Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
7. september 2023Nr. 98
Kunngerð um broyting í ymsum kunngerðum við heimild í løgtingslóg um barsilsskipan (Barsilslógin)
(Váttan um sammóðirskap)
§ 1
Í kunngerð nr. 90 frá 31. mai 2001 um barsilspening til sjálvstøðugt vinnurekandi, sum broytt við kunngerð nr. 22 frá 16. mars 2018, verður § 4, stk. 3, nr. 8, orðað soleiðis:
“8. Váttan frá mammuni um annaðhvørt faðirskap ella sammóðirskap, um tað er faðirin ella sammóðirin, sum søkir um barsilspening.”
§ 2
Í kunngerð nr. 91 frá 31. mai 2001 um umsiting av Barsilsskipan, sum broytt við kunngerð nr. 119 frá 5. desember 2016 og kunngerð nr. 19 frá 16. mars 2018, verður § 3, stk. 3, nr. 8, orðað soleiðis:
“8. Váttan frá mammuni um annaðhvørt faðirskap ella sammóðirskap, um tað er faðirin ella sammóðirin, sum søkir um barsilspening.”
§ 3
Í kunngerð nr. 6 frá 23. januar 2003 um sjálvbodna trygging av barsilspeningi til løntakarar, sum broytt við kunngerð nr. 21 frá 16. mars 2018, verður § 4, stk. 3, nr. 7, orðað soleiðis:
“7) Váttan frá mammuni um annaðhvørt faðirskap ella sammóðirskap, um tað er faðirin ella sammóðirin, sum søkir um barsilspening.”
§ 4
Í kunngerð nr. 96 frá 24. september 2012 um sjálvbodna trygging av barsilspeningi til løntakarar, ið sigla við skipum, skrásett í Føroya Altjóða Skipaskrá, sum broytt við kunngerð nr. 20 frá 16. mars 2018, verður § 4, stk. 3, nr. 7, orðað soleiðis:
“7) Váttan frá mammuni um annaðhvørt faðirskap ella sammóðirskap, um tað er faðirin ella sammóðirin, sum søkir um barsilspening.”
§ 5
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. januar 2022.
Umhvørvismálaráðið, 7. september 2023
Ingilín D. Strøm (sign.)
landsstýriskvinna
/ Pól E. Egholm (sign.)