Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
11. november 2008Nr. 96
Kunngerð um stuðul til hoyritól, sum seinast broytt við kunngerð nr. 218 frá 28. desember 2020
1) 2) Við heimild í § 30, stk. 6 í løgtingslóg nr. 72 frá 25. mai 2020 um almannatrygd og tænastur verður ásett:
Kapittul 1
Hoyritól
§ 1. Stuðul til hoyritól verður veittur til persónar, sum hava varandi niðursetta hoyrn og eru vístir til hoyritólaviðgerð av serlækna í oyra-, nøs- og hálssjúkum, um hesi:
1) eru neyðug, fyri at brúkarin kann verða í vinnu,
2) munandi bøta um hoyrnina hjá brúkaranum, ella
3) lætta munandi um í gerandisdegnum hjá brúkaranum.
§ 2. Við hoyritól eftir hesi kunngerð er at skilja smærri tól, sum t.d.:
1) digital hoyritól,
2) tinnitusmaskur,
3) hørat,
4) oyrnaproppar,
5) hoyrivernd og
6) fjarstýrarar.
Stk. 2. Umframt tólini sbrt. stk. 1 er við hoyritól eftir hesi kunngerð at skilja hjálpartól, ið eru neyðug, fyri at hoyritólið kann nýtast, sum t.d.:
1) FM-tól og
2) telesleingjur.
Kapittul 2
Umsiting
§ 3. Hoyriklinikkin á Landssjúkrahúsinum kann eftir umsókn útvega hoyritól sbrt. § 2, stk. 1.
Stk. 2. 3) Hoyriklinikkin veitir brúkaranum bíligasta nøktandi hoyritólið og tekur avgerð um, hvat best hóskandi og bíligasta hoyritólið er. Umsøkjarin rindar sjálvur kostnaðin, tó í mesta lagi 2.000 kr. fyri hvørt hoyritól.
Stk. 3. Kanningar á Hoyriklinikkini, viðlíkahald og umvælingar av hoyritólum eru fevnd av veitingini.
Stk. 4. Battarí og filtur eru ikki fevnd av veitingini.
Stk. 5. Hoyritól er ogn hjá brúkaranum.
§ 4. 3) Umsøkjari, sum er 18 ár ella eldri, ið velur at nýta góðkendan privatan veitara av hoyritólum, kann í staðin søkja um stuðul frá Hoyriklinikkini á Landssjúkrahúsinum til keyp av hoyritóli sbrt. § 2, stk. 1. Stuðulin er í mesta lagi 4.000 kr. fyri hvørt hoyritólið.
Stk. 2. Stuðulin kann tó ikki vera hægri enn veruligu útreiðslurnar til veitan av hoyritóli íroknað kanning, viðlíkahald og umvælingar.
Stk. 3. Stuðulin kann ikki fevna um útreiðslur til battarí og filtur.
Stk. 4. Hoyritól, sum stuðul verður veittur til eftir stk. 1, er ogn hjá brúkaranum.
§ 5. Hoyriklinikkin á Landssjúkrahúsinum hevur skyldu til at gera skrá yvir hvønn einstakan brúkara og at skráseta, tá nýtt hoyritól ella stuðul til slíkt verður veittur brúkaranum.
§ 6. Hoyriklinikkin á Landssjúkrahúsinum kann eftir umsókn útvega serliga útgerð til hoyritól sbrt. § 2, stk. 2.
Stk. 2. Útgerðin kann útvegast til arbeiðspláss, tá útgerðin er neyðug fyri, at persónur kann vera í vinnu.
Stk. 3. Útgerðin kann ikki útvegast til stovnar ella sambýli.
§ 7. Hoyriklinikkin kann eftir umsókn útvega brúkara, sum er undir 18 ár, ella sum ikki kann vera hoyritól fyri uttan í styttri tíðarskeið, eyka hoyritól sbrt. § 2, stk. 1.
Kapittul 3
Vanligar treytir
§ 8. Stuðul sambært §§ 3 og 4 kann ikki verða veittur oftari enn fjórða hvørt ár, roknað frá tí degi, tá brúkarin kundi taka seinasta hoyritólið í nýtslu. Hetta er eisini galdandi í mun til hoyritól, sum eru játtað, áðrenn hendan kunngerð kom í gildi.
Stk. 2. Stuðul kann veitast aftur innan 4 ár:
1) um hoyrnin, eftir eini læknaligari meting, er týðiliga versnað,
2) um hoyritólið ikki longur kann nýtast vegna slit ella likamligar broytingar,
3) um hoyritólið er mist vegna stuldur, eldsbruna ella líknandi, og trygging eigarans ikki tekur við, ella
4) um brúkarin er undir 18 ár, tá umsóknin verður latin inn.
