29. juni 2009Nr. 96
Kunngerð um árligt gjald fyri umsitingina av alilógini
Við heimild í § 20 í løgtingslóg nr. 83 frá 25. mai 2009 um aling av fiski v.m., verður ásett:
§ 1. Fyri hvørt aliloyvi til at ala fisk skal loyvishavarin rinda eitt árligt gjald upp á kr. 8000 fyri umsitingina av alilógini.
Stk. 2. Undantikin gjaldinum eftir stk. 1 eru lívfiskaaliloyvi og granskingar- og royndaraliloyvi.
§ 2. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 95 frá 25. juni 2009.
Vinnumálaráðið, 29. juni 2009
Johan Dahl (sign.)
landsstýrismaður
/ Arne Poulsen (sign.)