Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
7. juni 2022Nr. 97
Kunngerð um fiskiskap eftir hummara til húsbrúks
Við heimild í § 35, stk. 2 og § 64, stk. 2 í løgtings-lóg nr. 152 frá 23. desember 2019 um sjófeingi (Sjófeingislógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 106 frá 29. juni 2020, løgtingslóg nr. 185 frá 18. desember 2020 og løgtingslóg nr. 170 frá 21. desember 2021, verður ásett:
Virkisøki
§ 1. Kunngerðin ásetir reglur um hummaraveiðu til húsbrúks í føroyskum sjógvi við fiskiførum, sum ikki hava fiskiloyvi sambært kunngerð um at skipa fiskiskapin eftir hummara í føroyskum sjógvi.
Avmarking í bátastødd
§ 2. Hummaraveiða til húsbrúks er bert loyvd við bátum undir 15 tons.
Fiskileiðir
§ 3. Á hesum leiðum er hummaraveiða til húsbrúks bert loyvd við bátum, sum hava fiskiloyvi sambært kunngerð um at skipa fiskiskapin eftir hummara í føroyskum sjógvi:
1) Sunnan fyri Streymin.
2) Kollafjørður.
3) Skálafjørður.
4) Kaldbaksfjørður.
5) Tangafjørður.
6) Funningsfjørður.
Minstamát og skylda at sleppa útaftur
§ 4. Hummari styttri enn 15 cm, máldur ytst úr pannuhorninum og ytst á halafjøðurina, og hummari við rognum, skal beinanvegin sleppast útaftur.
Reiðskapur
§ 5. Í hummaraveiðu til húsbrúks er bert loyvt at royna við rúsum.
§ 6. Loyvt er ikki at hava fleiri enn 15 rúsur standandi í sjónum í senn.
Stk. 2. Loyvt er ikki at nýta rúsur við smærri meskum enn 22,5 mm x 35 mm, mált innan.
Stk. 3. Hvør rúsa skal ikki vera størri í rúmmáli enn 80 litrar.
Stk. 4. Rúsur skulu setast fram við landi og ikki út frá landi.
Stk. 5. Hvørt strekki skal hava endaboyur. Endaboyurnar skulu hava stong, sum skal vera 150 cm høg oman fyri sjógvin, og skal vera merkt við fløggum, ið síggjast væl. Eitt flagg skal vera á norðaru endaboyu og tvey fløgg á sunnaru endaboyu. Fløggini skulu ikki vera minni enn 21 x 30 cm. Endaboyurnar skulu vera merktar við sjónskum og skilligum bátsnummari.
Stk. 6. Loyvt er ikki at seta rúsur oman yvir annan reiðskap.
Stk. 7. Loyvt er bert at seta ella draga hummararúsur í dagslýsi. Gamalt ella brúkt agn skal ikki blakast út aftur á veiðiøkið.
§ 7. Eftir at bátur við fiskiloyvi hevur sett rúsur, skulu ikki ganga meira enn 30 dagar, til báturin aftur er hjá rúsunum og fer at draga. Vørn kann í serligum førum geva undantak frá tíðarfreistini.
Stk. 2. Vørn kann í serligum førum loyva øðrum báti at draga reiðskapin.
Avreiðing og søla
§ 8. Sambært § 35, stk. 1, 2. pkt. í løgtingslógini er ikki loyvt at avreiða ella á annan hátt selja veiðu til húsbrúks.
Revsing
§ 9. Brot á §§ 2-6 og § 7, stk. 1, 1. pkt. verða revsað við sekt, er ikki harðari revsing ásett eftir aðrari lóg.
Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar koma undir revsiábyrgd eftir reglunum í kapitli 5 í revsilógini.
Gildiskoma
§ 10. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Fiskimálaráðið, 7. juni 2022
Árni Skaale (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)