Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
10. juni 1996Nr. 97
Kunngerð um fiskiskapin á landleiðunum við fiskiførum, sum eru skrásett Føroyum, sum seinast broytt við kunngerð nr. 26 frá 6. mars 2001
Við heimild í § 9 í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap við seinni broytingum hevur landsstýrið fyrisett:
Veiða við troli v.m.
Leiðir:
§ 1. Umframt tær ásetingar, sum eru gjørdar um stongdar leiðir í § 9 a í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap við seinni broytingum, er veiða við skovlváð, troli, snurriváð ella líknandi neti ikki loyvd í teimum tilskilaðu tíðarskeiðunum og leiðunum:
m) 1) Í tíðarskeiðinum frá 1. februar til 1. juni, báðir dagar íroknaðir, millum longdarstigið 06°30'00"V og longdarstigið 06°00'00"V frá 16 fjórðingum úr grundlinjunum og út á eina linju drigin millum 62°44'00"N - 06°30'00"V og 62°37'00"N - 06°00'00"V,
n) 1) (Strikað).
o) Alt árið innanfyri linjur drignar millum hesi støðini og í hesi raðfylgju:
1. 61°12'00"N 06°22'00"V
2. 61°00'00"N 06°22'00"V
3. 60°56'00"N 06°09'00"V
p) 1) 2) Alt árið innan fyri linjur drignar millum hesi støð og í hesi raðfylgju:
1. 61°37'00"N 07°33'00"V
2. 61°30'00"N 07°45'00"V
3. 61°26'00"N 07°45'00"V
4. 61°25'25"N 08°01'00"V
5. 61°32'48"N 08°20'30"V
6. 61°36'00"N 08°10'00"V
7. 61°31'30"N 07°56'00"V
8. 61°41'00"N 07°38'30"V
r) 2) Alt árið innan fyri linjur drignar millum hesi støðini og í hesi raðfylgju:
1. 61°36'00"N 08°10'00"V
2. 61°31'30"N 07°56'00"V
3. 61°41'00"N 07°38'30"V
4. 61°44'48"N 07°43'18"V
fyri fiskifør við maskinorku uppá 500 HK ella yvir, tó so at framtøkumegin fyri hvørt nýtt trol ikki fer upp um 500 HK.
s) Alt árið sunnanfyri Skeivabanka innanfyri linjur drignar millum hesi støðini og í hesi raðfylgju:
1. 61°37'00"N 07°33'00"V
2. 61°30'00"N 07°45'00"V
3. 61°26'00"N 07°45'00"V
4. 61°27'00"N 07°30'00"V
5. 61°32'30"N 07°27'00"V
fyri fiskifør við maskinorku uppá 500 HK ella yvir, tó so at framtøkumegin fyri hvørt nýtt trol ikki fer upp um 500 HK.
.
KORTSKJAL 3)
.
Stk. 2. Tá svartkjaftur (Micromesistius Poutassou), hvítingsbróður (Trisopterus esmarki) ella gulllaksur (Argentina silus) verður veiddur við smámeskaðum botntrolum, er ikki loyvt at royna innan fyri linjur, drignar millum hesi støðini og í hesi raðfylgju:
Á landgrunninum.
1. 61°00'N 06°21'V
2. 62°23'N 05°40'V
3. 62°38'N 06°00'V
4. 62°38'N 07°17'V
5. 62°18'N 08°29'V
6. 62°00'N 08°21'V
7. 61°50'N 07°51'V
8. 61°00'N 06°44'V
Á Føroya Banka:
1. 60°50'00"N 07°57'00"V
2. 61°03'00"N 07°57'00"V
3. 61°15'30"N 08°16'00"V
4. 61°13'20"N 08°42'12"V
5. 61°00'00"N 09°11'00"V
6. 60°48'40"N 09°25'00"V
7. 60°24'00"N 09°07'00"V
Trolbannið á økjunum í stk. 1 eru eisini galdandi fyri smámeskað botntrol.
.
Økini eru víst á hjálagda kortskjali 2: 4)
.
Stk. 3. 5) Veiða við bummtroli er ikki loyvd.
Veiða við línu v.m.
