9. august 2005Nr. 97
Kunngerð um broyting í kunngerð um eldrasambýli og broyting í kunngerð um eldrarøkt í Sandoynni
§ 1
Í kunngerð nr. 71 frá 27. august 1998 um eldrasambýli verða gjørdar hesar broytingar:
1) § 4, stk. 4 verður orðað soleiðis:
“Stk. 4. Pensjónistur kann vera til umlætting í mesta lagi 90 dagar í einum ári. Gjaldið fyri umlætting er ásett í kunngerð um áseting og javning av almannaveitingum.”
2) Í § 7 verður sum stk. 6 sett:
“Stk. 6. Pensjónistur kann vera til umlætting í mesta lagi 90 dagar í einum ári. Gjaldið fyri umlætting er ásett í kunngerð um áseting og javning av almannaveitingum.”
§ 2
Í kunngerð nr. 7 frá 27. januar 2003 um eldrarøkt í Sandoynni verður § 2, stk. 7 orðað soleiðis:
“Stk. 7. Pensjónistur kann vera til umlætting í mesta lagi 90 dagar í einum ári. Gjaldið fyri umlætting er ásett í kunngerð um áseting og javning av almannaveitingum.”
§ 3
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Almanna- og heilsumálaráðið, 9. august 2005
Hans Pauli Strøm (sign.)
landsstýrismaður
/ Aibritt á Plógv (sign.)