Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
30. oktober 2007Nr. 96
Kunngerð um broyting í kunngerð um ferðslumerkingar
§ 1
Í kunngerð nr. 75 frá 17. juni 1980 um ferðslumerkingar verður í § 13 aftaná C 69, C 70, C 71, C 72 og C 73 sett inn:
| | “C 70: Økisskelti við ferðavmarking Økisskelti skilar til øki við serligari ferðavmarking. Ásetingarnar vera galdandi inni á økinum, inntil tær vera avtiknar við C 71.
|
| | C 71: Økisskelti við ferðavmarking heldur uppat Økið, sum skeltið C 70 hevur gildi fyri, heldur uppat.
|
| | C 72: Økisskelti – forboðið lastbili Økisskelti skilar til øki, sum hevur forboð móti ávísum sløgum av akførum. Ásetingarnar verða galdandi inni á økinum, inntil tær verða avtiknar við C 73. Ásetingarnar kunnu vera nærri greinaðar á sjálvum skeltinum ella á undirskelti. Víst verður til viðmerkingarnar til undirskeltið U 3, ið er lýst í § 5.
|
| | C 73: Økisskelti – forboðið lastbili heldur uppat. Økið, sum skeltið C 72 hevur gildið fyri, heldur uppat.”
|
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Vinnumálaráðið, 30. oktober 2007
Bjarni Djurholm (sign.)
landsstýrismaður
/ Arne Poulsen (sign.)