Leiðir:
§ 2.6) 7) Fiskiførum størri enn 90 tons, fiskifør uttan egningarmaskinu tó undantikin, er ikki loyvt at veiða við línu innan fyri 6 fjórðingar úr grunnlinjunum.
Reiðskapur.
§ 3. 8) 6) 9) Einki skip má nýta skovlváð, trol, snurriváð ella líknandi net, ið verður drigið gjøgnum sjógvin, sum í nøkrum parti hevur smærri meskar enn 145 mm. Tvørmátið á tráðnum í posanum (8 teir aftastu metrarnir av trolinum), eigur ikki at fara upp um 8 mm. Netið framman fyri posan (millumstykkið) skal ikki vaksa í ummáti úr forkanti í afturkant, og pláturnar í yvir- og undirpartinum skulu vera eins. Posin skal vera úr rektangulerum plátum, har yvir- og undirpláturnar eru eins. Ummátið í forkanti á posanum má ikki vera víðari enn afturkantur á millumstykkinum. Tað er ikki loyvt hvørki at vaksa ella minka um víddina á posanum frammanífrá og aftureftir, tó er loyvt at sneiða 3 tær aftastu meskarnar inneftir. Meskarnir í hvørjari plátu skulu vera skornir eftir síðu og ikki í nøkrum føri eftir leggi. Tað er ikki loyvt at snøra posan ella á nakran hátt at bera so í bandi, at meskarnir ikki standa fult mát. Tó er loyvt:
1) at knýta tilfar, ið bert verður fest framman og á síðurnar, á undirsíðuna av trolposanum fyri at minka um slit,
2) at lata festið til gjørðina ganga gjøgnum spellið og møguliga vera fest í spellið, tó soleiðis at spellið ikki liggur fast at posanum av hesi orsøk.
Tað er ikki loyvt at brúka gjørðir (rundstroppar), tó er loyvt at hava eina gjørð (lyftistropp) í posanum til at býta sundur við. Gjørðin skal ikki vera styttri enn 70% av ummáli trolposans, mált við strektum meski tvørturum á posanum á tí staðnum, har gjørðin er fest til posan.
Hóast ásetingina um 145 mm verður tað loyvt trolarum at nýta annan mesk í beinleiðis veiðu eftir upsa, blálongu, langasporli, stinglaksi og kongafiski.
Í beinleiðis veiðu eftir upsa er loyvt at nýta 135 mm í posanum (8 teir aftastu metrarnir). Beinleiðis veiða eftir upsa merkir, at meira enn 50% í hvørjum háli er upsi.
Í beinleiðis veiðu eftir blálongu, langasporli og stinglaksi er loyvt at nýta 100 mm í posanum, ið kann verða í mesta lagi 22 metrar til longdar og 135 mm í restini av trolinum á leiðum sunnan fyri 61°45’N og vestan fyri 09°00’V og økið sunnan og vestan fyri eina linju millum staðfestingarnar 60°30’N 07°00’V og 60°00’N og 06°00’V. Beinleiðis veiða eftir blálongu, langasporli og stinglaksi merkir, at meira enn 50% av veiðuni er blálonga, langasporl ella stinglaksur. Ikki er loyvt at tóga á dýpi, grynri enn 500 m.
Í beinleiðis veiðu eftir kongafiski er loyvt at nýta 135 mm í posanum og í restini av trolinum. Beinleiðis veiða eftir kongafiski merkir, at meira enn 50% av hvørjum háli er kongafiskur.
Í beinleiðis veiðu eftir flatfiski á teimum leiðum, sum eru settar út niðan fyri, er fiskiførum við maskinorku uppá 500 HK ella undir og sum hava trolloyvi, loyvt at nýta trol, sum ikki í nøkrum parti hevur meskar, ið fara niður um 120 mm og sum hevur innsetta rist við 40 mm millum rimarnar. Hevur trolið ein ovara posa í samband við ristina, skal meskavíddin í hesum minst vera 180 mm og verða gjørdur úr dupultum tráði 6 mm til tjúktar. Leiðirnar eru innanfyri linjur drignar millum hesi støð:
1) Frá 1. juli til 1. september millum 12 og 19 fjórðingar frá grundlinjunum millum 315° rættvísandi úr Barðinum (62°08'48"N 07°26'00"V) og innan fyri linjur drignar millum hesi støð og í hesi raðfylgju:
a) 62°30'00"N 07°45'00"V
b) 62°30'00"N 07°30'00"V
c) 62°26'05"N 07°30'00"V
2) Frá 1. juli til 1. september millum 12 og 16 fjórðingar frá grundlinjunum og eystan fyri longdarstigið 06°30'00"V og norðan fyri breiddarstigið 62°25'00"N.
