Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
17. september 2024Nr. 96
Kunngerð um likvidatión, trotabúsviðgerð, tvingsilsavtøku og samanlegging av vinnurekandi grunnum
(Grunnaavtøkukunngerðin)
Við heimild í § 50 og § 61 a í anordning nr. 1113 af 20. september 2007 om ikrafttræden for Færøerne af lov om erhvervsdrivende fonde, sum broytt við løgtingslóg nr. 69 frá 27. mai 2011, verður ásett:
Kapittul 1
Likvidatión
§ 1. Avgerð nevndarinnar um likvidatión verður tikin sambært § 48, stk. 1 í anordning om ikraftræden for Færøerne af lov om erhvervsdrivende fonde. Avgerðin skal fráboðast Skráseting Føroya innan 2 vikur eftir, at avgerðin er tikin og góðkend av grunsmyndugleikanum.
Stk. 2. Ein grunnur, sum er undir likvidatión, skal varðveita navn sítt við ískoytinum “í likvidatión”.
Stk. 3. Er ein grunnur sambært viðtøkunum stovnaður fyri eitt nærri ásett tíðarskeið, tekur nevndin einsamøll avgerðina sambært stk. 1.
§ 2. Grunsmyndugleikin tilnevnir ein ella fleiri likvidatorar, sum koma í nevndarinnar og leiðslunnar stað. Likvidator verður fráboðaður samstundis við, at avgerð verður tikin sambært § 1. Ásetingarnar um nevndina í anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om erhvervsdrivende fonde verða, við neyðugum tillagingum, at nýta fyri likvidatorarnar.
Stk. 2. Grunsmyndugleikin ásetur viðurgjald til likvidator.
Stk. 3. Tá ið viðurgjaldið verður ásett sambært stk. 2, skulu atlit takast til:
1) slagið og vavið av arbeiðinum og búnum,
2) ta ábyrgd, ið er knýtt at arbeiðinum, og
3) teimum úrslitunum, sum eru rokkin undir teimum givnu umstøðunum.
§ 3. Likvidatorarnir skulu gera eina frágreiðing um høvuðsorsakirnar til likvidatiónina, heruppií tilskila, um orsøk er til at seta í verk eina kanning við atliti at revsirættarsøkjan. Frágreiðingin skal skjótast til ber sendast grunsmyndugleikanum og Skráseting Føroya.
§ 4. Í sambandi við, at Skráseting Føroya skrásetir avgerð nevndarinnar um at fara í likvidatión sambært § 1, stk. 1, verða kravánarar grunsins bidnir um at fráboða krøv síni til likvidator.
Stk. 2. Likvidator kann í fyrsta lagi taka búgvið upp til at enda 3 mánaðir eftir almannakunngering sambært stk. 1.
Stk. 3. Kann eitt fíggjarkrav ikki verða viðurkent sum fráboðað, skal kravánari verða kunnaður um hetta við innskrivaðum brævi ella við øðrum fráboðanarformi, har móttøkan kann verða prógvað við somu trygd. Kravánari skal hava fráboðan um, at málið kann leggjast fyri skiftirættin í seinasta lagi 3 mánaðir eftir, at brævið o.a. er sent, um kravánari ynskir at mótmæla avgerðini.
§ 5. Útlutan av grunsins ognum kann einans fara fram eftir góðkenning frá grunsmyndugleikanum.
Stk. 2. Tá ið grunsmyndugleikin hevur góðkent endaliga likvidatiónsroknskapin hjá likvidator, strikar Skráseting Føroya grunnin úr kt-skipan Skráseting Føroya.
§ 6. Grunsmyndugleikin kann taka avgerð um uppafturtøku av búnum eftir einum strikaðum grunni, um tað vísir seg, at grunnurin hevur fleiri ognir at býta út, ella tað í aðrar mátar eru viðurskifti, ið geva orsøk til uppafturtøku av búnum. Uppafturtøka av búnum, og nær uppafturtøkan er endað, skal fráboðast innan 14 dagar.
§ 7. Vísir tað seg, at tey viðurskifti, sum hava elvt til avgerðina um likvidatión av grunninum, ikki longur eru til staðar, skal likvidator ella likvidatorarnir samsvarandi § 48 í anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om erhvervsdrivende fonde taka avgerð um, at likvidatiónin verður avlýst, og at grunnurin heldur fram við virksemi sínum.
