Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
3. november 2026Nr. 98
Kunngerð um serreglur á almannaøkinum fyri burturriknar ukrainar
Við heimild í § 11 í løgtingslóg nr. 52 frá 1. juni 2026 um bráðfeingis bústaðir og serreglur á almannaøkinum fyri burturriknar ukrainar verður ásett:
Virkisøki
§ 1. Henda kunngerð er galdandi fyri burturriknar ukrainar við fyribils uppihaldsloyvi sambært anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om midlertidig opholdstilladelse til personer, der er fordrevet fra Ukraine.
Barnagjald og serligt barnaískoyti
§ 2. Treytin um danskan heimarætt sambært § 3, stk. 2, nr. 1 í løgtingslóg um barnagjald til einsamallar uppihaldarar o.fl. er ikki galdandi fyri burturriknar ukrainar.
Arbeiðsfremjandi tiltøk
§ 3. Almannaverkið kann, hóast ásetingina í § 2, stk. 2 í løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk, bjóða burturriknum ukrainum virknisvenjing, stuðul til arbeiðsbúgving og leiðbeinara eftir reglunum í kapitlum 3, 4 og 8 í løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk.
Stk. 2. Stuðul til arbeiðsbúgving sambært stk. 1 kann bara fevna um tær fyriskipanir, ið eru nevndar í § 9, stk. 1, nr. 3, 5 og 6 í løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk.
Fyribils uppihaldsveiting
§ 4. Burturriknir ukrainar fáa fyribils uppihaldsveiting sum einsamallir, hóast teir eru sambúgvandi sambært § 12, stk. 5 í almannalógini, um teir ikki búgva saman við familju ella samlivara.
§ 5. Undirvísing í føroyskum sambært løgtingslóg um føroyskt sum annaðmál verður mett sum styttri arbeiðsrættað skeið sambært § 5, stk. 1, nr. 2 í løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk og gevur rætt til uppihaldsveiting sambært §§ 11 og 12 í almannalógini og § 4 í hesi kunngerð.
§ 6. Burturriknir ukrainar fáa fyribils uppihaldsveiting sambært §§ 11 og 12 í almannalógini og § 4 í hesi kunngerð, hóast teir eru undir fyriskipan sambært kapitli 4 í løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk.
Gildiskoma
§ 7. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Almanna- og bústaðamálaráðið, 3. november 2026
Margit Stórá (sign.)
landsstýriskvinna
/ Eyðun Mohr Hansen (sign.)