Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
6. november 2006Nr. 96
Kunngerð um broyting í kunngerð um forskriftir og forskriftaskyldu o.a.m.
§ 1
Í kunngerð nr. 14 frá 31. januar 1994 um forskriftir og forskriftaskyldu o.a.m., sum seinast broytt við kunngerð nr. 62 frá 28. juni 1999, verða gjørdar hesar broytingar:
1) Inngangurin verður orðaður soleiðis:
“Við heimild í § 9, § 17 og § 51, stk. 2 í løgtingslóg nr. 104 frá 5. september 1988 um apoteksverkið og heilivág, sum broytt við løgtingslóg nr. 54 frá 8. mai 1991 verður ásett:”
2) Í § 24, stk. 2 verður “, um farmaseutur ikki er á apotekinum,” strikað.
3) Aftaná § 24 verður sett:
“§ 24 a. Defektrisur, sum sbrt. siðvenju í roynd og veru hava útint arbeiði sum apoteksassistentar, verða í hesi kunngerð javnsettar við apoteksassistentar.”
4) Aftaná § 39 verður í 3. kapittul undir yvirskriftini Avgreiðsla av forskriftum sett:
“§ 39 a. Apotekarin skal orða leiðreglur, ið lýsa mannagongdir og málsræðisviðurskifti í sambandi við móttøku, avgreiðslu og útflýgging av forskriftum. Leiðreglurnar skulu góðkennast av landsapotekaranum.
Stk. 2. Apotekarin skal tryggja sær, at starvsfólk, ið avgreiða forskriftir, hava neyðuga eftirútbúgving og royndir at gera hetta á rættan hátt.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Almanna- og heilsumálaráðið, 6. november 2006
Hans Pauli Strøm (sign.)
landsstýrismaður
/ Poul Geert Hansen (sign.)