12. november 2008Nr. 95
Kunngerð um skilmarking av hugtakinum lýsing sbrt. marknaðarføringslógini
Við heimild í § 4, stk. 2 í løgtingslóg nr. 19 frá 8. mai 2008 um marknaðarføring, verður ásett:
§ 1. Ein lýsing verður skilmarkað sum:
1) øll kunning um vørur og tænastur og
2) øll kunning um vøru- og tænastuveitarar, ið lýsarar ella lýsingafyritøkur á einhvønn hátt senda ella varpa út til brúkarar, ella á annan hátt royna at gera brúkarar varar við.
§ 2. Upplýsandi tilfar, sum fylgir við eini vøru, ella tilfar, so sum faldarar og bløð, sum brúkarin persónliga fær frá tí vinnurekandi, eftir at brúkarin sjálvur hevur vent sær til tann vinnurekandi, kemur ikki undir hugtakið lýsing sambært marknaðarføringslógini.
§ 3. Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2009.
Vinnumálaráðið, 12. november 2008
Johan Dahl (sign.)
landsstýrismaður
/ Arne Poulsen (sign.)