Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Uttanríkis- og mentamálaráðið
  • Útgávudagur: 04-07-2019
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2019 A - Kunngerð 96 frá 2. juli 2019
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

2. juli 2019Nr. 96

Kunngerð um útbúgving til heilsuhjálpara, heilsurøktara og námsfrøðiligan hjálpara

Við heimild í § 6, § 11, stk. 1, § 15, stk. 2, §§ 19 og 20, § 22, stk. 2 og 3, § 23, stk. 3 og § 29, stk. 2 í løgtingslóg nr. 42 frá 26. apríl 2019 um heilsuhjálparaútbúgving, heilsurøktaraútbúgving og námsfrøðiliga hjálparaútbúgving verður ásett:

Kapittul 1

Inngangur

Skipan

§ 1. Ástøðiligi útbúgvingarparturin fevnir um yrkislærugreinir, almennar lærugreinir og vallærugreinir. Yrkislærugreinirnar eru serstakar fyri hvørja útbúgving sær. Almennu lærugreinirnar stuðla í sínari heild fakligu málunum í hvørjari útbúgving sær. Vallærugreinirnar eru við til at menna fakligu førleikar næmingsins.

§ 2. Undirvísingin verður í høvuðsheitinum skipað sum evnisundirvísing, ið skal geva næminginum heildarfatan av samanhangi millum lærugreinirnar og eina heildarfatan av yrkisfakligu krøvunum og menna persónligu førleikar næmingsins.

Stk. 2. Evnisundirvísing tekur støði í verkligum spurdómum, sum fyri heilsuútbúgvingarnar er at finna innan almannaøki, kommunala økið og heilsuøkið og sum fyri námsfrøðihjálparaútbúgvingina er at finna innan dagstovnaøkið, forskúlaøkið og skúlaøkið, frítíðartilboð og innan almannaøkið.

Stk. 3. Undirvísingin verður løgd til rættis sum toymisarbeiði, og allir lærarar skulu í samstarvi gera eina felags samskipaða undirvísingarætlan fyri hvørt skúlaskeið sær.

Stk. 4. Kunningartøkni er kravdur táttur í allari undirvísing, og næmingurin skal duga at nýta kunningartøkni í fakligum eins og í yrkisfakligum høpi.

Starvsligi útbúgvingarparturin

§ 3. Starvsligi útbúgvingarparturin fyri heilsuútbúgvingarnar fer fram í kommununum, í almannaverkinum og í heilsuverkinum. Partar av starvsvenjingini kunnu fara fram í venjingarstovu.

Stk. 2. Starvsligi parturin fyri námsfrøðihjálparaútbúgvingina fer fram á dagstovnaøkinum, forskúlaøkinum, skúlaøkinum, frítíðartilboðum og í almannaverkinum. Partar av starvsvenjingini kunnu fara fram í venjingarstovu.

Stk. 3. Starvsvenjingarstaðið hevur ábyrgd av starvsliga útbúgvingarpartinum.

Stk. 4. Heilsuskúli Føroya tekur stig til samstarv við starvsvenjingarstøð. Starvsvenjingarstaðið leggur í samstarvi við skúlan starvsvenjingina til rættis sambært námsskipanini.

Stk. 5. Starvsliga útbúgvingin og vegleiðingin um hana verða lagdar soleiðis til rættis, at tær stuðla næminginum í at ogna sær vitan, hegni og førleikar við atliti at útbúgvingini og arbeiðnum innan økini eru nevnd stk. 1 og 2.

Stk. 6. Starvsvenjingarstaðið hevur skyldu til eina og hvørja tíð at boða skúlanum frá, um mett verður, at einstaki næmingurin ikki fer at røkka málunum fyri hvørja starvsvenjingareind sær.

Stk. 7. Kunningartøkni er kravdur táttur sum samskiftisamboð og skjalprógvingaramboð í sambandi við starvsvenjing, sum verður nærri lýst í námsskipanunum.

Kapittul 2

Útbúgvingarætlan

§ 4. Við útbúgvingarbyrjan ger einstaki næmingurin í samstarvi við Heilsuskúla Føroya eina persónliga útbúgvingarætlan.

