Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
18. august 2023Nr. 97
Kunngerð um broyting í kunngerð um at innflyta hundar, kettur og gitnaðarevni
(Forboð fyri kosmetiskum skurðviðgerðum, forboð fyri at innflyta útiløgudjór, serligar treytir fyri tænastuhundar, førarahundar og stuðulshundar, broyttar reglur um gjøgnumferð í ávísum londum og ferðing í londum í flokki B umframt nágreiningar, málsligar rættingar o.a.)
§ 1
Í kunngerð nr. 82 frá 18. mai 2021 um at innflyta hundar, kettur og gitnaðarevni, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Inngangurin verður orðaður soleiðis:
“Við heimild í § 6, stk. 1, § 7, stk. 1, § 9, stk. 1 og stk. 2, nr. 1-3 og nr. 4, litra a og c, § 12, stk. 1, § 13, stk. 1, § 14, stk. 1, §§ 16 og 17, § 20, stk. 1 og 2, § 39, stk. 1, § 41, stk. 2, § 42, stk. 1, § 46, stk. 1, § 48, stk. 2 og 3, og § 50, stk. 1 í løgtingslóg nr. 16 frá 23. februar 2001 um djórasjúkur (Um fyribyrging og niðurberjing av sjúkum hjá djórum og um marknaeftirlit við djórum og djóraúrdráttum), § 1, stk. 1, § 3, stk. 1, og § 4 í løgtingslóg nr. 58 frá 22. apríl 2003 um innflutning og hald av vandamiklum djórum o.ø., sum broytt við løgtingslóg nr. 18 frá 8. mai 2008 og løgtingslóg nr. 31, frá 17. mars 2022 og í § 6, stk. 4, § 7, stk. 2, § 8, stk. 3, § 12, stk. 3, § 21, § 25, stk. 4, § 27 og § 30, stk. 6 og 7 í løgtingslóg nr. 49 frá 30. apríl 2018 um djóravælferð (Djóravælferðarlógin) verður ásett:”
2. § 4 verður orðað soleiðis:
“§ 4. Tað er bannað at innflyta hundasløg, sum kunnu vera vandamikil fyri fólk ella djór.
Stk. 2. Forboðið í stk. 1 fevnir um hundasløg, sum upprunaliga eru ald til bardaga, varðhald, jakt ella verju, hava eitt ágangandi ella tvísint sinnalag og eru sterk ella harðfør. Forboðið í stk. 1 fevnir eisini um hundasløg, sum kunnu hava aðrar óynsktar eginleikar.
Stk. 3. Uttan mun til lutfall er bannað at innflyta blandingar av hundasløgum, sum hava eginleikarnar, nevndir í stk. 2.
Stk. 4. Tað er bannað at innflyta gitnaðarevni frá hundasløgum, sum hava eginleikarnar, nevndir í stk. 2.
Stk. 5. Landsdjóralæknin ger av, hvørji hundasløg eru fevnd av stk. 1.”
3. Aftan á § 4 verður sett:
“§ 4 a. Tað er bannað at innflyta hundar og kettur við aling fyri eyga, um alingin ikki lýkur treytirnar í § 25 í djóravælferðarlógini.
Stk. 2. Tað er bannað at innflyta hundar og kettur, sum hava verið fyri kosmetiskari skurðviðgerð.”
4. Aftan á § 5, men áðrenn yvirskriftina yvir § 6, verður sett:
“§ 5 a. Bannað er at innflyta útiløgudjór, t.e. í hesum føri harraleysar hundar og útiløgukøttar, ið eru tiknir av gøtuni ella komnir úr t.d. djórainternati ella djórapensiónati.
Stk. 2. Heilsufrøðiliga starvsstovan kann veita undantak frá stk. 1, treytað av, at eigarin kann vátta at hava átt djórið í minsta lagi 6 mánaðir fyri, at djórið verður innflutt, og treytað av, at djórið annars lýkur allar treytir, settar fyri innflutningi úr viðkomandi landi.”
5. § 7 verður orðað soleiðis:
“§ 7. Loyvt er ikki at ferðast við hundi og kettu til Føroya, sbr. tó stk. 2-4.
Stk. 2. Hóast ásetingina í stk. 1 kunnu tænastuhundar, førarahundar og stuðulshundar ferðast til Føroya í upp í 2 mánaðir, um teir lúka treytirnar fyri innflutningi úr sendaralandinum. Í serligum føri, og tá bara eftir umsókn, kann landsdjóralæknin leingja hetta tíðarskeið.
Stk. 3. Ferðing við stuðulshundi er harumframt treytað av, at hundurin hevur løggilt stuðulshundaprógv, og lækni váttar, at eigarin hevur tørv á stuðulshundinum.