Stk. 2. Góðkennir grunsmyndugleikin, at likvidatiónin verður avlýst, skulu nevnd og grannskoðari veljast sambært viðtøkum grunsins og anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om erhvervsdrivende fonde.
Stk. 3. Er stovnsfæ grunsins minni enn kr. 300.000, skal stovnsfæ grunsins hækkast til í minsta lagi hesa upphædd, og allar treytir í anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om erhvervsdrivende fonde skulu verða loknar.
Kapittul 2
Endurskipanarviðgerð og trotabúsviðgerð
§ 8. Grunsins vegna kann nevndin, likvidator ella grunsmyndugleikin lata inn áheitan um endurskipanarviðgerð ella trotabúsviðgerð. Skiftirætturin gevur Skráseting Føroya fráboðan um endurskipanarviðgerð ella trotabúsviðgerð.
Stk. 2. Kemur likvidator til ta niðurstøðu, at likvidatiónin ikki fer at geva nóg mikið av fulnaði til kreditorarnar, skal likvidator fráboða grunsmyndugleikanum hetta. Likvidator ella grunsmyndugleikin kunnu lata áheitan um endurskipanarviðgerð ella trotabúsviðgerð.
§ 9. Ein grunnur, ið er undir trotabúsviðgerð, skal varðveita navn sítt við ískoytinum: undir trotabúsviðgerð.
Stk. 2. Ein grunnur, ið er undir endurskipanarviðgerð, skal varðveita navn sítt við ískoytinum: undir endurskipanarviðgerð.
Stk. 3. Skiftirætturin gevur Skráseting Føroya fráboðan um, at búgvið er endað. Í sambandi við skráseting av, at trotabúsviðgerðin er komin at enda, verður grunnurin strikaður úr kt-skipan Skráseting Føroya uttan so, at Skiftirætturin gevur onnur boð.
Kapittul 3
Tvingsilsavtøka
§ 10. Nevndin skal syrgja fyri, at nevndarfundur verður hildin í seinasta lagi 3 mánaðir eftir, at grunnurin hevur mist helvtina av stovnsfænum. Á nevndarfundinum skal nevndin greiða frá fíggjarligu støðu grunsins og leggja fram uppskot, sum tryggjar fulnað fyri stonvsfænum, ella leggja fram uppskot um at avtaka grunnin. Er stovnsfæið eftir niðurskriving lægri enn tann upphædd, sum er ásett í § 9, stk. 1 í kongelig anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om erhvervsdrivende fonde, skal nevndin leggja fram uppskot um at avtaka grunnin.
Stk. 2. Innkallar nevndin ikki til nevndarfund, ella tekur nevndin ikki avgerð um at fáa viðurskiftini viðvíkjandi stovnsfænum í rættlag sambært stk. 1, og verður hetta ikki gjørt innan eina freist, sum Skráseting Føroya ásetir, skal grunsmyndugleikin taka stig til at avtaka grunnin, um neyðugt sambært ásetingunum í § 12.
§ 11. Um Skráseting Føroya hevur sett í verk eina gransking sambært § 59 í anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om erhvervsdrivende fonde, og viðmæla granskingarfólkini Skráseting Føroya, at grunnurin verður avtikin, skal nevndin innan ein mánað innkalla til nevndarfund, og seta fram uppskot um, at grunnurin verður avtikin.
Stk. 2. Innkallar nevndin ikki til nevndarfund, ella tekur nevndin avgerð um ikki at avtaka grunnin sambært stk. 1, skal grunsmyndugleikin taka stig til at avtaka grunnin, um neyðugt sambært ásetingunum í § 12.