Stk. 2. Útbúgvingarætlanin skal saman við útbúgvingarbók næmingsins gera fakligu og persónligu læringarmál næmingsins sjónlig og stuðla læringartilgongdini.

Stk. 3. Útbúgvingarætlanin verður støðugt endurskoðað við atliti at persónligu og fakligu menning næmingsins. Endurskoðanin tekur støði í ítøkiligu læringartilgongd næmingsins.

§ 5. Heilsuskúli Føroya hevur við útbúgvingarbyrjan ábyrgd av, at allir næmingar fáa útbúgvingarbók, og er Heilsuskúli Føroya næmingunum til hjálpar at skipa útbúgvingarbókina.

Stk. 2. Í útbúgvingarbókini eru útbúgvingargongdirnar lýstar í sínari heild, eins og øll útbúgvingarskjøl verða goymd í henni, so einstaki næmingurin kann skjalprógva sína læringartilgongd í teimum ymsu útbúgvingareindunum.

Stk. 3. Í útbúgvingarbókini hjá einstaka næminginum verða persónliga útbúgvingarætlan næmingsins og ummælini frá starvsvenjingarstøðunum goymd. Harumframt verða onnur skjøl, ið eru knýtt at starvsvenjingini, goymd í útbúgvingarbókini.

Stk. 4. Næmingurin hevur ábyrgd av síni útbúgvingarbók, og at hon verður dagførd.

Stk. 5. Í námsskipanini er nærri lýsing um, hvussu útbúgvingarbókin verður skipað, hvussu hon verður førd, og hvat hon fevnir um.

§ 6. Útbúgvingarbók og útbúgvingarætlan skulu tryggja, at einstaki næmingurin hevur yvirlit yvir útbúgvingargongd sína og yvir fakligu og persónligu menning sína í útbúgvingini. Útbúgvingarbókin er samstarvsamboð hjá næmingi, lærara og vegleiðara á starvsvenjingarstøðunum.

§ 7. Útbúgvingarbók má ikki fevna um viðkvæmar persónsupplýsingar sambært løgtingslóg um viðgerð av persónsupplýsingum.

Kapittul 3

Næmingaskyldur og rættindi

§ 8. Næmingarnir hava møtiskyldu, bæði í ástøðiligu og starvsligu útbúgvingarpørtunum.

Stk. 2. Heilsuskúli Føroya kunnar næmingarnar um møtiskylduna og um avleiðingarnar, um møtiskyldan ikki verður hildin.

§ 9. Leiðarin fyri Heilsuskúla Føroya sær til, at næmingarnir í teimum einstøku flokkunum og bólkunum fáa í minsta lagi 90% av tí ásetta tímatalinum í námsætlanini.

Stk. 2. Leiðarin fyri Heilsuskúla Føroya ger skipan fyri, hvussu skráseting av teimum ásettu klokkutímunum, sum næmingarnir hava krav uppá, verður framd í skúlanum.

Stk. 3. Næmingarnir skulu hava atgongd til at síggja yvirlit yvir hildnar tímar í mun til ásetta kravið um klokkutímatal.

§ 10. Leiðarin fyri Heilsuskúla Føroya hevur ábyrgd av, at fráveran, sama av hvørjum slag hon er, verður skrásett og gjørd upp so hvørt bæði fyri ástøðiliga og starvsliga partin, og at mannagongd viðvíkjandi fráveruuppgerð er øllum næmingum, starvsfólkum í skúlanum og starvsvenjingarstøðunum kunnug.

Stk. 2. Hjá einstaka næminginum er fráveruuppgerðin í ástøðiliga partinum galdandi fyri samlaðu útbúgvingargongdina, og fráveruuppgerðin í starvsliga partinum er galdandi fyri hvørja starvsvenjingareind sær.

Stk. 3. Vantandi innlating av skrivligum avrikum verður skrásett og viðgjørd sambært námsskipan skúlans.

Stk. 4. Einstaki næmingurin skal í talgildum líki hava møguleika at eftirkanna fráveru sína.

§ 11. Næmingurin fær tvær ávaringar fyri fráveru.

