Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
3. juli 2013Nr. 96
Kunngerð um broyting í kunngerð um umsiting av landsjørð
§ 1
Í kunngerð nr. 95 frá 23. oktober 2007 um umsiting av landsjørð, sum seinast broytt við kunngerð nr. 129 frá 26. september 2011, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Inngangurin verður orðaður soleiðis:
“Við heimild í § 2, stk. 5, § 4, stk. 1 og 8, § 5, stk. 1, § 6, stk. 1 og 4, § 7, stk. 1, § 7 a, stk. 2, § 10, stk. 1 og § 11, stk. 1 í løgtingslóg nr. 45 frá 15. mai 2007 um landsjørð, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 65 frá 17. mai 2013, verður ásett:”
2. § 11, nr. 12 verður orðað soleiðis:
"12) Leiga av lítlum óinngirðaðum lendi til transformatorstøð, mastrar og antennur kr. 500,- um árið”.
3. Í § 11, nr. 14 verður “kr. 5.700,-.” broytt til: “kr. 5.700,- um árið”.
4. Í § 11 verður aftaná nr. 14, sum nýtt nr. sett:
"15) Fyri leigusáttmála millum Búnaðarstovuna og kommunu um lendi til almannagagnligt endamál kr. 5.000,- um árið. Leiguupphæddin verður prístalsviðgjørd sambært galdandi kunngjørt prístal frá Hagstovu Føroya.”
§ 2
Stk. 1. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 98 frá 22. desember 2004 um festi, sum broytt við kunngerð nr. 56 frá 10. mai 2005.
Fiskimálaráðið, 3. juli 2013
Jacob Vestergaard (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)