Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
29. oktober 2010Nr. 97
Kunngerð um tilskotsnevnd
Við heimild í § 12, stk. 3 í løgtingslóg nr. 178 frá 22. desember 2009 um almenna heilsutrygd verður ásett:
Virkið nevndarinnar
§ 1. Landsstýrismaðurin velur eina tilskotsnevnd, sum tekur avgerðir sambært §§ 13–22 í lógini.
Stk. 2. Tilskotsnevndin verður vald fyri 4 ár í senn og er mannað við einum løgfrøðingi, sum er formaður, einum lækna og einum farmaceuti.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin velur ein varalim fyri hvønn nevndarlim.
§ 2. Tilskotsnevndin kann útvega sær allar viðkomandi upplýsingar frá øðrum myndugleikum, bæði í Føroyum og uttanlands, sum eru neyðugar fyri nevndarinnar virksemi.
§ 3. Formaðurin umboðar nevndina úteftir, og nevndarlimirnir skulu í felag tryggja, at lóggávan verður fylgd í sambandi við nevndarinnar virksemi.
Fundir
§ 4. Fundir vera hildnir eftir tørvi. Læknin og farmaceuturin møtast vanliga aðru hvørja viku. Samlaða nevndin hevur fund í minsta lagi tríggjar ferðir um árið.
§ 5. Tilskotsnevndin er viðtøkufør, tá tveir nevndarlimir eru til staðar.
Stk. 2 Er meirilutin í tilskotsnevndini ikki samdur um, hvussu málini skulu avgreiðast, verður ongin avgerð tikin, og málini útsett til næsta fund.
§ 6. Formaðurin kann áseta eina freist fyri, nær eitt mál skal verða avgreitt.
§ 7. Fundirnir eru ikki almennir. Partar í einum máli hava heldur ikki rætt til at verða hjástaddir.
§ 8. Tilskotsnevndin skal áseta og upplýsa um, hvar umsóknir sambært kapittul 3 í Heilsutrygdarlógini skulu sendast.
Avgerðir
§ 9. Allar avgerðir, tiknar av Tilskotsnevndini, verða skrivliga fráboðaðar læknanum og apoteksverkinum.
§ 10. Tilskotsnevndin kann skipa heilivág, ið ikki fær vanligt tilskot, í tilskotsbólkar, ásettir til ávísar sjúkur. Hevur ein persónur eina av hesum diagnosunum, verður einstaklingatilskot veitt persóninum, tá læknin á forskriftina skrivar diagnosuna.
§ 11. Tilskotsnevndin er sjálvstøðug og er ikki bundin av boðum frá øðrum í arbeiði sínum.
Kærur
§ 12. Avgerðir hjá Tilskotsnevndini kunnu kærast til kærunevndina í almanna- og heilsumálum innan 4 vikur eftir, at kærarin hevur fingið boð um avgerðina.
Stk. 2. Um nýggjar og týðandi upplýsingar koma fram í einum máli, ið er avgreitt, kann formaðurin velja at taka málið upp til nýggja viðgerð.
Gildiskoma
§ 13. Henda kunngerð kemur í gildi 1. november 2010.
Heilsumálaráðið, 29. oktober 2010
Aksel Johannesen (sign.)
landsstýrismaður
/ Poul Geert Hansen (sign.)