Stk. 2. Um fráveran í útbúgvingargongdini fer upp um 10% av lisna tímatalinum í hvørjari lærugrein, fær næmingurin fyrru ávaring. Skúlin ger skipan fyri, hvussu skjalprógvast kann, at næmingurin hevur fingið ávaringina. Um næmingurin er undir 18 ár, fær eisini foreldramyndugleikin skrivliga ella talgilda fráboðan um ávaringina.

Stk. 3. Um næmingurin við eini seinni uppgerð ikki hevur tikið ávaringina til eftirtektar, fær næmingurin seinnu ávaring. Skúlin ger skipan fyri, hvussu skjalprógvast kann, at næmingurin hevur fingið ávaringina. Um næmingurin er undir 18 ár, fær eisini foreldramyndugleikin skrivliga ella talgilda fráboðan um ávaringina. Næmingurin fær bert tvær ávaringar.

Stk. 4. Um næmingurin við eftirfylgjandi fráveruuppgerð framhaldandi ikki hevur tikið ávaringarnar til eftirtektar, og fráveran framvegis er meira enn 10% av lisnum tímum í hvørjari lærugrein sær, verða agatiltøk sett í verk sambært § 16, stk. 1, nr. 3.

§ 12. Leiðarin fyri Heilsuskúla Føroya kann í samráð við starvsvenjingarstaðið taka avgerð um, at skipað verður fyri eyka starvsvenjing, so næmingur, ið orsakað av fráveru av serligum, skjalprógvaðum orsøkum ikki hevur rokkið tímatalið í einari ella fleiri starvsvenjingareindum, fær kravda tímatalið.

§ 13. Leiðarin fyri Heilsuskúla Føroya kann í heilt serligum føri og við støði í einari ítøkiligari meting loyva næmingi, ið av heilsuávum er burturstaddur frá undirvísingini, ella sum hevur verið fyri álvarsligum lívstilburði, at fara til próvtøku eftir vanligum treytum, hóast ásetingarnar í §§ 8-11.

§ 14. Næmingurin skal fylgja skilhaldsreglum skúlans. Leiðarin fyri Heilsuskúla Føroya kunnar við skúlaársbyrjan næmingarnar um reglurnar og um avleiðingarnar, um reglurnar ikki verða fylgdar.

§ 15. Leiðarin fyri Heilsuskúla Føroya kann geva næmingi námsfrøðiliga ábreiðslu og rættleiðing um brotið á skilhaldsreglurnar ikki er álvarsligt.

Kapittul 4

Skilhald

§ 16. Leiðarin fyri Heilsuskúla Føroya ásetur skilhaldsreglur at galda fyri næmingar skúlans. Reglurnar skulu í minsta lagi fevna um:

1)   atferð, samveru, virðing o.t.,

2)   mannagongdir í sambandi við skráseting av næmingafráverum og fráveruorsøkum, og

3)   møgulig agatiltøk.

Stk. 2. Møgulig agatiltøk skulu altíð vera rímilig og hóskandi í mun til brotið á skilhaldsreglurnar og kunnu fevna um:

1)   Námsfrøðiliga ábreiðslu og rættleiðing,

2)   at geva næmingi skrivliga ávaring, og

3)   burturvísing.

Kapittul 5

Lestrarvirkni og agatiltøk

§ 17. Metir leiðarin fyri Heilsuskúla Føroya, at námsfrøðilig ábreiðsla og rættleiðing ikki hjálpir næmingi, sum brýtur lestrarreglurnar og skilhaldsreglurnar, kann hann nýta hesi agatiltøk:

1)   Geva næmingi skrivliga ávaring,

2)   geva Studna boð um, at næmingurin ikki er lestrarvirkin sambært § 3 í løgtingslóg um lestrarstuðul, og

3)   burturvísing.

§ 18. Agatiltøk eftir § 17, stk. 1, nr. 2 og 3 kunnu bert verða sett í verk eftir meting leiðara útbúgvingarstovnsins, og bert um næmingurin fyrst hevur fingið skrivliga ávaring, sbr. § 17, stk. 1, nr. 1.

Stk. 2. Um brotið á og skilhaldsreglurnar er serliga álvarsamt, kann agatiltak verða sett í verk, hóast eingin skrivlig ávaring er givin frammanundan.

