Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
2. juli 2013Nr. 97
Kunngerð um broyting í kunngerð um lestrarstuðul
§ 1
Í kunngerð nr. 107 frá 25. august 2011 um lestrarstuðul verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 3, stk. 4 verður aftaná 1. pkt. sett:
“Harafturat skal tann lesandi skjalprógva, at húsaleigan verður goldin hvønn mánað. Studningurin verður ikki útgoldin fyrrenn skjalprógv frá peningastovni fyriliggur fyri, at húsaleiga verður goldin mánaðarliga.”
2. Í § 4, stk. 1 verður upphæddin “kr. 10.000” broytt til: “kr. 20.000”.
3. Í § 4, stk. 2 verður aftaná 1. pkt. sett:
“Heldur lesandi fram á aðrari útbúgving innan 3 mánaðir, verður tann lesandi roknaður sum framhaldslesandi og inntøkan í steðginum verður roknað við í inntøkugrundarlagnum.”
4. § 4, stk. 4 verður strikað, og stk. 5-7 verða eftir hetta stk. 4-6.
5. § 5, stk. 6 verður strikað, og stk. 7 og 8 verða eftir hetta stk. 6 og 7.
6. Í § 9, stk. 2 verður aftaná “byrjar” sett: “, og til tann mánaðin útbúgvingin endar.”
7. Í § 9, stk. 8, 1. og 2. pkt., verður aftaná “einsamallur” sett: “longur”.
8. Í § 9, stk. 9, 1. og 2. pkt., verður aftaná “studningurin” sett: “ella vistarhaldsstudningurin”.
9. Í § 9, stk. 10, 1. og 2. pkt., verður aftaná “studningurin” sett: “ella vistarhaldsstudningurin”.
10. § 11, stk. 2 verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. Studni hevur heimild at góðkenna ikki SU góðkendar hægri útbúgvingar. Hetta verður gjørt, um útbúgvingin er góðkend sum stuðulsheimilað av lestrarstuðulsstovnunum í Norra og Svøríki. Studni kann í serligum førum gera undantak um bert annað av londunum góðkennir og kann í tí sambandi ráðføra seg við ráðgevandi nevndina hjá Studna.”
11. Í § 14, stk. 2 verður aftaná 1. pkt. sett:
“Stuðul til lesandi í Danmark verður veittur í samráð við ráðgevandi nevndina hjá Studna. Í hinum Norðurlondunum verður stuðulin veittur, um útbúgvingin er góðkend sum stuðulsheimilað av lestrarstuðulsstovninum í norðurlandinum, har tann lesandi lesur.”
12. § 14, stk. 3 verður orðað soleiðis:
“Stk. 3. Studni veitir bert stuðul til skúlagjald í Norðurlondum í serstøkum førum, og bert tá talan er um hægri heiltíðarlestur. Serstøku førini eru avmarkað til tey førini, tá SU eisini veitir skúlagjald, sbr. § 13, stk. 3 í lógini.”
13. § 14, stk. 4 verður strikað.
14. Í § 22 verður sum stk. 3 sett:
“Stk. 3. Við eina verkætlan skilst:
1) Størri uppgáva í samband við hægri lesnað. Talan skal verða um høvuðsuppgávu ella størri ritgerð ella kanningarferð, ið er kravdur partur av lestri, ið telur í minsta lagi 10 ects, ella
2) starvsvenjing í minsta lagi 2 vikur, ella
3) uppihald á øðrum lærustovni herundir skiftislestur sbrt. § 10, stk. 2, nr. 1.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi 1. august 2013.
Mentamálaráðið, 2. juli 2013
Bjørn Kalsø (sign.)
landsstýrismaður
/ Poul Geert Hansen (sign.)