Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
17. juni 2021Nr. 97
Kunngerð um útbúgvingar á Fróðskaparsetri Føroya, sum seinast broytt við kunngerð nr. 23 frá 28. februar 2025
Við heimild í § 3, stk. 4 í løgtingslóg nr. 58 frá 9. juni 2008 um Fróðskaparsetur Føroya, sum broytt við løgtingslóg nr. 51 frá 8. mai 2012, verður ásett:
Kapittul 1
Stevnumið, bygnaður og allýsingar
§ 1. Útbúgvingarnar á Fróðskaparsetri Føroya eru akademiskar útbúgvingar, sum geva lesandi ástøðiligar og verkligar førleikar og kunnleikar í vísindaligum háttaløgum og evnum.
Stk. 2. Útbúgvingarnar eru skipaðar sbrt. Bologna-ásetingunum. European Credit Transfer and Accumulation System, ECTS verður nýtt at lýsa vavið í útbúgvingunum. 60 ECTS samsvara við eitt ársverk.
Stk. 3. Útbúgvingarnar eru:
1) Bachelorútbúgving, ið telur 180 ECTS.
2) Bachelorútbúgving, ið er yrkisrættað, sum telur upp til 240 ECTS.
3) Diplomútbúgving, ið telur 60 ECTS námsstig, sum antin er eitt ársverk á bachelorstigi ella eitt ársverk á masterstigi.
4) Masterútbúgving, ið telur 120 ECTS.
Stk. 4. Eisini kann Fróðskaparsetur Føroya bjóða út stakskeið, hjánám, ískoytisútbúgving og eftirútbúgving á øllum útbúgvingarstigum.
Stk. 5. Útbúgvingarnar sbrt. stk. 3 og 4 kunnu bjóðast út sum fulltíðarlestur ella parttíðarlestur.
Stk. 6. Útbúgvingar sbrt. stk. 3 og 4 kunnu verða bodnar út móti gjaldi, sbrt. § 19, stk. 2 í løgtingslógini.
Stk. 7.1) Landsstýrisfólkið kann eftir umsókn frá rektaranum loyva fráviki frá hesi kunngerð í sambandi við tíðaravmarkað royndarvirksemi og nýskapandi virksemi á hægri útbúgvingarøkinum, sum er í samsvari við § 1.
§ 2. Fróðskaparsetur Føroya leggur útbúgvingarnar til rættis við støði í teimum skeiðum, undirvísingartilboðum og valmøguleikum í námsskipan fyri hvørja útbúgving sær, sum eru á Fróðskaparsetri Føroya ella við avriksflutningi frá øðrum universitetum.
Stk. 2. Útbúgvingar á Fróðskaparsetri Føroya skulu geva tí lesandi fortreytir fyri framhaldandi at ogna sær førleikar á hægri stigi.
Kapittul 2
Útbúgvingarsløg og skipan av útbúgvingum
Bachelorútbúgving
§ 3. Bachelorútbúgvingin skal geva lesandi innlit í fakøki og kunnleika til vísindalig ástøði og háttaløg og førleikar at søkja sær vitan. Útbúgvingin skal menna førleikan til at orða og skilmarka faklig greiðsluevni, til at lýsa, greina og tulka tey og soleiðis geva førleika til sjálvstøðugt arbeiði. Harumframt er bachelorútbúgving støði undir akademiskari framhaldsútbúgving.
Stk. 2. Staðið bachelorprógv gevur rætt til heitið bachelor.
Stk. 3. Bachelorútbúgvingin sbrt. stk. 1 skal vera í samsvari við 6. førleikastig í European Qualification Framework og 1st cycle í Framework for Qualifications of the European Higher Education Area.
§ 4. Bachelorútbúgving er í minsta lagi 180 ECTS.
Stk. 2. Bachelorútbúgving kann vera tvørfaklig, tvífaklig ella í einum faki.
Stk. 3. 1) Námsskipan, sum skal góðkennast av landsstýrisfólkinum, verður gjørd fyri hvørja einstaka bachelorútbúgving.
§ 5. Bachelorritgerð er kravdur partur av bachelorútbúgvingini.
Stk. 2. Ritgerðin skal vísa evnini hjá tí lesandi at nýta vísindaligt ástøði og háttalag í arbeiðinum við einum avmarkaðum evni.
Stk. 3. Ritgerðarevnið skal vera avmarkað soleiðis, at arbeiðið við ritgerðini í minsta lagi svarar til 15 ECTS.
Stk. 4. 1) Landsstýrisfólkið kann gera frávik frá ECTS-kravinum sbrt. stk. 3.