Kapittul 6

Heilsuhjálparaútbúgvingin

§ 19. Starvsligi útbúgvingarparturin fevnir um ymisk starvsøki í kommunala eldraøkinum, har næmingurin fær upplæring og fjølbroyttar arbeiðsroyndir innan virkni, stuðul, røkt og umsorgan.

Stk. 2. Starvsligi útbúgvingarparturin verður lýstur í námsskipan, sum skúlin ger sambært kapittul 9.

§ 20. Ástøðiligi útbúgvingarparturin verður lýstur í námsskipan, sum skúlin ger sambært kapittul 9.

§ 21. Námsætlanir fyri yrkislærugreinirnar, almennu lærugreinirnar og vallærugreinirnar eru at finna í námsskipan hjá Heilsuskúla Føroya. Málini fyri starvsligu eindirnar eru somuleiðis at finna í námsskipan hjá Heilsuskúla Føroya.

Kapittul 7

Heilsurøktaraútbúgvingin

§ 22. Starvsligi útbúgvingarparturin fevnir um upplæring og fjølbroyttar arbeiðsroyndir innan virkni, stuðul, umsorgan, heilsurøkt og sjúkrarøkt og verður lagdur soleiðis til rættis, at allir yrkisførleikar verða javnbjóðis umboðaðir á tann hátt, at 1/3 fer fram í primerøkinum, 1/3 á somatiskum øki og 1/3 á psykiatriska økinum.

Stk. 2. Starvsligi útbúgvingarparturin verður lýstur í námsskipan, sum skúlin ger sambært kapittul 9.

§ 23. Ástøðiligi útbúgvingarparturin verður lýstur í námsskipan, sum skúlin ger sambært kapittul 9.

§ 24. Námsætlanir fyri yrkislærugreinirnar, almennu lærugreinirnar og vallærugreinirnar eru at finna í námsskipan hjá Heilsuskúla Føroya. Málini fyri starvsligu eindirnar eru somuleiðis at finna í námsskipanini hjá Heilsuskúla Føroya.

Kapittul 8

Námsfrøðihjálparaútbúgvingin

§ 25. Starvsligi útbúgvingarparturin fevnir um starvsøki innan námsfrøði í dagstovnum, skúlum og frítíðartilboðum umframt innan almannaøkið, har næmingurin fær upplæring og fjølbroyttar námsfrøðiligar arbeiðsroyndir innan menning, virkni og umsorganaruppgávur.

Stk. 2. Starvsligi útbúgvingarparturin verður lýstur í námsskipan, sum skúlin ger sambært kapittul 9.

§ 26. Ástøðiligi útbúgvingarparturin verður lýstur í námsskipan, sum skúlin ger sambært kapittul 9.

§ 27. Námsætlanir fyri yrkislærugreinirnar, almennu lærugreinirnar og vallærugreinirnar eru at finna í námsskipan hjá Heilsuskúla Føroya. Málini fyri starvsligu eindirnar eru somuleiðis at finna í námsskipan hjá Heilsuskúla Føroya.

Kapittul 9

Námsskipanir

§ 28. Heilsuskúli Føroya ger námsskipanir og námsætlanir fyri útbúgvingarnar, og Útbúgvingarráðini fyri útbúgvingarnar ummæla hesar, áðrenn tær verða sendar Mentamálaráðnum til góðkenningar.

Stk. 2. Í námsskipanunum ger Heilsuskúli Føroya nærri ásetingar um, hvussu útbúgvingarnar verða lagdar til rættis.

Stk. 3. Broytingar í námsskipanunum skulu ummælast í Útbúgvingarráðunum og síðani góðkennast av Mentamálaráðnum.

Kapittul 10

Avriksflutningur

§ 29. Næmingur kann eftir skrivliga umsókn til Heilsuskúla Føroya í seinasta lagi 14 dagar eftir útbúgvingarbyrjan søkja um at fáa avriksflutning:

1)   í einari ella fleiri almennum lærugreinum í útbúgvingunum, um hann hevur lokið lærugreinina ella lærugreinirnar á sama ella hægri stigi, og um hann hevur fingið í minsta lagi talmetið 02 í lærugreinini til próvtøku ella í endaligum ársmeti,

2)   í einari ella fleiri yrkislærugreinum, um hann kann skjalprógva, at hann hevur samsvarandi kunnleika í yrkislærugreinini ella yrkislærugreinunum ella

3)   í eindum ella í pørtum av eindum í starvsliga útbúgvingarpørtunum, um hann kann skjalprógva samsvarandi kunnleika á yrkisøkinum.

