnagarðar, aðrar skúlar, Sernám, Almannaverkið, barnaverd, Psykiatriska Depilin, Gigni, avvarðandi, næmingin o.o.
Leiðarin
§ 7. Skúlastjórin setur leiðara at leiða og samskipa arbeiðið í førleikastovuni.
Stk. 2. Leiðarin, sum skal vera útbúgvin lærari, skal hava eftirútbúgving sum serlærari ella hava aðra hóskandi eftirútbúgving.
Stk. 3. Leiðarin skipar føstu ráðleggingarfundirnar sbrt. § 2, stk. 6 og 7.
Stk. 4. Leiðarin skal samskipa samstarvið við aðrar skúlar og stovnar sbrt. § 6.
Stk. 5. Leiðari hevur ábyrgdina av at fylgja við, at avtalur við aðrar skúlar og stovnar sbrt. § 6 verða hildnar.
Stk. 6. Leiðarin samskipar luttøku skúlans á sernámsfundum við Sernám.
Serlærari
§ 8. Arbeiðsøkið hjá serlæraranum í førleikastovuni er:
1) at samskifta, ráðgeva og vegleiða starvsfólki skúlans og leiðslu í sambandi við sernámsfrøðilig átøk,
2) at í samráð við leiðslu skúlans seta í verk og samskipa sernámsfrøðilig átøk og fylgja gongdini,
3) at samskifta, ráðgeva og vegleiða um tilfar, hjálpartól o.a. til næmingar, ið hava tørv á hesum í undirvísingini og til próvtøkur og eftirmeting av undirvísingini,
4) at vegleiða, samskipa og samskifta við leiðslu og lærarar um próvtøkur eftir serligari fyriskipan og um støðumetingarskjal, og
5) at fylgja gongdini hjá næmingum, ið eru greinaðir fyri serligan tørv.
Lesivegleiðari
§ 9. Arbeiðsøkið hjá lesivegleiðaranum í førleikastovuni er:
1) at ráðgeva og samskipa arbeiði skúlans í sambandi við lesimenning,
2) at í samráð við leiðslu skúlans vera við til at seta lesing á dagsskránna í øllum lærugreinum og orða og menna lesipolitikk skúlans,
3) at ráðgeva og vegleiða lærararum at skipa næmingalagaða undirvísing í lesing og veita kunning til foreldur um lesimenning,
4) at seta í verk styttri undirvísingarátøk fyri lesi- og skriviveik, og
5) at í samstarvi við serlærara og orðblindalærara taka og rætta lesiroyndir í innskúling og miðdeild og vegleiða í sambandi við úrslit av lesiroyndum.
Støddfrøðivegleiðari
§ 10. Arbeiðsøkið hjá støddfrøðivegleiðaranum í førleikastovuni er:
1) at ráðgeva og samskipa arbeiði skúlans í støddfrøði,
2) at vegleiða leiðslu og starvsfólk skúlans um innihald, háttalag og tilfarsval í støddfrøði,
3) at í samráð við leiðslu skúlans vera við til at orða og menna støddfrøðiundirvísing skúlans,
4) at fylgja við í eftirmetingum í støddfrøði og vegleiða í sambandi við úrslit í royndum, og
5) at seta í verk styttri undirvísingarátøk og menningarátøk í støddfrøði.
Orðblindalærari
§ 11. Arbeiðsøkið hjá orðblindalærarum í førleikastovuni er, at:
1) undirvísa næmingum við orðblindatrupulleikum,
2) ráðgeva og vegleiða næmingum, foreldrum, lærarum og leiðslu í sambandi við orðblindni,
3) gera yvirlitiskanningar og einstaklingakanningar av næmingum í 3. flokki,
4) vegleiða námsfrøðiliga viðvíkjandi CD orð og øðrum tøkniligum forritum, og
5) útvega tilfar, fyrireika og førleikamenna øki.
Akt-lærari
§ 12. Arbeiðsøkið hjá AKT-lærarum í førleikastovuni er at:
1) tosa við flokkar um trivnað, skipa fyri tiltøkum at fremja trivnað og fyribyrgja happing í samráð og samstarvi við flokslærarar og flokstoymið,
2) eygleiða, hvussu samskift verður og veita vegleiðing í hesum sambandi,
3) vegleiðing og hjálp viðvíkjandi næmingasamrøðum, floksfundum og foreldrafundum,
4) samrøða við einstakar næmingar, bólkar og foreldur, og
5) gera AKT-virkisætlan saman við lærarum fyri hvønn einstakan næming/flokk við støði í eygleiðing og samrøðum.
Gildiskoma
§ 13. Henda kunngerð kemur í gildi 1. august 2019.
Mentamálaráðið, 2. juli 2019
Hanna Jensen (sign.)
landsstýrismaður
/ Poul Geert Hansen (sign.)