Stk. 5. Tann lesandi velur ritgerðarevnið í samráði við vegleiðara, sum hevur tann neyðuga førleikan, og sum av útbúgvingarleiðara er góðkendur til hetta. Útbúgvingarleiðarin staðfestir ritgerðarevnið.
Masterútbúgvingar
§ 6. Masterútbúgving byggir á bachelorútbúgving, og krøvini eru størri og torleikastigini hægri. Masterútbúgvingin skal menna fakligu vitanina, økja ástøðiliga og háttalagsliga førleikan, sum tann lesandi hevur ognað sær á bachelorútbúgvingini. Hon skal harumframt styrkja sjálvstøðugt arbeiðslag.
Stk. 2. Staðið masterprógv gevur rætt til heitið master.
Stk. 3. Masterútbúgvingin sbrt. stk. 1 skal vera í samsvari við 7. førleikastig í European Qualification Framework og 2nd cycle í Framework for Qualifications of the European Higher Education Area.
§ 7. Masterútbúgving er í minsta lagi 120 ECTS eftir lokna bachelorútbúgving. Masterútbúgving kann vera tvørfaklig, tvífaklig ella í einum faki.
Stk. 2. 1) Námsskipan, ið landsstýrisfólkið skal góðkenna, verður gjørd fyri hvørja einstaka masterútbúgving.
Stk. 3. Er ivamál um heitið á tvífakligari ella tvørfakligari masterútbúgving, tekur rektarin avgerð í málinum.
§ 8. Masterritgerð er kravdur partur av masterútbúgvingini.
Stk. 2. Masterritgerðin skal prógva evnini hjá tí lesandi at nýta vísindaligt ástøði og háttalag í arbeiðinum við einum avmarkaðum evni.
Stk. 3. Ritgerðararbeiðið svarar til í minsta lagi 30 ECTS.
Stk. 4. 1) Landsstýrisfólkið kann gera frávik frá ECTS-kravinum sbrt. stk. 3.
Stk. 5. Tann lesandi velur ritgerðarevnið í samráði við vegleiðara, sum hevur tann neyðuga førleikan, og sum útbúgvingarleiðari góðkennir sum vegleiðara. Útbúgvingarleiðarin staðfestir ritgerðarevnið.
Aðrar útbúgvingar
§ 9. 1) Aðrar útbúgvingar eru nærri lýstar í námsskipan. Námsskipan til hvørja einstaka útbúgving skal góðkennast av landsstýrisfólkinum.
Stk. 2. 2) Útbúgvingar sbrt. stk. 1 eru fevndar av §§ 1 og 2 og §§ 11-14.
Stakgreinalestur
§ 10. Stakgreinalesandi eru lesandi, sum fylgja undirvísing og fara til próvtøku í einstøkum skeiðum uttan at vera innskrivað til fullan lestur.
Stk. 2. Stakgreinalesandi søkja um upptøku til hvørt skeið sær og skulu lúka somu krøv til upptøku sum onnur lesandi.
Stk. 3. Stakgreinalesandi verða tikin inn, um pláss er á skeiðinum.
Stk. 4. Fróðskaparsetur Føroya kann krevja skeiðsgjald fyri stakgreinalestur.
Stk. 5. Fróðskaparsetur Føroya kann bjóða út stakskeið, ið ikki er partur av útbúgving, ið Fróðskaparsetur Føroya bjóðar.
Parttíðarlestur
§ 11. Lesandi, ið eru innskrivað til útbúgvingar á Fróðskaparsetri Føroya, eru í útgangsstøði innskrivað til fulltíðarlestur.
Stk. 2. Til útbúgvingar, ið verða bjóðaðar út sum parttíðarlestur, kunnu lesandi vera skrásett at vera parttíðarlesandi.
Stk. 3. Í førum, har serligar umstøður tala fyri tí, kunnu lesandi á fulltíðarútbúgvingum eisini fáa undantaksloyvi at vera parttíðarlesandi.
Krav um lestrarvirkni
§ 12. Lesandi, ið eru innskrivað til útbúgvingar á Fróðskaparsetri Føroya, skulu vera lestrarvirkin sbrt. ásetingunum hjá Fróðskaparsetrinum.
Stk. 2. Lesandi við skerdum virkisførleika kunnu fáa tillagaðar treytir um lestrarvirkni.
Lestrarvist
§ 13. Lesandi á Fróðskaparsetri Føroya kunnu søkja um at fara á lestrarvist sum part av útbúgvingini.
Stk. 2. Fróðskaparsetur Føroya ásetur nærri innanhýsis reglur og mannagongdir í sambandi við lestrarvist.
Gestalesandi
§ 14. Lesandi, ið eru innskrivað til lestur á øðrum hægri lærustovni, kunnu søkja um at vera gestalesandi á Fróðskaparsetri Føroya.