Stk. 4. Um talan er um bráðfeingis ørindi til Føroya, og tað ikki ber til at lúka treytirnar fyri koppseting eftir § 14 og § 16, stk. 1 og 2, heilsuváttan eftir § 18 a, viðgerðir eftir § 19 og kliniska kanning eftir § 20, kann tænastuhundur ferðast til Føroya, um hann verður viðgjørdur og kannaður skjótast til ber eftir komu.
Stk. 5. Í serligum førum kann landsdjóralæknin veita førarahundum undantak frá reglunum í stk. 2.”
6. § 8 verður orðað soleiðis:
“§ 8. Skrivlig umsókn um innflutningsloyvi, saman við koppsetingarváttanum, sbr. §§ 14-16 og § 18, skal verða Heilsufrøðiligu starvsstovuni í hendi í seinasta lagi 6 yrkadagar, leygardagur ikki íroknaður, fyri, at ætlaða ferðin til Føroya byrjar, sbr. tó § 18 a. Heilsufrøðiliga starvsstovan kann í serligum føri geva undantak frá hesi freist, um viðkomandi treytir eru loknar.
Stk. 2. Skrivlig umsókn um innflutningsloyvi fyri hund og kettu úr landi, sum ikki er nevnt í skjali 1, skal vera Heilsufrøðiligu starvsstovuni í hendi í seinasta lagi 4 vikur fyri, at ætlaða ferðin til Føroya byrjar.
Stk. 3. Í umsóknini skal upplýsast:
1) navn, bústaður, teldupostur og telefonnummar djóraeigarans í Føroyum,
2) slag, ættarslag, føðingardagur, kyn og eyðmerkingarnummar á djórinum,
3) sendaraland, fráfaringarstaður, fráfaringardagur, fráfaringartíð og væntaður komudagur,
4) øll lond, sum djórið hevur verið í seinastu 6 mánaðirnar,
5) ferðaleið, um djórið skal um fleiri lond,
6) fyri djór, innflutt úr landi í flokki A, at djórið lýkur treytirnar í § 9,
7) fyri djór, innflutt úr landi ella øki í flokki B, at djórið lýkur treytirnar í § 10, og
8) váttan fyri, at djórið ikki hevur verið fyri kosmetiskari skurðviðgerð.
Stk. 4. Djóraeigarin skal í umsóknini undir revsiábyrgd vátta upplýsingarnar í stk. 3, nr. 1-8.”
7. § 9, stk. 3 verður orðað soleiðis:
“Stk. 3. Hundar og kettur, sum verða innflutt úr landi í flokki A, men sum á veg til Føroya eru í ella fara gjøgnum land ella øki í flokki B, skulu lúka treytirnar fyri innflutningi úr landi ella øki í flokki B. Hetta er tó ikki galdandi, um djórini einans millumlenda og ikki fara av flogvøllinum, áðrenn tey fara víðari til Føroya.”
8. Aftan á § 18 verður sett:
“§ 18 a. Heilsuváttan um sníkaviðgerð og kliniska kanning, sbr. §§ 19, 20 og 39, skulu vera Heilsufrøðiligu starvsstovuni í hendi 2 yrkadagar, leygardagur ikki íroknaður, fyri, at ferðin til Føroya byrjar.”
9. § 21 verður orðað soleiðis:
“§ 21. Skrivlig umsókn um ferðaloyvi, saman við koppsetingarváttanum, sbr. §§ 27 og 28, skal vera Heilsufrøðiligu starvsstovuni í hendi í seinasta lagi 6 yrkadagar, leygardagur ikki íroknaður, fyri, at ætlaða ferðin úr Føroyum byrjar, sbr. tó § 28 a. Heilsufrøðiliga starvsstovan kann í serligum føri geva undantak frá hesi freist, um viðkomandi treytir eru loknar.
Stk. 2. Skrivlig umsókn um ferðaloyvi fyri hundar og kettur til land, sum ikki er nevnt í skjali 1, skal vera Heilsufrøðiligu starvsstovuni í hendi í seinasta lagi 4 vikur fyri, at ætlaða ferðin úr Føroyum byrjar.
Stk. 3. Í umsóknini skal upplýsast:
1) navn, bústaður, teldupostur og telefonnummar eigarans í Føroyum,
2) slag, ættarslag, føðingardagur og kyn,
3) eyðmerkingarnummar á djórinum,
4) ferðaland, fráfaringarstaður, fráfaringardagur, fráfaringartíð og væntaður heimkomudagur,
5) øll lond, sum djórið skal vitja á ferðini,
6) ferðaleið, um djórið skal á gjøgnumferð um fleiri lond,
7) fyri djór, ið skulu ferðast í londum í flokki A, at djórið lýkur treytirnar í § 22, og
8) fyri djór, ið skulu ferðast í londum ella økjum í flokki B, at djórið lýkur treytirnar í § 23.
