Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
6. juli 1990Nr. 97
Kunngerð um ábyrgdartrygging av hundum
Við heimild í § 8, stk. 3 í løgtingslóg nr. 82 frá 19. juni 1990 um hundar hevur landsstýrið fyrisett:
§ 1. Tryggingarskyldan umfatar allar hundar uttan teir, sum verða hildnir av ríkismyndugleikum. Tryggingarfelagið tryggjar við eini hundaábyrgdartrygging somuleiðis ábyrgdina fyri hvølpum, sum ikki eru 4 mánaðir gamlir, so leingi sum teir eru hjá mammuni.
Stk. 2. Tryggingin skal tryggja persónskaða upp til 5.000.000 kr. og tingskaða upp til 2.000.000 kr.
§ 2. Tryggingin skal teknast í einum av landsstýrinum góðkendum tryggingarfelag, sum hevur skyldu at tekna trygging fyri einhvønn, sum biður um hetta og góðtekur vanligu tryggingartreytir felagsins.
§ 3. Felagið skal tekna tryggingina soleiðis, at eitthvørt endurgjaldskrav frá triðjamanni hvílir á felagnum og at tað, at tryggingartakarin ikki hevur yvirhildið skyldur sínar mótvegis felagnum, ikki gevur tí rætt til at nokta triðjamanni endurgjald.
Stk. 2. Um felagið letur tryggingartakandi endurgjald, er hetta fyri ábyrgdarvanda felagsins, soleiðis at tann, sum hevur rætt til endurgjald, kann halda seg til felagið, um hann av hesum ávum ikki fær fult endurgjald.
Stk. 3. Hava fleiri persónar krav uppá endurgjald í samband við sama av tryggingini umfataða skaða, og fara krøvini tilsamans uppum tað, sum felagið hevur skyldu at gjalda, verður endurgjaldsupphæddin, um krøvini eru fráboðað til felagið, ella hetta á annan hátt er kunnað um tey, at býta lutfalsliga millum persónarnar.
§ 4. Tryggingarfelagið hevur skyldu – við aftursókn móti ábyrgdarhavandi – at lata endurgjald fyri skaða, sum
a) eftir løgreglukanning má haldast at vera gjørdur av ókendum hundi,
b) er gjørdur av hundi, sum ongin ábyrgdartrygging er teknað fyri,
c) er gjørdur av hundi, sum ábyrgdartrygging er teknað fyri, men sum er avtikin av felagnum ella ikki longur í gildi.
Stk. 2. Felagið heftir tó ikki fyri teir í § 1 nevndu hundum, sum verða hildnir av ríkismyndugleikum.
§ 5. Henda kunngerð fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Samstundis fer kunngerð nr. 70 frá 15. desember 1959 um ábyrgartrygging fyri hundar úr gildi.