Stk. 2. Gestalesandi fylgja undirvísing og fara til próvtøku í einstøkum skeiðum uttan at verða innskrivað til ávísa útbúgving.
Stk. 3. Gestalesandi kunnu í mesta lagi taka 60 ECTS á Fróðskaparsetri Føroya fyri hvørja útbúgving.
Stk. 4. Fróðskaparsetur Føroya ásetur nærri reglur fyri innskriving av gestalesandi.
Uttansetursundirvísing
§ 15. Fróðskaparsetur Føroya kann gera avtalur um samstarv um undirvísing við aðrar hægri útbúgvingarstovnar, um mett verður, at neyðugi undirvísingarførleikin innan ávíst fakøki ikki er tøkur á Fróðskaparsetri Føroya. Talan kann bæði vera um samstarv við aðrar hægri útbúgvingarstovnar og um samstarv við klinisk útbúgvingarstøð.
Stk. 2. Í mesta lagi 60 ECTS av bachelorútbúgving og 30 ECTS av masterútbúgving kunnu takast uttansetur.
Stk. 3. 1) Landsstýrisfólkið kann, í serligum førum, gera frávik frá ECTS-kravinum í stk. 2. Tó kann ongantíð meira enn helvtin av eini útbúgving, roknað í ECTS, leggjast uttanseturs.
Stk. 4. Í teimum førum, har undirvísing verður løgd uttanseturs, skal hetta verða upplýst í námsskipanini.
Lestrarvegleiðingin
§ 16. Fróðskaparsetur Føroya bjóðar lesandi lestrarvegleiðing um útbúgvingarnar á Fróðskaparsetri Føroya og starvsmøguleikar, ið útbúgvingarnar geva. Fróðskaparsetur Føroya veitir lesandi vegleiðing í sambandi við lestrarvist. Lestrarvegleiðingin vegleiðir um rættindi og skyldur hjá tí lesandi í sambandi við lesturin. Harumframt kann lestrarvegleiðingin ráðgeva lesandi við sosialum, persónligum og fíggjarligum avbjóðingum í sambandi við lestur.
Samstarvsráð 1)
§ 16 a. 1) Rektarin kann eftir tørvi seta samstarvsráð fyri hvørja einstaka útbúgving ella hvørji einstøk útbúgvingarøki, sbr. tó § 16 a, stk. 5.
Stk. 2. Endamálið við samstarvsráðnum er at fremja samstarv millum teir partar, ið varða av útbúgvingini ella útbúgvingarøkinum og av viðkomandi starvsøki sum heild.
Stk. 3. Samstarvsráðini verða sett umboðandi viðkomandi áhugapartar, við atliti at javnstøðu.
Stk. 4. Rektarin skipar fyri nærri innanhýsis starvsskipan fyri samstarvsráðini.
Stk. 5. Samstarvsráð fyri sjúkrarøktarfrøðiútbúgvingina, námsfrøðiútbúgvingina og fólkaskúlalæraraútbúgvingina verða sett sbrt. ásetingunum í teimum serstøku kunngerðunum, sum galda fyri útbúgvingarnar.
Kapittul 3
Námsskipan
§ 17. Fróðskaparsetur Føroya ásetur nærri reglur fyri útbúgvingarnar í námsskipan fyri hvørja útbúgving sær.
Stk. 2. Námsskipan skal innihalda:
1) Heitið á útbúgvingini á føroyskum og enskum.
2) Útbúgvingarstig, sambært QF – EHEA; EQF.
3) Samlað ECTS-áseting.
4) Upptøkukrøv.
5) Fakliga lýsing, sum inniheldur:
a) endamál,
b) lýsing av almennum og fakligum førleikum, og
c) útbúgvingarlæruúrtøkur.
6) Ásetingar um útbúgvingarviðurskifti:
a) innihald og stødd í ECTS í einstøku fakøkjunum og eindum í útbúgvingini,
b) undirvísingarhættir og lærihættir í útbúgvingini, og uttansetursundirvísing,
c) yvirlit yvir, hvussu lestrareindirnar eru skipaðar, undir hesum raðfylgjan av skeiðum, venjingum o.a. og møguligar aðrar treytir í lestrargongdini,
d) reglur um fakligar samansetingar og valmøguleikar,
e) próvtøkusløg,
f) nær próvdømingin er innanhýsis ella uttanhýsis,
g) nær galdandi próvtalsstigi ella staðið ella ikki staðið verður nýtt,
h) hvørjar próvtøkurnar eru og raðfylgja teirra í lestrargongdini,
i) luttøkuskyldu,
j) bachelorritgerð og masterritgerð,
k) góðskrivingar,
l) altjóða útbúgvingarmøguleikar, skiftislestur og starvsvenjing, og
m) nær tann lesandi í seinasta lagi skal hava staðið endaligt prógv.