Stk. 2. Um næmingur fær avriksflutning sambært stk. 1, nr. 1 og 2, skal einki próvtal skrivast í prógvið fyri lærugreinina, har avriksflutningur er farin fram, men tilskilast skal ARF fyri avriksflutning, og í viðmerkingarteiginum í próvnum skal tilskilast, við støði í hvørjum avriksflutningur er framdur.

Stk. 3. Um næmingur fær avriksflutning sambært stk. 1, nr. 3, skal í viðmerkingarteiginum tilskilast, við støði í hvørjum, avriksflutningur er framdur.

Kapittul 11

Eftirmeting

§ 30. Í almennu lærugreinunum og í yrkislærugreinunum verður fakliga støði næmingsins eftirmett við:

1)   talmeti, ið verður givið ávegis í hvørjari lærugrein sær sambært námsskipanini, og lýsir talmetið fakliga løtustøði næmingsins ávegis í útbúgvingareindini,

2)   endaligum støðumeti, ið verður givið í hvørjari lærugrein sær, og lýsir støðumetið fakliga støði næmingsins við undirvísingarlok í lærugreinunum, og

3)   próvtali, ið verður givið í sambandi við próvtøku.

Stk. 2. Í starvsliga útbúgvingarpartinum verður fakliga støði næmingsins eftirmett fyri hvørja eind sær í mun til tey mál, sum eru fyri ávísu eindirnar. Eftirmetingin verður skipað á henda hátt:

1)   ávegis skipaðar samrøður millum næming og starvsvenjingarvegleiðara, og

2)   støðumeting, ið er ein samanfatandi eftirmeting av yrkisligum og persónligum førleikum næmingsins, sum tilskilar, um næmingurin hevur:

a)    staðið, ella

b)    ikki staðið.

Stk. 3. Starvsvenjingarstaðið sendir við starvsvenjingarlok Heilsuskúla Føroya avrit av støðumetingini, og næmingurin fær frumrit av skjølunum at goyma í útbúgvingarbókini.

Stk. 4. Í vallærugreinunum verður næmingurin mettur staðin ella ikki staðin.

§ 31. Fyri at kunna fara í starvsvenjing skal næmingur í ástøðiliga útbúgvingarpartinum í talmeti hava fingið í minsta lagi 02 í øllum yrkislærugreinunum hvør sær, og í teimum almennu lærugreinunum skal talmetið verða 02 í miðal. Í heilsurøktaraútbúgvingini skal náttúrulæra vera staðin við í minsta lagi talmetinum 02.

Stk. 2. Um næmingur fær avriksflutning í einari ella fleiri lærugreinum skal hann í minsta lagi hava 02 í miðal í øllum lærugreinum. Tó skulu yrkislærugreinir standast hvør sær.

Stk. 3. Næmingur, sum ikki stendur ástøðiliga útbúgvingarpartin, kann bert taka ástøðiliga útbúgvingarpartin umaftur eina ferð.

Stk. 4. Næmingur, sum hevur verið til próvtøku tvær ferðir sambært stk. 2, kann, um heilt serligar umstøður gera seg galdandi, skrivliga søkja leiðaran fyri Heilsuskúla Føroya um at fara til próvtøku eina triðu ferð.

Stk. 5. Leiðarin fyri Heilsuskúla Føroya ger tilmæli í málinum og sendir Mentamálaráðnum umsókn næmingsins saman við tilmælinum. Mentamálaráðið tekur endaliga avgerð í málinum.

§ 32. Hvør eind í starvsliga útbúgvingarpartinum skal vera staðin, fyri at næmingurin kann halda áfram í útbúgvingini.

Stk. 2. Næmingur, ið ikki stendur eina eind í starvsliga útbúgvingarpartinum, kann taka eindina ella partar av eindini umaftur fyri at lúka málini í eindini. Leiðarin fyri Heilsuskúla Føroya tekur í samráð við næming og starvsvenjingarpláss avgerð um hetta.

