Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
26. november 1987Nr. 97
Kunngerð um dugnaskaparroynd í sigling
Við heimild í § 7 í løgtingslóg nr. 65 frá 5. juni 1984 um sjómansútbúgving við seinni broytingum hevur landsstýrið fyrisett:
§ 1. Dugnaskaparroynd í sigling fer fram á teimum í lógini fyriskipaðu støðum eftir góðkenning frá Landsskúlafyrisitingini.
§ 2. Ein og hvør, sum hevur lokið skylduga skúlagongd, kann verða upptikin á dugnaskaparskeið í sigling.
2. stk. Umsókn um upptøku verður send Landsskúlafyrisitingini ella viðkomandi skúla, sum hevur fingið loyvi at hava dugnaskaparskeið í sigling.
§ 3. Frálærutíðin er 20 vikur á 8 tímar og fevnir um hesar lærugreinir:
Siglingarfrøði og siglingartól
Rokning og støddfrøði
Sjóreglur og samskifti
Sjómansskapur.
§ 4. Til dugnaskaparroynd í sigling verða 5 próvtøl givin:
Siglingarfrøði og siglingatól, 2 próvtøl, harav 1 í skrivligum.
Rokning og støddfrøði, 1 próvtal í skrivligum.
Sjóreglur og samskifti, 1 próvtal.
Sjómansskapur, 1 próvtal.
§ 5. Landsskúlafyrisitingin verður heimilað at áseta nærri reglur um, hvussu undirvísingin skal fara fram, lærukrøv og próvtøkureglur.
§ 6. Tann, sum eftir hesi kunngerð hevur staðið dugnaskaparroynd í sigling, fær av Landsskúlafyrisitingini útflýggjað prógv.
§ 7. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir at hon er kunngjørd, og samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 58 frá 30. oktober 1972.