Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
28. oktober 2010Nr. 96
Kunngerð um broyting í kunngerð um koppseting fyri ILA
§ 1
Í kunngerð nr. 20 frá 14. mars 2005 um koppseting fyri ILA verða gjørdar hesar broytingar:
1) Í § 3 verður stk. 3 strikað, og stk. 4, sum hereftir verður stk. 3, verður orðað soleiðis:
”Stk. 3. Sentinel fiskur er: fiskur, sum ikki er koppsettur fyri ILA, sum verður settur í alibrúk fyri at spora útbreiðsluna av ILA virus í viðkomandi alibrúki.”
§ 3, stk. 5-13 verða hereftir stk. 4-12.
2) §§ 12 -15 verða orðaðar soleiðis:
”§ 12. Tá ILA-koppsettur kommersiellur fiskur verður settur út í einum aliøki, skal sentinel fiskur verða settur út í sama øki.
Stk. 2. Setast skulu út tveir bólkar av sentinel fiski.
Stk. 3. Talið av sentinel fiski skal ongantíð verða størri partur enn 20 % av samlaða talinum av útsettum fiski í alibrúkinum.
§ 13. Verður ILA-koppsettur kommersiellur fiskur fluttur til aling í kari ella í tanga við sjógvi á alistøð ella lívfiskastøð á landi, ger Heilsufrøðiliga starvsstovan í hvørjum einstøkum føri av, hvussu nógvur ILA-koppsettur fiskur og sentinel fiskur skal vera, og hvussu teir skulu verða settir í alieindina.
§ 14. Verður ILA-koppsettur kommersiellur fiskur fluttur til aling á lívfiskastøð á sjónum, skal sentinel fiskur verða settur út í samsvari við § 12.
§ 15. Eigari ella rakstrarleiðari av alibrúki, sum alir ILA-koppsettan kommersiellan fisk, sbr. §§ 11-14, skal regluliga lata Heilsufrøðiligu starvsstovuni upplýsingar smb. rakstrarkunngerðini.”
3) Í § 18, stk. 2, verður orðið ”kontrol” strikað.
4) § 22, stk. 1, nr. 1-3, verða orðað soleiðis:
”1) Á lívfiskastøðum og alistøðum, har fiskur verður aldur í sjógvi ella á sjónum: í minsta lagi einaferð annan hvønn mánaða.
2) Á lívfiskastøðum og smoltstøðum, har fiskur verður aldur í vatni: í sambandi við at fiskur skal setast á sjógv.
3) Á alistøðum, sum í sjógvi ella á sjónum ala ælabogasíl, ið ikki eru koppsett fyri ILA: í minsta lagi einaferð hvørt hálva ár.”
5) § 22, stk. 2, nr. 1-2, verða orðað soleiðis:
”1) Frá lívfiskastøðum og alistøðum, har fiskur verður aldur í sjógvi ella á sjónum: 40 royndir tilsamans; 10 úr hvørjum ringi við sentinelfiski og 10 úr tveimum ringum við koppsettum fiski.
2) Frá lívfiskastøðum og smoltstøðum, har fiskur verður aldur í vatni: 40 royndir av fiski, 20 frá ILA-koppsettum fiski og 20 frá sentinel fiski.”
6) Í § 22, stk. 2, nr. 3, verður ”150 royndir” broytt til ”40 royndir”.
7) § 24, stk. 2, verður orðað soleiðis:
”Stk. 2. Alibrúkið rindar fyri:
1) Eftirlit, sum Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur við ILA-koppsettum fiski og sentinel fiski, sbr. § 22, stk. 1, og
2) tøku og kanning av royndum frá ILA-koppsettum fiski og sentinel fiski, sbr. § 22, stk. 2.”
8) Í fylgiskjali 2 verður fyrsta brot orðað soleiðis:
”Rapportin yvir felli, vøkstur og fóðurnýtslu og møgulig sjúkutekin, sum eigarin hvønn mánað skal senda Heilsufrøðiligu starvsstovuni sbr. § 11, skal fyri hvørja alieind við ILA-koppsettum fiski og sentinel fiski hava hesar upplýsingar á elektroniskum rokniarki:”
9) Í fylgiskjali 3 verða yvirskriftin og fyrsta brotið orðað soleiðis:
”I. Tøka og kanning av royndum av ILA-koppsettum fiski og sentinel fiski, sbr. § 21, stk. 2, 1. og 2. pkt. Frá 10 ILA-koppsettum og 10 sentinel fiskum skulu hesar royndir verða tiknar:”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Vinnumálaráðið, 28. oktober 2010
Johan Dahl (sign.)
landsstýrismaður
/ Arne Poulsen (sign.)