Stk. 4. Upplýsingarnar, nevndar í stk. 3, nr. 1-8, verða latnar undir revsiábyrgd.”
10. § 24 verður orðað soleiðis:
“§ 24. Hundar og kettur, sum skulu ferðast úr Føroyum til lond, sum ikki eru nevnd í skjali 1, og sum ferðast aftur til Føroya úr hesum londum, skulu lúka tær treytir sum landsdjóralæknin setir eftir § 54, stk. 4, sbr. tó eisini § 54, stk. 2.”
11. § 28, stk. 2 verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. Hundar og kettur, ið skulu ferðast í landi ella øki í flokki B, kunnu fara úr Føroyum eftir at úrslitið av blóðroyndini, nevnt í stk. 1, hevur víst nøktandi úrslit.”
12. Aftan á § 28, men áðrenn yvirskriftina yvir § 29, verður sett:
“§ 28 a. Heilsuváttan um sníkaviðgerð og kliniska kanning, sbr. §§ 29, 30 og 41, skulu vera Heilsufrøðiligu starvsstovuni í hendi 2 yrkadagar, leygardagur ikki íroknaður, fyri, at ferðin til Føroya byrjar.”
13. Í § 30, stk. 1, 2. pkt. verður “yrkadagar” broytt til: “dagar”.
14. § 31, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Skrivlig umsókn um innflutningsloyvi, saman við kravdum váttanum, sbr. stk. 2, skal vera Heilsufrøðiligu starvsstovuni í henda í minsta lagi 6 yrkadagar, leygardagur ikki íroknaður, fyri, at ætlaður flutningur úr sendaralandinum byrjar. Heilsufrøðiliga starvsstovan kann í serligum føri geva undantak frá hesi freist, um viðkomandi treytir eru loknar.”
15. Aftan á § 35, men áðrenn yvirskriftina yvir § 36, verður sett:
“§ 35 a. Heilsuváttan um kliniska kanning, sbr. §§ 36 og 43, skal vera Heilsufrøðiligu starvsstovuni í hendi 2 yrkadagar, leygardagur ikki íroknaður, fyri, at ferðin til Føroya byrjar. Heilsufrøðiliga starvsstovan kann í serligum føri geva undantak frá hesi freist, um viðkomandi treytir eru loknar.”
16. Í § 36, stk. 1 verður “tikin” broytt til: “tikið”.
17. Í § 39, stk. 1 verður “§ 8” broytt til: “§ 18 a”.
18. Í § 41, stk. 1 verður “§ 21” broytt til: “§ 28 a” og í § 41, stk. 1, nr. 3 verður “innflutning úr” broytt til: “ferðing í”.
19. Í § 43, stk. 1 verður aftan á “heilsuváttanini” sett: “, sbr. § 35 a,” og í § 43, stk. 2 verður “og skal ikki vera eldri enn 2 dagar, tá ið flutningurin úr sendaralandinum byrjar” strikað.
20. § 54, stk. 1 og 2 verða orðað soleiðis:
“Landsdjóralæknin kann eftir eina ítøkiliga váðameting banna innflutningi úr einum og hvørjum landi ella øki.
Stk. 2. Landsdjóralæknin kann eftir eina ítøkiliga váðameting banna djórum at ferðast heim aftur úr einum og hvørjum landi ella øki.”
21. Yvirskriftin yvir § 55 verður orðað soleiðis:
“Oyðubløð”
22. Í § 55, 1. pkt. verður “oyðibløð” broytt til: “oyðubløð”, og í § 55, 2. pkt. verður “Oyðibløðini” broytt til: “Oyðubløðini”.
23. Í § 57 verður “Vinnukærunevndina” broytt til: “Føroya Kærustovn”.
24. § 58, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Um ikki hægri revsing er uppiborin eftir aðrari lóggávu, verður við sekt revsaður tann, sum brýtur ásetingarnar í §§ 2 og 3, § 4, stk. 1-4, § 4 a, § 5, § 5 a, § 6, § 7, stk. 1, § 8, stk. 1-3, §§ 9-11, § 12, stk. 1 og 2, § 21, stk. 1-3, §§ 22-24, § 25, stk. 1, § 27, § 28, stk. 1 og 2, § 30, stk. 1, § 31, stk. 1-3, § 32, stk. 1-3, §§ 34, 37, 38, 40, 42 og 44, § 45, stk. 1-3, og §§ 46 og 47.”
§ 2
Stk. 1. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, sbr. tó stk. 2.
Stk. 2. Tó kemur § 4 a, stk. 2, sum ásett í § 1, nr. 3, í gildi 1. januar 2024.
Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 18. august 2023
Høgni Hoydal (sign.)
landsstýrismaður
/ Herálvur Joensen (sign.)