Stk. 3. Tá nýggj námsskipan verður samtykt, og tá størri broytingar verða gjørdar, skal dekanurin kunna tey lesandi um tær, so skjótt tær eru góðkendar. Sum meginregla eru broytingarnar galdandi frá komandi lestrarársbyrjan.
Stk. 4. Tey lesandi skulu kunnast um, í hvønn mun tey kunnu fylgja broyttu skipanunum ella fylgja eldri skipanum og um møguligar tíðarfreistir í hesum sambandi.
Stk. 5. 1) Námsskipan til bachelorútbúgving í sjúkrarøktarfrøði skal sendast til hoyringar hjá landsstýrisfólkinum í almannamálum, landsstýrisfólkinum í heilsumálum, Almannaverkinum, Kommunufelagnum, avvarðandi yrkisfelagi og løggildingarmyndugleikanum.
Stk. 6. Námsskipan til bachelorútbúgving til yrkisrættað starv sum fólkaskúlalærari skal sendast til hoyringar hjá Undirvísingarstýrinum, Kommunufelagnum og avvarðandi yrkisfelagi.
Stk. 7. 1) Námsskipan til bachelorútbúgving til yrkisrættað starv sum námsfrøðingur skal sendast til hoyringar hjá landsstýrisfólkinum í almannamálum, Almannaverkinum, avvarðandi yrkisfelagi og Kommunufelagnum.
Stk. 8. Allar námsskipanir skulu liggja alment á heimasíðuni hjá Fróðskaparsetri Føroya.
Kapittul 4
Prógv
§ 18. Fróðskaparsetur Føroya skrivar út prógv fyri útbúgving í seinasta lagi 2 mánaðir eftir, at studenturin hevur staðið seinastu próvtøkuna.
Stk. 2. Á próvnum skal standa:
1) navn og búmerki útbúgvingarstovnsins á føroyskum og enskum,
2) navn og føðingardagur hjá tí, sum hevur staðið útbúgvingina,
3) heitið, sum útbúgvingin gevur rætt til, á føroyskum og enskum,
4) heimildin fyri útbúgvingini, og
5) undirskrift hjá rektara og dekani.
Stk. 3. Við próvnum skal fylgja próvtalsyvirlit á føroyskum og enskum, ið fevnir um:
1) skeiðini, sum eru staðin,
2) próvtøkuúrslit,
3) flutt avrik frá øðrum útbúgvingarstovnum, og
4) undirskrift hjá fyrisitingarstjóranum.
Stk. 4. Sum fylgiskjal til prógvið letur Fróðskaparsetur Føroya eitt Diploma Supplement á enskum, sum samsvarar við ásetingarnar hjá ES-kommissiónini, Evroparáðnum og UNESCO-CEPES.
Stk. 5. Lesandi, sum gevst, hevur rætt til váttan fyri tær próvtøkur, ið hann hevur staðið.
Stk. 6. Gestalesandi, stakgreinalesandi, lesandi á summarskeiðum og samsvarandi styttri skeiðum við próvtøku hava rætt til eina skeiðsváttan umframt útskrift úr skrásetingarskipanini, sum lýsir heitið á skeiðinum, ECTS, próvtal og yvirlit yvir próvtalastiga.
Stk. 7. Fróðskaparsetur Føroya goymir upplýsingar, ið eru neyðugar fyri at útskriva prógv, í 30 ár. Eftir hetta verða upplýsingarnar latnar Tjóðskjalasavninum í varðveitslu.
Kapittul 5
Gildiskoma og skiftisásetingar
§ 19. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og er galdandi fyri lesandi á Fróðskaparsetri Føroya, sum eru farin undir útbúgving 1. august 2021 ella seinni.
Stk. 2. Samstundis, sum henda kunngerð kemur í gildi, fer úr gildi kunngerð nr. 85 frá 9. juni 2009 um skiftisreglur fyri lesandi á Fróðskaparsetri Føroya, sum hava byrjað lesturin fyri 1. august 2008 ella seinni og reglur um alment próvskeið í Føroyskum.
Stk. 3. Lesandi, sum eru innskrivað til útbúgving á Fróðskaparsetri Føroya áðrenn 1. august 2021, kunnu gera seg liðug eftir teirri gomlu kunngerðini, gomlum lesiætlanum og námsskipanum.
Stk. 4. Lestur sbrt. stk. 3 skal í seinasta lagi vera lokin innan lestrarársbyrjan 2026.
Uttanríkis- og mentamálaráðið, 17. juni 2021
Jenis av Rana (sign.)
landsstýrismaður
/ Poul Geert Hansen (sign.)