Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
7. juni 2022Nr. 96
Kunngerð um broyting í kunngerð um at skipa fiskiskapin eftir hummara í føroyskum sjógvi
(Virkisøkið broytt til vinnuligan fiskiskap)
§ 1
Í kunngerð nr. 212 frá 22. desember 2020 um at skipa fiskiskapin eftir hummara í føroyskum sjógvi verða gjørdar hesar broytingar:
1. Heitið á kunngerðini verður orðað soleiðis:
“Kunngerð
um
vinnuligan fiskiskap eftir hummara í føroyskum sjógvi”
2. Inngangurin verður orðaður soleiðis:
“Við heimild í § 22, stk. 1, § 33, § 34, stk. 1, nr. 2 og 3, stk. 2, nr. 2 og 3 og § 64, stk. 2 í løgtingslóg nr. 152 frá 23. desember 2019 um sjófeingi (Sjófeingislógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 106 frá 29. juni 2020, løgtingslóg nr. 185 frá 18. desember 2020 og løgtingslóg nr. 170 frá 21. desember 2021, verður ásett:”
3. Í § 1 verður “allan fiskiskap” broytt til: “vinnuligan fiskiskap”.
4. Í § 4 verður 2. pkt. strikað.
5. § 6, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Fiskiskapur eftir hummara sambært hesi kunngerð er bert loyvdur við fiskiførum, sum eftir skrivligari umsókn hava fingið fiskiloyvi frá Vørn.”
6. Í § 15, stk. 1 verður “§ 4, 2. pkt.,” strikað.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Fiskimálaráðið, 7. juni 2022
Árni Skaale (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)