Stk. 3. 3) Um tørvur er á nýggjum hoyritóli innan 4 ár, orsakað av umstøðum, sum ikki eru fevndar av stk. 2, og sum ikki kunnu lastast brúkaranum, kann stuðul kortini verða veittur sambært § 4. Stuðulin kann tá í mesta lagi vera 2.000 kr. fyri hvørt hoyritól.
§ 9. Hoyritól, ið brúkari hevur útvegað sær, áðrenn umsókn er játtað, koma ikki undir ásetingarnar í hesi kunngerð.
Kapittul 4
Privatir veitarar
§ 10. Stuðul eftir § 4, stk. 1 verður bert veittur, um privati veitarin av hoyritólum er góðkendur av Landslæknanum.
Stk. 2. 2) Umsóknir um góðkenning verða at senda til FORCE Teknisk-Audiologisk Laboratorium, sum vegna landslæknan góðkennir privatar veitarar av hoyritólum, sbrt. ásetingunum í §§ 3-7 í skjali 1.
Stk. 3. 2) Privati veitarin rindar útreiðslurnar av góðkenning og eftirliti hjá FORCE.
§ 11. Privatur veitari av hoyritólum skal kunna brúkaran um, at treytin fyri at fáa stuðul eftir § 4, stk. 1 er, at brúkarin er vístur til viðgerð við hoyritóli av serlækna í oyra, nøs og hálssjúkum.
Stk. 2. Privatur veitari av hoyritólum skal innan viðgerð tryggja, at brúkarin hevur fingið játtað stuðul frá Landssjúkrahúsinum.
Kapittul 5
Umbýti og leiðbeining
§ 12. Brúkari, ið fær útvega hoyritól sbrt. § 3 ella § 4, hevur rætt til innan 4 vikur frá móttøkuni at fáa annað hoyritól ístaðin, um fyrra tólið ikki hóskar til viðkomandi.
§ 13. Hoyriklinikkin á Landssjúkrahúsinum og góðkendur privatur veitari av hoyritólum hevur skyldu til at leiðbeina brúkaran í nýtslu av hoyritólinum.
Stk. 2. Hoyriklinikkin og góðkendur privatur veitari skal leiðbeina brúkaran um treytirnar sbrt. § 7.
Kapittul 6
Kærumyndugleiki
§ 14. 2) Avgerðir tiknar sambært §§ 3, 4 og 6 kunnu kærast til Kærunevndina í almanna-, familju- og heilsumálum innan 4 vikur eftir, at umsøkjarin hevur fingið fráboðan um avgerðina.
Stk. 2. Kærunevndin kann víkja frá freistini í stk. 1, um serlig orsøk er til tað.
Kapittul 7
Gildiskoma
§ 15. Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2009.
Almannamálaráðið, 11. november 2008
Rósa Samuelsen (sign.)
landsstýrismaður
Eyðun Mohr Hansen (sign.)
Skjal 1 2)
Bekendtgørelse nr. 1140 af 10. november 2019 om høreapparatbehandling
I medfør af § 73 a, stk. 3, § 73 c, stk. 4, § 73 d, stk. 3, § 73 e, stk. 2, § 73 f, stk. 2, og § 73 g, stk. 3, i sundhedsloven, jf. lovbekendtgørelse nr. 903 af 26. august 2019, fastsættes:
Kapitel 1
Tilskud til høreapparatbehandling hos privat leverandør af høreapparatbehandling efter eget valg
§ 1. Regionsrådets tilskud til høreapparatbehandling til patienter over 18 år med ukompliceret og ikke svært høretab udgør indtil 4.129 kr. på 1. øre og indtil 2.373 kr. på 2. øre, dog således at tilskuddet ikke kan udgøre mere end de faktiske udgifter, herunder udgifter til høreprøve, høreapparat, tilpasning, service og garanti. Tilskuddet er inklusiv moms.
Stk. 2. Den del af tilskuddet, som ydes til selve behandlingen, udgør indtil 2.129 kr. til 1. øre og indtil 373 kr. for 2. øre, pris- og lønreguleres årligt pr. 1. januar med den af Finansministeriet fastsatte sats for det generelle pris- og lønindeks og afrundes til nærmeste kronebeløb. Reguleringen foretages første gang den 1. januar 2020.
Stk. 3. Det påhviler de private leverandører af høreapparatbehandling at udarbejde regningerne for høreapparatbehandling således, at andelen af tilskuddet til henholdsvis apparat og behandling fremgår.
Stk. 4. Regionsrådet kan træffe afgørelse om udskiftning af bevilget høreapparat uden at indhente yderligere oplysninger.
Stk. 5. Regionsrådet yder tillige batterier til høreapparatbehandling i medfør af § 1.
Stk. 6. Høreapparater, hvortil der ydes tilskud i medfør af stk. 1, er ansøgerens ejendom.
§ 2. Regionsrådet har ikke pligt til at yde tilskud til høreapparatsbehandling, som ansøgeren selv har påbegyndt, inden bevilling er givet.