§ 12. Grunsmyndugleikin kann heita á skiftirættin um at avtaka ein grunn, um:
1) avgerð um avtøku sambært § 10, stk. 1 ella § 11, stk. 2 ikki verður tikin,
2) Skráseting Føroya ikki rættstundis hevur fingið góðkendu ársfrásøgn grunsins í hóskandi standi eftir § 138, stk. 1 í ársroknskaparlógini,
3) grunnurin ikki hevur ta leiðslu ella tann grannskoðara, sum er kravd sambært kongelig anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om erhvervsdrivende fonde ella í viðtøkunum, og tað ikki ber til at útnevna nýggja leiðslu ella grannskoðara samsvarandi § 16, stk. 2 og § 29, stk. 2 í kongelig anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om erhvervsdrivende fonde,
4) grunnurin ikki hevur skrásett upplýsingar í kt-skipan Skráseting Føroya, ella grunnurin hevur skrásett ófullfíggjaðar upplýsingar, sambært § 56 b í kongelig anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om erhvervsdrivende fonde, ella
5) grunnurin ikki hevur goymt skjalprógv við upplýsingum um veruligu eigarar grunsins ella grunnurin hevur goymt ófullfíggjað skjalprógv sambært § 56 b í kongelig anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om erhvervsdrivende fonde.
Stk. 2. Grunsmyndugleikin kann áseta eina freist fyri, nær grunnurin skal hava bøtt um ein mangul eftir stk. 1. Er mangulin ikki bøttur í seinasta lagi, tá nevnda freist er farin, kann grunsmyndugleikin taka avgerð um tvingsilsavtøku.
Stk. 3. Áheitan um tvingsilsavtøku verður framd samsvarandi mannagongdini í § 48 í kongelig anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om erhvervsdrivende fonde.
Stk. 4. Avgerð grunsmyndugleikans um at senda ein grunn til tvingsilsavtøku í skiftirættinum verður almannakunngjørd í kt-skipan Skráseting Føroya.
Stk. 5. Skiftirætturin kann tilnevna ein ella fleiri likvidatorar. Kapittul 1 um likvidatión verður, við neyðugum tillagingum, at nýta í sambandi við avtøkuna. Landskassin rindar, um neyðugt, kostnaðin í sambandi við avtøkuna.
§ 13. Um útlutan eftir § 5 ikki er byrjað, kann grunnurin taka avgerð um at taka grunnin uppaftur.
Stk. 2. Tað er ein treyt fyri uppafturtøku av grunninum, at vald verður ein nevnd og møguligur grannskoðari, og at gjørd verður ein váttan frá einum metingarfólki, sbr. § 37 í vinnufelagalógini, um at stovnsfæið er til staðar. Stovnsfæið skal niðurskrivast til ta upphædd, sum eftir er. Er stovnsfæið eftir niðurskriving lægri enn tann upphædd, sum er ásett í § 9, stk. 1 í anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om erhvervsdrivende fonde, skal stovnsfæið hækkast til í minsta lagi hesa upphædd, og allar treytir í anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om erhvervsdrivende fonde skulu verða loknar.
Stk. 3. Stk. 1 er eisini galdandi, um tað í sambandi við eina likvidatión kemur fram, at tey viðurskifti, sum hava elvt til avgerðina um likvidatión av grunninum, ikki longur eru til staðar. Likvidator skal tá taka avgerð um, at likvidatiónin verður avlýst, og at grunnurin heldur fram við virksemi sínum.
Stk. 4. Grunsmyndugleikin skal góðkenna avgerð um uppafturtøku sambært stk. 1 ella 2. Avgerðin um uppafturtøku skal skrásetast ella fráboðast til skrásetingar í kt-skipan Skráseting Føroya.
§ 14. § 13 verður nýtt samsvarandi, tá grunnur, sum er undir tvingsilsavtøku í skiftirættinum, letur inn fráboðan til Skráseting Føroya um, at skiftirættarviðgerðin skal verða slitin, og at grunnurin skal verða uppafturtikin.
Stk. 2. Er ein grunnur latin til tvingsilsavtøku, er tað ein treyt fyri at taka grunnin uppaftur, at tey viðurskiftini, sum grundaðu, at grunnurin varð latið til tvingsilsavtøku, eru rættað. Rættingin skal verða framd í seinasta lagi samstundis við avgerðina um uppafturtøku sambært § 13, stk. 1. Skjalprógv um rættaðu viðurskiftini skal latast inn samstundis við fráboðanini, sbr. stk. 1. Hevur grunnurin, tá áheitan um uppafturtøku verður latin inn, enn ikki latið ársfrásøgn fyri roknskaparár, har innlatingarfreistin er farin, er innlating av hesum ársfrásagnum ein treyt fyri uppafturtøku.
