6. juli 1990Nr. 98
Kunngerð um hundaspjøldur
Við heimild í § 1, stk. 2 og § 12, stk. 3 í løgtingslóg nr. 82 frá 19. juni 1990 um hundar hevur landsstýrið fyrisett:
§ 1. Tann, sum hevur hund, skal ansa eftir, at hundurin hevur helsi og spjaldur frá tí, hann er 4 mánaðir gamal.
§ 2. Spjaldrið skal vera gjørt burturúr rustdyggum metali ella øðrum tilfari við somu styrki og haldgóðsku. Spjaldrið skal vera væl fest í helsið.
Stk. 2. Navn og bústaður ánarans skulu vera tilskilað við lætt lesiligum bókstavum, sum skulu vera í minsta lagi 2 mm høgir. Bókstavirnir skulu vera ímerktir, ristir ella gjørdir á annan líka haldgóðan hátt.
§ 3. Brot á §§ 1 og 2 verða sektað við bót.
§ 4. Henda kunngerð fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.