Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
7. oktober 2014Nr. 98
Kunngerð um skyldu at hava hund í bandi, sum broytt við kunngerð nr. 95 frá 13. juni 2017
Við heimild í § 3, stk. 5 og § 12, stk. 3 í løgtingslóg nr. 82 frá 19. juni 1990 um hundar verður ásett:
§ 1. Hundar skulu á gøtu, vegi, breyt ella øki o.tíl., sum eru opin fyri vanligari ferðslu, havast í bandi. Bandið skal vera so stutt, at leiðarin hevur hundin tætt inni at sær.
§ 2. Brot á § 1 verður revsað við bót.
§ 3. 1) Henda kunngerð er galdandi fyri Tórshavnar kommunu, Runavíkar kommunu og Klaksvíkar kommunu.
§ 4. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 81 frá 18. juni 2014 um skyldu at hava hund í bandi í Tórshavnar og Klaksvíkar kommunu.
Vinnumálaráðið, 7. oktober 2014
Johan Dahl (sign.)
landsstýrismaður
/ Bjørgfríð Ludvig (sign.)