Kapitel 2
Godkendelse af private leverandører af høreapparatbehandling m.v.
§ 3. FORCE Teknisk-Audiologisk Laboratorium godkender private leverandører af høreapparatbehandling, der opfylder kravene i § 4 for at levere tilskudsberettigede høreapparater og dertil knyttede ydelser efter § 1.
Stk. 2. Ansøgning om godkendelse af private leverandører af høreapparatbehandling indsendes til FORCE Teknisk-Audiologisk Laboratorium.
Stk. 3. FORCE Teknisk-Audiologisk Laboratorium fører fortegnelse over godkendte, private leverandører af høreapparatbehandling.
§ 4. For at opnå godkendelse efter § 3 skal en privat leverandør af høreapparatbehandling opfylde følgende krav til høreapparatbehandling m.v.:
1) Audiometri og tilpasning af høreapparat skal udføres af speciallæger i øre-, næse- og halssygdomme med audiologi som særligt fagområde (audiologer), speciallæger i øre-, næse- og halssygdomme med efteruddannelse i audiologi eller audiologiassistenter.
2) Audiologiassistenter, som er færdiguddannede efter 1. juli 2000, og som selvstændigt foretager audiometri og tilpasning af høreapparater, skal have mindst to års erhvervserfaring fra en audiologisk klinik, der foretager høreapparattilpasning på mindst 1000 klienter årligt.
3) Audiometri skal udføres i henhold til anerkendte og dokumenterede metoder.
4) Audiometriudstyr skal kalibreres mindst en gang årligt.
5) Udvælgelse og tilpasning af høreapparater skal ske efter producentens retningslinjer.
6) Effekten af høreapparatbehandlingen skal dokumenteres ved hjælp af måling eller patientinterview og skal anføres i en journal for den pågældende person.
7) Journalen skal opbevares i mindst 5 år fra den seneste optegnelse.
8) Leverandøren af høreapparatbehandling skal en gang årligt til FORCE Teknisk-Audiologisk Laboratorium indsende en aktivitetsrapport, herunder om antallet af tilpassede og udleverede høreapparater, tilgang og afgang af personale, relevant efteruddannelse for personale samt eventuelle klager.
9) Leverandøren af høreapparatbehandling skal udarbejde en kvalitetshåndbog om procedurer for audiometri og tilpasning af høreapparat, personalets uddannelse samt håndtering af klager og indsende den til FORCE Teknisk-Audiologisk Laboratorium sammen med ansøgning om godkendelse.
Stk. 2. Leverandøren af høreapparatbehandling skal inden høreapparatbehandling påbegyndes:
1) Oplyse personen om, at det er en betingelse for at opnå tilskud efter § 1, stk. 1, at vedkommende er henvist hertil af en speciallæge i øre-, næse- og halssygdomme, jf. dog § 1, stk. 4.
2) Sikre, at personen har fået bevilget tilskuddet af sin region.
§ 5. FORCE Teknisk-Audiologisk Laboratorium fører et årligt tilsyn med godkendte, private leverandører af høreapparatbehandling.
Stk. 2. Det er en betingelse for fortsat godkendelse, at krav fastsat i denne bekendtgørelse overholdes.
Stk. 3. Det er endvidere en betingelse for fortsat godkendelse, at private leverandører af høreapparatbehandling meddeler alle de for tilsynet nødvendige oplysninger til FORCE Teknisk-Audiologisk Laboratorium samt ændringer i forhold, der ligger til grund for godkendelsen.
§ 6. FORCE Teknisk-Audiologisk Laboratorium kan opkræve betaling for godkendelse af private leverandører af høreapparatbehandling efter § 3, stk. 1, og for et årligt tilsyn efter § 5, stk. 1, jf. § 73 g i sundhedsloven.
Stk. 2. Der kan i 2019 opkræves et grundbeløb på 9.805 kr. eksklusiv moms for godkendelse samt for tilsyn efter stk. 1. Endvidere kan der i 2019 opkræves en timebetaling på 1.154 kr. eksklusiv moms for den tid, der medgår til godkendelsen og tilsynet.
Stk. 3. De i stk. 2. anførte beløb pris- og lønreguleres årligt pr. 1. januar med den af Finansministeriet fastsatte sats for det generelle pris- og lønindeks og afrundes til nærmeste kronebeløb. Reguleringen foretages første gang den 1. januar 2020.
§ 7. FORCE Teknisk-Audiologisk Laboratorium afgiver årligt et regnskab samt en redegørelse om sin virksomhed i henhold til kapitel 2 i denne bekendtgørelse til Sundheds- og Ældreministeriet.
Kapitel 3
Ikrafttræden
§ 8. Bekendtgørelsen træder i kraft den 22. november 2019.
Stk. 2. Bekendtgørelse nr. 847 af 19. august 2019 om høreapparatbehandling ophæves.