25. juni 2009Nr. 95
Kunngerð um árligt gjald fyri umsitingina av alilógini
Við heimild í § 10 a í løgtingslóg nr. 70 frá 9. juni 1988 um aling av fiski v.m., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 127 frá 22. desember 2008, verður ásett:
§ 1. Fyri hvørt aliloyvi til at ala fisk skal loyvishavarin rinda eitt árligt gjald upp á kr. 8000 fyri umsitingina av alilógini.
Stk. 2. Undantikin gjaldinum eftir stk. 1 eru lívfiskaaliloyvi og granskingar- og royndaraliloyvi.
§ 2. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Vinnumálaráðið, 25. juni 2009
Johan Dahl (sign.)
landsstýrismaður
/ Maria Róin (sign.)