Stk. 3. Næmingur, sum ikki stendur eina eind, kann bert taka eindina umaftur eina ferð.

Kapittul 12

Próvtøka

§ 33. Fyri at fara til próvtøku skal næmingurin við undirvísingarlok hava fingið í minsta lagi 02 í endaligum støðumetum í hvørjari yrkislærugrein sær, og fingið 02 í miðal av øllum endaligu støðumetunum í almennu lærugreinunum. Í heilsurøktaraútbúgvingini skal náttúrulæra verða staðin við í minsta lagið talmetinum 02.

Stk. 2. Fyri at fara til próvtøku skal næmingurin hava latið inn alt kravt skrivligt avrik sambært ásetingum skúlans.

§ 34. Leiðarin fyri Heilsuskúla Føroya ella ein av honum heimilaður persónur skal vera til staðar í skúlanum, meðan próvtøka fer fram.

Stk. 2. Farið verður til próvtøku við undirvísingarlok ella útbúgvingarlok sambært námsskipanini.

Stk. 3. Í øllum trimum útbúgvingunum verður farið til munnliga próvtøku í einari skrivligari tvørgreinaligari uppgávu í yrkislærugreinunum ella í verkætlan, sum næmingarnir gera einsæris ella í bólki.

Stk. 4. Í heilsuhjálparaútbúgvingini skal næmingurin til próvtøku í einari lærugrein, sum Mentamálaráðið tekur út, umframt munnligari próvtøku í tvørgreinaligu uppgávuni.

Stk. 5. Í heilsurøktaraútbúgvingini skal næmingurin til próvtøku í 5 lærugreinum. Einstaki næmingurin skal til munnliga próvtøku í verkætlan, munnlig próvtøka í heilivágslæru, munnlig próvtøka í náttúrulæru, umframt munnlig ella skrivlig próvtøka í føroyskum og enskum, sum Mentamálaráðið tekur út.

Stk. 6. Í námsfrøðiligu hjálparaútbúgvingini skal næmingurin til próvtøku í 3 lærugreinum. Einstaki næmingurin skal til munnliga próvtøka í verkætlan og munnliga próvtøka í einari yrkislærugrein. Harumframt munnlig ella skrivlig próvtøka í føroyskum ella munnlig próvtøku í enskum ella samfelagslæru, sum Mentamálaráðið tekur út.

Stk. 7. Kravið fyri at standa útbúgving sambært kapittul 6-8 er, at endaliga próvtøkuúrslitið er í minsta lagi 02. Harumframt skal próvtalið í yrkislærugreinum og í endaligu uppgávuni og verkætlan vera í minsta lagi 02.

Stk. 8. Nærri reglur um próvtøkurnar eru lýstar í kunngerð um próvtøkur í heilsuútbúgvingunum.

Kapittul 13

Leiðsla og lærarar

§ 35. Leiðarin fyri Heilsuskúla Føroya hevur ábyrgdina av øllum námsfrøðiligum virksemi og próvtøkum í Heilsuskúla Føroya mótvegis landsstýrismanninum.

Stk. 2. Leiðarin fyri Heilsuskúla Føroya leiðir og býtir arbeiðið millum lærarar og starvsfólk í skúlanum og tekur allar ítøkiligar avgerðir viðvíkjandi næmingum, har ímillum um upptøku av umsøkjarum.

§ 36. Setan av lærara á Heilsuskúla Føroya er treytað av, at viðkomandi hevur í minsta lagi bachelorútbúgving innan almanna og heilsuøkið ella innan námsfrøðiliga økið, ella samsvarandi útbúgving, umframt í minsta lagi 2 ára viðkomandi arbeiðsroyndir innan sítt yrki.

Stk. 2. Lærarar skulu innan 2 ár frá setanardegi taka námsfrøðiliga útbúgving fyri lærarar á miðnámsskúlum, yrkisskúlum, og vinnuskúlum.

Stk. 3. Lærari, sum er settur í fast starv, áðrenn henda kunngerðin er komin í gildi, og sum ikki hevur í minsta lagi bachelorútbúgving á almannaøkinum og heilsuøkinum ella námsfrøðiliga økinum ella samsvarandi, skal taka ískoytisútbúgving, so fakligi førleikin verður á bachelorstøði.

