Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
17. desember 2002Nr. 96
Kunngerð um eftirlit við fiskiførum um fylgisvein, sum broytt við kunngerð nr. 29 frá 4. mars 2003
Við heimild í § 36, stk. 2 og § 40, stk. 2 í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap sum m.a. broytt við løgtingslóg nr. 58 frá 27. apríl 2001, verður ásett:
Allýsingar og nýtsluøki
§ 1. Í hesi kunngerð er at skilja við heitini:
1. Fylgisveinaeftirlitsskipanin (skipanin): Samlaða eindin hjá Fiskiveiðieftirlitinum til at senda, móttaka og viðgera knattstøðufráboðanir frá einum fiskifari.
2. Fylgisveinaeftirlitseind (eindin): Elektroniska útgerðin umborð á einum fiskifari, sum er ein partur av fylgisveinaeftirlitsskipanini, t.v.s. orkukelda, sendieind og antenna.
Stk. 2. Fylgisveinaeindin sendir knattstøðufráboðan við hesum innihaldi: samleikan hjá farinum, knattstøðu, kós og ferð, umframt klokkutíðina, tá mátingarnar eru gjørdar.
§ 2. Kunngerðin fevnir um øll føroysk fiskifør, sum sambært § 28, stk. 1 í lógini eru í bólki 1, 2, 3,4 og 6.
Stk. 2. Harumframt fevnir kunngerðin um øll føroyskt skrásett fiskifør við veiðiloyvi/fiskiloyvi at fiska uttan fyri føroysku landleiðirnar.
Íseting og niðurtøka av fylgisveinaeftirlitseindini
§ 3. Før, ið eru umfataði av § 2, skulu hava eina av Fiskiveiðieftirlitinum góðkenda fylgisveinaeftirlitseind. Útgerðin skal ísetast av einum montøri, ið er góðkendur av Fiskiveiðieftirlitinum.
Stk. 2. Skipari á fiskifari má ikki byrja túr, uttan at fylgisveinaeftirlitseindin er ísett og virkin.
Stk. 3. Um fiskifar skal strikast úr føroysku skipaskránni, skal reiðarin/eigarin boða Fiskiveiðieftirlitinum frá hesum, áðrenn strikingin verður framd.
Rakstur av fylgisveinaeftirlitseind og fylgisveinaeftirlitsstøð
§ 4. Skipari á fiskifari skal tryggja, at fylgisveinaeftirlitseindin til eina og hvørja tíð er virkin og sendir knattstøður. Eisini skal hann tryggja, at tað ikki henda tøknilig inntriv/atgerðir í fylgisveinaeftirlitseindina ella ytri ávirkan, sum t.d. at breitt verður útyvir antennuna, ella at sløkt verður fyri orkukelduni til fylgisveinaeftirlitseindina.
§ 5. Tað er ikki loyvt at byrja fiskiskap ella at umlasta, um fygisveinaeftirlits-eindin ikki er virkin.Frá tí løtu, tá skipari, ella umboð fyri sama, staðfesta ella fáa at vita, at fylgisveinaeftirlitseindin ikki er virkin, skal:
1) fiskiskapurin steðga beinanvegin,
2) allur reiðskapur takast inn,
3) fiskifarið sigla inn við tí fyri eygað at umvæla fylgisveinaeftirlitseindina, og
4) Fiskiveiðieftirlitið beinanvegin fáa fráboðan (jvb. fylgiskjal) um, at eindin ikki er virkin.
Stk. 2. Hóast ásetinginar í stk. 1 kann Fiskiveiðieftirlitið loyva, at fiskifarið ikki endar verandi túr, tá fráboðanin eftir stk. 1. nr. 4 verður send. Hetta verður fráboðað, tá fráboðanin um óvirknu eindina er móttikin.
Stk. 3. Í tíðarbilinum jvb. stk. 1 og til fiskifarið er komið í havn, skal skiparin senda knattstøðufráboðan í minsta lagi annan hvønn tíma.
Stk. 4. Knattstøðufráboðanin skal halda fram til Fiskiveiðieftirlitið boðar frá, at eindin aftur er virkin, ella fiskifarið er komið í havn.
Stk. 5. Eigarin/reiðarin, ella umboðsmaður fyri viðkomandi, hevur skyldu at umvæla ella útskifta fylgisveinaeftirlitseindina fyrstu ferð fiskifar er í havn, eftir at eindin er vorðin óvirkin.
§ 6. Skiparin skal syrgja fyri, at støðug lurtivakt er á altjóða neyð-og kallifrekvensum (VHF, MF, DSC) og um útgerð er tøk á fylgisveinagrundaðum samskiftismøguleikum frá landi til skip, soleiðis at Fiskiveiðieftirlitið kann boða fiskifarinum frá, um brek er í eindini ella støðini.
§ 7. Áðrenn fiskifar verður lagt ella fer á skipasmiðju til umvæling/viðlíkahald, ella av øðrum ávum liggur í havn í eitt longri tíðarskeið, skal skiparin fráboða Fiskiveiðieftirlitinum, um hetta hevur við sær, at skipanin verður sløkt. Fráboðanin sbr. Fylgiskjal, verður gjørd við at senda eina knattstøðufráboðan, áðrenn skipanin verður sløkt. Skiparin skal harumframt fráboða orsøkina, og hvussu langt tíðarskeið roknað verður við, at skipanin ikki er virkin.