Stk. 3. Hevur grunsmyndugleikin tilnevnt likvidator, skal hesin geva samtykki sítt til uppafturtøkuna.
§ 15. Skiftirætturin kann gera av, at búgvið eftir ein grunn, sum eftir endaða likvidatión er strikaður í kt-skipan Skráseting Føroya, skal reassumerast, um tað koma fram fleiri ognir at býta út. Skiftirætturin kann harumframt avgera, at reassumptión skal fara fram, um tað í aðrar mátar eru viðurskifti, ið geva orsøk til at reassumera grunnin.
Stk. 2. Fyrrverandi likvidatorarnir skipa fyri búviðgerðini. Ber tað ikki til, skipar skiftirætturin ella ein likvidator, ið skiftirætturin hevur tilnevnt, fyri búsviðgerðini.
Stk. 3. Fráboðan um reassumptión, og nær henda er endað, skal vera Skráeting Føroya í hendi í seinasta lagi 2 vikur eftir, at skiftirætturin hevur tikið avgerð um hetta.
§ 16. Ásetingarnar í § 37, §§ 231, 232 og 235 í vinnufelagalógini verða annars, við neyðugum tillagingum, at nýta í sambandi við uppafturtøku ella reassumptión av grunnum.
Kapittul 4
Samanlegging av grunnum
§ 17. Ein grunnur kann verða avtikin uttan likvidatión, um ognir og skyldur grunsins sum heild verða avhendaðar til ein annan verandi grunn, ella við at fleiri grunnar verða lagdir saman í ein nýggjan grunn, t.e. við eginligari samanlegging.
Stk. 2. Áheitan um samanlegging verður framd samsvarandi mannagongdini í § 48 í kongelig anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om erhvervsdrivende fonde.
§ 18. Nevndirnar í grunnum, sum leggja saman, gera og undirskriva eina samanleggingarætlan, sum í minsta lagi skal innihalda upplýsingar og ásetingar um:
1) nøvnini á grunnunum og møgulig hjánøvn, heruppií um navn ella hjánavn hjá einum uppathaldandi grunni skulu innganga sum hjánavn fyri framhaldandi grunnin,
2) heimstað grunnanna,
3) nær rættindi og skyldur í uppathaldandi grunninum roknskaparliga eru at meta sum farin yvir,
4) ein og hvønn serligan fyrimun, sum verður givin limum í nevnd ella leiðslu, og
5) útkast til viðtøkur, um ein nýggjur grunnur verður skapaður við samanleggingini.
Stk. 2. Samanleggingarætlanin skal verða undirskrivað í seinasta lagi við endan av tí roknskaparárinum, har tann løtan, tá roknskaparligi virknaðurin av samanleggingini tekur við sambært stk. 1, nr. 3. Verður farið út um freistina, kann móttøkan av samanleggingarætlanini ikki almannakunngerast, og samanleggingin kann tí ikki samtykkjast.
§ 19. Nevndin í hvørjum einstøkum grunni, sum luttekur í samanleggingini, skal gera eina skrivliga frágreiðing, har greitt verður frá og grundgivið fyri ætlaðu samanleggingini.
Stk. 2. Frágreiðingin kann viðheftast einum samanleggingarroknskapi, sum skal verða gjørdur sambært § 129 í ársoknskaparlógini. Er samanleggingarætlanin undirskrivað meira enn 6 mánaðir eftir, at roknskaparárið, sum seinasta ársfrásøgn fyri grunnin viðvíkur, er endað, skal fyri viðkomandi grunn gerast ein millumjavni.
Stk. 3. Millumjavnin, sum skal gerast samsvarandi ársroknskaparlógini, skal ikki hava eina uppgerðardagfesting, sum liggur meira enn 3 mánaðir áðrenn samanleggingarætlanin verður undirskrivað. Millumjavnin skal verða grannskoðaður.
