Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Uttanríkis- og vinnumálaráðið
  • Útgávudagur: 10-07-2015
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2015 A - Kunngerð 96 frá 1. juli 2015
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

1. juli 2015Nr. 96

Kunngerð um ársgjøld fyri skráseting í skipaskránni og farskránni

Við heimild í § 8, stk. 2 og 3 og § 43, stk. 2 í løgtingslóg nr. 9 frá 5. mars 1970 um skráseting av skipum, sum broytt við løgtingslóg nr. 63 frá 15. mai 2014, verður ásett:

§ 1. Eigari av skipi ella báti, sum er skrásett í føroysku skipaskránni ella farskránni, skal gjalda eitt ársgjald fyri hvørt einstakt skip ella bát, sum er skrásettur.

Stk. 2. Ársgjaldið er ásett við støði í skrásettu bruttotonnaguni á skipi ella báti.

Stk. 3. Ársgjaldið er:

1)   200 kr. fyri skip ella bát minni enn 15 BT,

2)   1.500 kr. fyri skip millum 15 og 500 BT,

3)   2.400 kr. fyri skip á 500 BT ella størri.

§ 2. Fyri skip, ið ikki hava mált bruttotonnagu, ella bara hava mált bruttoregistartonnagu, er ársgjaldið 200 kr.

Stk. 2. Bátar, ið eru minni enn 20 føtur ella 6,28 metrar eru ikki fevndir av gjaldinum í § 1, stk. 3.

§ 3. Skip, ið sbrt. leigusáttmála eftir kunngerð um leiguskráseting av skipum eru skrásett í útlendskari skipaskrá, og fyribils hava annað flagg enn føroyskt, eru ikki fevnd av ásetingunum í §§ 1 og 2.

§ 4. Skrásettur eigari av skipi ella báti hevur skyldu at rinda ársgjaldið til Skipaskrásetingina.

Stk. 2. Er eigarin av skipinum ella bátinum partreiðarí, bera partreiðararnir samábyrgd.

Stk. 3. Er eigarin av skipinum ella bátinum kommanditfelag, íognarfelag ella annað felag við avmarkaðari ábyrgd, samábyrgdast viðkomandi luttakarar ella eigarar fyri ársgjaldið.

Stk. 4. Er skipið skrásett grundað á eina leiguavtalu, er tað skrásetti leigarin av skipinum, sum skal rinda ársgjaldið.

§ 5. Ársgjaldið fellur til gjaldingar á hvørjum árið tann 1. februar, og fevnir um tíðarskeiðið til og við 31. januar árið eftir. Tann, sum er skrásettur eigari tann 1. januar, hevur skyldu til at rinda árliga gjaldið fyri alt árið.

Stk. 2. Fyri árið 2015 fellur ársgjaldið til gjaldingar tann 1. september, og fevnir um tíðarskeiðið til og við 31. januar árið eftir. Tann, sum er skrásettur eigari tann 1. juli 2015, hevur skyldu til at rinda ársgjaldið.

§ 6. Ársgjaldið skal gjaldast til Skipaskrásetingina. Skipaskrásetingin sendur út rokning við gjaldsfreist áðrenn ásettu dagfesting sbrt. § 5.

§ 7. Verður ásetta gjaldsfreistin ikki hildin, verður álagt eykagjald á 100 kr. til Skipaskrásetingina fyri tær eyka útreiðslur, ið standast av at senda út áminningarskriv.

Stk. 2. Um ársgjaldið og eyka gjøld sbrt. stk. 1 ikki eru goldin, verða tey innheintað við panting, sambært § 8, stk. 4 í løgtingslógini.

Gildiskoma

§ 8. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

 

Vinnumálaráðið, 1. juli 2015

 

Johan Dahl (sign.)

landsstýrismaður

/ Gunnleyg Árnafjall (sign.)