Stk. 2. Tá fiskifar aftur fer í vinnu, skal skiparin, áðrenn byrjað verður, senda eina knattstøðufráboðan, sbr. fylgiskjal, við fráboðan um, at fiskifarið aftur er í vinnu.
Áðrenn nýggjur túrur byrjar, skal skiparin vissa seg um, at fiskifarið er í skipanini.
Útreiðslur
§ 8. Eigari ella reiðari, ið kemur undir § 2, rindar fyri keyp og ísetan av einari av Fiskiveiðieftirlitnum góðkendari fylgisveinaeftirlitseind.
Stk. 2. Eigari/reiðari rindar fyri viðlíkahald og umvæling av útgerðini.
Stk. 3. Fiskiveiðieftirlitið rindar fyri knattstøðufráboðanirnar sendar um fylgisveinaeftirlitsskipanina.
Eftirlit
§ 9. Fiskiveiðieftirlitið hevur til eina og hvørja tíð við hóskandi samleikaváttan og uttan rættarúrskurð, atgongd til at kanna fylgisveinaeftirlitseindina hjá fiskifarinum, sbr. § 35, stk. 3 í lógini.
Stk. 2. Skiparin og eigarin/reiðarin, umframt starvsfólk teirra, hava skyldu at veita Fiskiveiðieftirlitinum neyðuga hjálp til tað í stk. 1. nevnda eftirlit, sbr. § 35a í lógini.
Revsireglur
§ 10. Brot á §§ 3 og 4, stk. 1 og 3-5, §§ 6 og 7 og § 9, stk. 2 verður revsað við bót.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann taka aftur veiði- og fiskiloyvi fyri ávíst tíðarskeið, um skiparin á fiskifarinum er dømdur ella hevur góðtikið bót fyri brot á ásetingarnar í stk. 1, sbr. § 45, stk. 2 í lógini.
Stk. 3. Brot á ásetingarnar í stk. 1 kunnu hava við sær, at landsstýrismaðurin tekur aftur rættindi eftir lógini endaliga ella fyribils, sbr. § 46, stk. 1 í lógini.
Stk. 4. Fyri brot, sum verður framt av løgfrøðiligum persóni, sum t.d. partafelag, kann tann løgfrøðiligi persónurin verða sektaður sum slíkur, sbr. § 40, stk. 3 í lógini.
Gildiskoma
§ 11. 1) Henda kunngerð kemur í gildi 1. mars 2003.
Stk. 2.1) Fiskifør, sum eru fevnd av kunngerðini, skulu hava ta í § 3, stk. 1 nevndu útgerð ísetta og virkna í seinasta lagi 20. mars 2003.
Fiskimálaráðið, 17. december 2002
Jørgen Niclasen (sign.)
landsstýrismaður
/ Andras Kristiansen (sign.)
Fylgiskjal
Er skipanin óvirkin, jvb. § 5, skal skiparin senda eina manuella knattstøðufráboðan til Fiskiveiðieftirlitið.
Fiskar far í sjóøki hjá landi, ið hevur fylgisveineftirlitssáttmála við Føroyar, skal skiparin somuleiðis senda knattstøðufráboðanina til fylgisveinaeftirlitsstøðina hjá viðkomandi landi.
Fráboðanin verður send yvir teleks, telefaks ella yvir eina radiostøð.
Adressur hjá londum, ið hava fylgisveinaeftirlitssáttmála við Føroyar, verða upplýstar av Fiskiveiðieftirlitinum.
Samband við Fiskiveiðieftirlitið fæst á telefon: +298 311 065
Manuel knattstøðufráboðan skal sendast sum telefaks, teleks, teldupostur ella yvir inmarsat-C skipanina:
Telefaks: +298 313 981
Teleks: 81327
Inmarsat-C: 492 880 010
Teldupostur: vb@fisk.fo
Innihald í knattstøðufráboðanini:
1) Havnakenningarnummarið
2) Navn á fiskifari
3) Kallibókstavir
4) Knattstøða:
a) Breidd (gradir og minuttir) dømi: 61°15 N
b) Longd (gradir og minuttir) dømi: 05°10 V
5) Kós
6) Ferð
7) Land (um fiskifarið er í sjóøki hjá øðrum landi)
8) Dagfesting og klokkutíð (UTC) fyri knattstøðuna (tá fráboðanin verður send)
9) Navn á skipara
Um skipanin verður sløkt, jvb. § 7, stk. 1, verður fylgjandi eisini sent:
10) Passiv frá byrjunardagfesting til endadagfesting (dømi: PASSIV 24102002 til 28102002)
11) Orsøk, t.d. á skipasmiðju
Um byrjað verður aftur eftir streymslit, jvb. § 7, stk. 2, verður fylgjandi eisini sent:
12) Aktiv og byrjunardagfesting (dømi: AKTIV 28102002)
1) Broytt við kunngerð nr. 29 frá 4. mars 2003, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda kunngerð kemur i gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað frá 1. mars 2003.”