Stk. 4. Verður ein nýggjur grunnur stovnaður sum liður í samanleggingini, skal saman við frágreiðingini viðheftast ein metingarfrágreiðing frá einum serkønum metingarfólki, ið er óheft. Metingarfólkið verður tilnevnt samsvarandi vinnufelagalógini, og vinnufelagalógin er, við neyðugum tillagingum, galdandi fyri viðurskifti metingarfólksins til teir grunnar, sum luttaka í samanleggingini. Metingarfrágreiðingin skal fevna um:
1) Eina lýsing av hvørjum einstøkum innskoti,
2) upplýsingar um ta mannagongd, sum er nýtt í sambandi við metingina,
3) tilskilan av tí viðurgjaldi, sum er ásett, og
4) váttan um, at ásetta fíggarliga virðið í minsta lagi svarar til tað avtalaða viðurgjaldið.
Stk. 5. Metingin skal ikki vera gjørd meira enn 3 mánaðir áðrenn samanleggingarætlanin sambært § 15 varð gjørd. Verður farið út um freistina, kann samanleggingarætlanin ikki verða framd.
§ 20. Fyri hvønn grunn, sum luttekur í samanleggingini, gera eitt ella fleiri serkøn metingarfólk, ið eru óheft, eina skrivliga váttan um, hvørt kravánararnir í einstaka grunninum eru tryggjaðir nóg væl eftir samanleggingina í mun til verandi støðu.
Stk. 2. Metingarfólkið verður tilnevnt samsvarandi vinnufelagalógini, og vinnufelagalógin er, við neyðugum tillagingum, galdandi fyri viðurskifti metingarfólksins til teir grunnar, sum luttaka í samanleggingini.
§ 21. Skráseting Føroya skal í seinasta lagi 4 vikur eftir, at møgulig samanleggingarætlan er undirskrivað, hava móttikið eitt avrit av samanleggingarætlanini. Verður farið út um freistina, kann móttøkan av samanleggingarætlanini ikki almannakunngerast, og samanleggingin kann tí ikki samtykkjast.
Stk. 2. Upplýsingar og møgulig skjøl, sum Skráseting Føroya fær sambært stk. 1, verða almannakunngjørd sambært § 56 í anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om erhvervsdrivende fonde. Um metingarfólkini í váttan síni um støðu kravánaranna sambært § 20, koma til ta niðurstøðu, at kravánararnir í einstaka grunninum ikki eru tryggjaðir nóg væl eftir samanleggingina, skal almannakunngeringin fevna um hesa upplýsing og gera kravánararnar varugar við rættindi síni sambært § 19.
Stk. 3. Tá móttikna samanleggingarætlanin o.a. er almannakunngjørd, sendir Skráseting Føroya tey móttiknu skjølini til grunsmyndugleikan sambært § 48 í anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om erhvervsdrivende fonde.
§ 22. Um metingarfólkini í váttan síni um støðu kravánaranna sambært § 17 koma til ta niðurstøðu, at kravánararnir í einstaka grunninum ikki eru tryggjaðir nóg væl eftir samanleggingina, kunnu kravánarar, hvørs fíggjarkrøv eru stovnað áðrenn almannakunngering Skráseting Føroya eftir § 21, stk. 2, í seinasta lagi 6 vikur eftir almannakunngeringina fráboða síni fíggjarkrøv til grunnin. Fíggjarkrøv, har neyðug trygd er veitt, kunnu tó ikki fráboðast.
Stk. 2. Fyri fráboðað fíggjarkrøv, ið eru fallin til gjaldingar, kann verða kravt, at tey verða goldin, og fyri fráboðað fíggjarkrøv, ið ikki eru fallin til gjaldingar, kann verða kravd nøktandi trygd.
Stk. 3. Er ikki annað prógvað, er trygd eftir stk. 2 ikki neyðug, um gjaldingin av fíggjarkrøvunum er tryggjað við einari skipan við heimild í løgtingslóg.
Stk. 4. Er ósemja millum grunnin og fráboðaðar kravánarar, um trygd skal verða veitt, ella um ein boðin trygd er nøktandi, kunnu báðir partar, í seinasta lagi 2 vikur eftir, at fíggjarkravið er fráboðað, leggja málið fyri skiftirættin.
Stk. 5. Kravánari kann ikki, við bindandi virknaði við teirri avtalu, sum er grundarlag undir fíggjarkravinum, frásiga sær rættin til at krevja trygd eftir stk. 2.