3) Frá 1. juli til 1. september, báðir dagar íroknaðir, millum longdarstigið 06°30’00”V frá 16 fjórðingum úr grundlinjunum og út á eina linju drigin millum 62°44’00”N-06°30’00”V og 62°37’00”N-06°00’00”V.
Beinleiðis veiða eftir flatfiski merkir, at hjáveiða av toski og hýsu ikki fer upp um ávikavist 25% og 10% roknað fyri hvønn túr sær. Hjáveiða av øðrum fiskasløgum er loyvd.
Skip, sum fiska sambært undantaksregluni um meskavídd á nevndu leiðum, skulu boða Fiskiveiðueftirlitinum frá, tá ið tey byrja og enda henda fiskiskap. Á túrinum er ikki loyvt at skifta millum vanligt trol og trol við meskavídd sambært undantaksregluni.
Stk. 2. Tá veitt verður sambært § 1, stk. 2, er ikki loyvt at nýta trol, har meskarnir í nøkrum parti fara niður um 16 mm, og í posanum mugu teir ikki fara upp um 50 mm. Tað er ikki loyvt at virka veiðuna umborð (t.d. til mjøl ella súrløgu). Loyvt er at nýta spell á yvir- og undirsíðuni á posanum til tess at styrkja um posan.
Stk. 3. Tá svartkjaftur ella gulllaksur verða veidd við uppisjóvartroli, mugu meskarnir ikki fara niður um 35 mm.
Stk. 4. Fiskireiðskapur, ið ikki stendur mát eftir stk. 1 og 2, skal vera fyri seg sjálvan í serligum rúmi, ætlað til goymslu av hesum reiðskapi.
Stk. 5. Meskavíddin skal vera soleiðis, at tá ið meskin verður strektur á vátum neti diagonalt eftir longdini, skal flatt mátitól 2 mm tjúkt við tí ásetta mátinum, lættliga ganga ígjøgnum meskarnar í netinum, jbr. starvsreglugerð nr. 65 fyri vaktartænastuna á landleiðini viðvíkjandi meskamáting frá 7. august 1979, broytt við kunngerð nr. 24 frá 13. apríl 1989.
Stk. 6. Skovlváð, trol, snurriváð og líknandi net skulu, tá skip eru stødd ella sigla í teimum í § 1, stk. 1 og í hesi grein stk. 1 nevndu leiðum og í teimum har tilskilaðu tíðarskeiðum, har veiða við hesum reiðskapi ikki er loyvd, hava henda reiðskap burturstúgvaðan á sínum natúrliga staði og trolwirar útsjeklaðar.
Stk. 7. Landsstýrið kann eftir umsókn gera undantak frá forboðnum í stk. 1.
Veiða við gørnum.
Leiðir:
§ 4. 6) Veiða við gørnum eftir toski, hýsu ella upsa er ikki loyvd í teimum tilskilaðu tíðarskeiðum og leiðum:
a) Alt árið innanfyri 30 fjórðingar úr grundlinjunum.
b) Alt árið á Føroya Banka innanfyri linjur drignar millum hesi 8 støð:
1. 60°50'00"N 07°57'00"V
2. 61°03'00"N 07°57'00"V
3. 61°15'30"N 08°16'00"V
4. 61°13'20"N 08°42'12"V
5. 61°00'00"N 09°11'00"V
6. 60°48'40"N 09°25'00"V
7. 60°24'00"N 09°07'00"V
Stk. 2. Frá forboðnum eru tó tey fiskifør undantikin, ið hava serloyvi til royndir, sum Fiskirannsóknarstovan skipar fyri.