Stk. 4. Leiðarin fyri Heilsuskúla Føroya ger saman við viðkomandi lærara tíðarætlan fyri, nær møgulig ískoytisútbúgving skal vera lokin.

Stk. 5. Í almennum lærugreinum á D-stigi skal lærari í avvarðandi lærugrein hava í minsta lagi lokið linjugreinalestur frá einum læraraskúla. Lærari, sum undirvísur á gymnasialum stigi, skal, fyri at verða settur í starv, hava neyðugu fakligu førleikarnar sambært galdandi ásetingum um fakligan førleika fyri ta lærugrein, hann skal undirvísa í.

Kapittul 14

Vegleiðing, fakligur stuðul og frávik

§ 37. Heilsuskúli Føroya veitir næmingunum persónliga vegleiðing um lestrarviðurskifti umframt yrkisvegleiðing og útbúgvingarvegleiðing, m.a. við atliti at framhaldandi útbúgvingarmøguleikum og arbeiðsmøguleikum.

§ 38. Heilsuskúli Føroya kann í styttri tíðarskeið bjóða næmingi við avmarkaðum fakligum førleika fakligan stuðul. Avgerð um fakligan stuðul verður tikin í samráð við næmingin og við støði í einari ítøkiligari, fakligari meting av førleika næmingsins.

Kapittul 15

Serstøk undirvísing

§ 39. Heilsuskúli Føroya kann bjóða næmingi, ið ber sálarligt ella likamligt brek, ella sum hevur aðrar avbjóðingar við innlæring, sernámsfrøðiligan stuðul.

Stk. 2. Verður tørvurin ávístur, eftir at skúlagongdin er byrjað, verða hjálpartiltøk framd skjótast til ber.

Stk. 3. Í tann mun tilvísing til sernámsfrøðiliga hjálp hevur við sær, at aðrir stovnar skulu verða tiknir við upp á ráð, hevur skúlin ábyrgdina av, at hetta verður gjørt.

§ 40. Við støði í tørvinum og í samráð við næmingin ger skúlin eina virkisætlan fyri næmingin.

Stk. 2. Skúlin ger kostnaðarætlan fyri sernámsfrøðiligu stuðulstiltøkini, íroknað kostnaðin á hjálpitólum og hjálparmiðlum. Kostnaðarætlanin skal fevna um samlaðu útbúgvingargongd næmingsins.

Stk. 3. Skúlin kann við støði í staðfesta tørvinum hjá næminginum søkja Mentamálaráðið um játtan til sernámsfrøðiligu tiltøkini.

Kapittul 16

Royndar og menningarvirksemi

§ 41. Heilsuskúli Føroya kann við støði í einari ítøkiligari og gjølliga lýstari ætlan søkja landsstýrismannin um góðkenning av royndarvirksemi og menningarvirksemi.

Stk. 2. Royndarvirksemið og menningarvirksemið má ikki minka um møguleikar næminganna at nýta teirra útbúgving í vinnuligum ella útbúgvingarligum høpi ella rættindi teirra í øðrum førum.

§ 42. Mentamálaráðið kann taka upp samráðingar við aðrar viðkomandi myndugleikar, so námsskipanirnar fyri heilsuútbúgvingarnar og námsfrøðiliga hjálparútbúgvingina sambært hesari kunngerð verða góðkendar, við atliti at autorisatión.

Kapittul 17

Kærur

§ 43. Næmingur kann kæra avgerðir skúlans í námsfrøðiligum málum til landsstýrismannin, samsvarandi § 29, stk. 1 í løgtingslógini.

Stk. 2. Er næmingurin ikki myndugur, kann foreldramyndugleikin kæra í hansara stað.

Kapittul 18

Gildiskoma

§ 44. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, samstundis fer kunngerð nr. 18 frá 4. apríl 2014 um útbúgvingar til heilsuhjálpara og heilsurøktara, sum broytt við kunngerð nr. 152 frá 5. desember 2017 úr gildi.

 

 

Mentamálaráðið, 2. juli 2019

 

Hanna Jensen (sign.)

landsstýrismaður

/ Poul Geert Hansen (sign.)