3. juli 2009Nr. 97
Kunngerð um gjøld fyri aliloyvi, sum seinast broytt við kunngerð nr. 141 frá 19. desember 2024
Við heimild í § 20 í løgtingslóg nr. 83 frá 25. mai 2009 um aling av fiski v.m., verður ásett:
§ 1. Til tess at fáa og varðveita aliloyvi verður rindað eitt árligt gjald upp á 50.000 kr.
Stk. 2. Fyri taraaliloyvi verður rindað árligt gjald upp á 15.000 kr.
Stk. 3. Landsstýrisfólkið kann veita loyvishavarum við ikki-vinnuligum aliloyvum undantak at rinda gjaldið sbrt. stk. 1 og 2.
§ 2. Gjaldið fellur til gjaldingar, tá ið serligt uppkrav er móttikið.
§ 3. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 96 frá 29. juni 2009.
Vinnumálaráðið, 3. juli 2009
Johan Dahl (sign.)
landsstýrismaður
/ Arne Poulsen (sign.)
1) Broytt við kunngerð nr. 118 frá 8. september 2011.
2) Broytt við kunngerð nr. 141 frá 19. desember 2024, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2025.”