Stk. 3. 10) Á innaru landleiðini er beinleiðis veiða eftir sild, reyðsprøku, tungu, skrubbu og rognkelsi loyvd við upp til 10 gørnum fyri hvønn bát. Longdin á hvørjum garni má ikki fara upp um 30 favnar. Tó er ikki loyvt at seta gørn nærri landi enn 30 m, mált frá hægstu fjøru, við áarósa mugu tó ikki gørn setast nærri enn 100 m roknað frá ósamunnanum, mált frá hægstu fjøru. Eingin bátur má nýta sildagørn, har meskurin í nøkrum parti av garninum fer upp um 70 mm. Eingin bátur má í veiðu eftir reyðsprøku, tungu, skrubbu og rognkelsi nýta gørn, har meskarnir í nøkrum parti av garninum fara ávikavist niður um 125 mm og upp um 135 mm. Viðvíkjandi meskamáting verður víst til § 3, stk. 5.
Minstamát á fiski.
§ 5. Fiskur, ið ikki stendur niðanfyri nevndu mát, mátaður fremst úr høvdinum til aftast á stertinum, er undirmátsfiskur. Tað er ikki loyvt at blaka fisk fyri borð aftur.
|
|
cm |
|
Toskur (Gadus morhua) |
40 |
|
Hýsa (Melanogrammus aeglefinus) |
37 |
|
Reyðsprøka (Pleuronectes platessa) |
40 |
|
Lálla (Glyptocephalus cynoglossus) |
28 |
|
Tunga (Microstomus kitt) |
30 |
|
Kalvi (Hippoglossus hippoglossus) |
45 |
|
Sild (Clupea harengus) |
22 |
|
Glaskvoysa (Lepidorhobmus whifflagonis) |
25 |
|
Laksur (Salmo salar) |
60 |
|
Hvítingur (Merlangius merlangus) |
30 |
|
Stórur kongafiskur (Sebastes marinus) |
30 |
|
Trantkongafiskur (Sebastes mentella |
30 |
|
Blálonga (Molva dipterygia) |
60 |
|
Longa (Molva molva) |
60 |
|
Brosma (Brosme brosme) |
40 |
|
Langasporl (Coryphaenoides rupestris) |
40 |
|
Gullaksur (Argentina silus) |
28 |
|
Havtaska (Lophius piscatorius) |
50 |
|
Upsi (Pollachius virens) |
45 |
|
Svartkalvi (Rheinhardtius hippoglossoides) |
35 |
Stk. 2. Tað er ikki loyvt at veiða makrel (Scomber scombrus) til ídnað, sum fer niður um 30 cm longd, mátað sum greitt frá í § 6, stk. 1. Tó er tað loyvt at hava upp í 20% av undirmátsmakreli í lastini.
Veiðibann.
§ 6. Tað er ikki loyvt fiskiførum undir 15 BRT at veiða sunnu- og halgidagar.
Revsingarreglur.
§ 7. Brot móti ásetanum í hesi kunngerð verða revsað eftir lógini um vinnuligan fiskiskap.
§ 8. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 52 frá 26. mars 1993 við seinni broytingum (kunngerð nr. 98 frá 13. mai 1993 og kunngerð nr. 3 frá 6. januar 1994) um fiskiskapin á landleiðini við fiskiførum, sum eru skrásett í Føroyum og kunngerð nr. 35 frá 15. apríl 1980.
1) Broytt við kunngerð nr. 23 frá 14. mars 1997.
2) Broytt við kunngerð nr. 129 frá 27. november 1996.
3) Kortskjalið er ikki við her í Lógasavninum, men kann sígjast í Kunngerðablaðnum A, Hefti 10, útgivið 12. juni 1996, s. 137.
4) Kortskjalið er ikki við her í Lógasavninum, men kann sígjast í Kunngerðablaðnum A, Hefti 10, útgivið 12. juni 1996, s. 138.
5) Broytt við kunngerð nr. 26 frá 6. mars 2001.
6) Broytt við kunngerð nr. 17 frá 16. mars 1999.
7) Broytt við kunngerð nr. 82 frá 25. august 1999.
8) Broytt við kunngerð nr. 130 frá 10. juli 1997.
9) Broytt við kunngerð nr. 61 frá 24. juni 1999.
10) Broytt við kunngerð nr. 135 frá 20. august 1997.