§ 23. Ein uppathaldandi grunnur verður at meta sum avtikin, og rættindi og skyldur grunsins verða at meta sum farin yvir til framhaldandi grunnin, tá:
1) grunsmyndugleikin hevur givið sítt samtykki til samanleggingina, og
2) møgulig krøv sambært § 19 eru avgjørd.
§ 24. Samtykta samanleggingin verður skrásett ella fráboðað til skrásetingar hjá Skráseting Føroya í seinasta lagi, tá freistin at senda inn ársfrásøgnina fyri tað tíðarskeið, tá samanleggingin fær roknskaparligan virknað fer, sambært § 18, stk. 1. nr. 3, tó í seinasta lagi 1 ár eftir, at Skráseting Føroya sambært § 21, stk. 2, hevur almannakunngjørt móttøkuna av upplýsingum um ætlaðu samanleggingina. Verður farið út um freistina, er avgerðin um at fremja samanleggingina ikki longur galdandi, og ein møgulig samanleggingarætlan eftir § 18 verður mett at vera fallin burtur.
Stk. 2. Samtykta samanleggingin kann í fyrsta lagi verða skrásett, tá samanleggingin hevur fingið rættarvirknað sambært § 23.
Stk. 3. Um ein grunnur, sum verður gjørdur sum liður í eini samanlegging, ger eina avtalu, áðrenn grunnurin er skrásettur, og er avtaluparturin vitandi um, at grunnurin ikki er skrásettur, kann avtaluparturin, uttan so, at annað er avtalað, slíta avtaluna, um ikki skráseting ella fráboðan til skráseting er Skráseting Føroya í hendi í seinasta lagi, tá freistin í stk. 1 fer, ella um skráseting verður noktað. Var avtaluparturin ikki vitandi um, at grunnurin ikki var skrásettur, kann hesin slíta avtaluna, so leingi grunnurin ikki er skrásettur.
Kapittul 5
Um samanlegging við yvirtøku av dótturfelagi, sum er partafelag ella smápartafelag
§ 25. Um ein móðurgrunnur yvirtekur eitt dótturfelag, sum er eitt partafelag ella eitt smápartafelag, yvirtekur grunnurin ognir og skyldur partafelagsins ella smápartafelagsins í síni heild, soleiðis at felagið verður avtikið uttan likvidatión. Ásetingarnar í §§ 18-24 eru, við neyðugum tillagingum, galdandi í sambandi við yvirtøkuna.
Stk. 2. Avgerðin í uppathaldandi felagnum skal í hesum føri verða tikin av høvuðsleiðsluni. Avgerðin hjá høvuðsleiðsluni kann í fyrsta lagi takast 4 vikur eftir, at Skráseting Føroya hevur almannakunngjørt samanleggingarætlanina, o.a. sambært § 21.
Stk. 3. Avgerðin í uppathaldandi felagnum er ein treyt fyri, at samanleggingin kann fáa rættarvirknað sambært § 23.
Kapittul 6
Kæra
§ 26. Avgerðir, sum grunsmyndugleikin ella Skráseting Føroya tekur sambært hesi kunngerð, kunnu kærast til Føroya Kærustovn í seinasta lagi 4 vikur eftir, at avgerðin er fráboðað viðkomandi, sbr. tó stk. 2.
Stk. 2. Avgerðir, sum grunsmyndugleikin ella Skráseting Føroya tekur sum úrslit av, at farið er út um tær freistir, ið eru ásettar í § 10, stk. 2. § 12, stk. 2. § 15, stk. 2, § 16, stk. 4, § 18, stk. 1, § 21, stk. 1, kunnu ikki kærast til hægri fyrisitingarligan myndugleika.
Kapittul 7
Gildiskoma og úrgildisseting
§ 27. Henda kunngerð kemur í gildi 1. oktober 2024. Samstundis fer úr gildi bekendtgørelse nr. 1386 af 11. december 2007 for Færøerne om opløsning af erhvervsdrivende fonde (likvidation, konkurs, tvangsopløsning og fusion).
Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 17. september 2024
Høgni Hoydal (sign.)
landsstýrismaður
/ Herálvur Joensen (sign.)