Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
14. desember 1987Nr. 98
Kunngerð um uppgerð av skattligu eginnýtsluni
Við heimild í § 31, 3. stk. í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt við seinni broytingum hevur landsstýrið fyrisett:
§ 1. Tann skattliga uppgerðin av eginnýtsluni sambært § 31, 2. stk. verður gjørd óbeinleiðis við støði í inntøku- og ognargongdini í árinum.
2. stk. Skattliga eginnýtslan kann tó verða uppgjørd beinleiðis, um ársroknskapurin hjá tí skattskylduga fevnir um allar inntøkur og útreiðslur og alla ogn og skuld við byrjan og enda inntøkuársins, og um roknskapurin kann verða lagdur til grund fyri skattaálíkningini.
3. stk. Tann í 1. stk. umrødda uppgerð verður gjørd sambært hesari meginreglu:
1. Afturat eginognini við ársbyrjan verður lagt:
a. skattskylduga inntøkan.
b. ognarvøkstur, sum ikki er við í skattskyldugu inntøkuni.
c. upphæddir, sum eru drignar frá, tá ið tann skattskylduga inntøkan verður uppgjørd, men sum ikki hava minkað um ognina, og
d. ikki skattskyldugur ognarvøkstur orsakað av virðisbroytingum av ognini.
2. Frá samlaðu upphæddini undir pkt. 1 verður drigið:
a. ognarminking, sum ikki er drigin frá, tá ið tann skattskylduga inntøkan verður uppgjørd, men sum ikki kann roknast við í eginnýtsluna.
b. skattskyldug inntøka, sum ikki hevur økt um ognina.
c. ognarminking orsakað av virðisbroytingum av ognini, men sum ikki kann dragast frá, tá ið tann skattskylduga inntøkan verður gjørd upp,
d. eginogn við árs enda.
§ 2. Tá ið skattliga eginnýtslan hjá hjúnum, sum eru samskattað við enda inntøkuársins, verður uppgjørd, verður samlaða inntøka teirra fyri alt inntøkuárið og ogn og skuld við ársbyrjan og enda tikin við. Reglan er eisini galdandi fyri persón, sum í beinleiðis sambandi við at hin hjúnafelagin doyr, velur at sita í óskiftum búgvi.
2. stk. Við uppgerðini av skattligu eginnýtsluni hjá persóni, har samskattingin við hjúnafelagan er hildin uppat hjá í inntøkuárinum, antin tí hann er sundurlisin, skildur ella felagsbúgvið verður skift í beinleiðis sambandi við andlátið, verður inntøkan hjá hjúnafelagnum ikki tikin við.
3. stk. Við uppgerðini av skattligu eginnýtsluni, tá endalig álíkning verður gjørd hjá persóni, sum er deyður í inntøkuárinum, samanber § 14 í samtíðarskattalógini, verður inntøkan hjá eftirsitandi hjúnafelaga ikki tikin við.
4. stk. Um bæði tann skattskyldugi og hjúnafelagin í teimum í 2. og 3. stk. nevndu førum hava gjørt avskrivingar og lagt í íløgugrunn, sum umrøtt er í § 33, 2. stk. í samtíðarskattalógini, kann skattliga eginnýtslan hjá hjúnunum verða uppgjørd undir einum, um tey, ávikavist eftirsitandi hjúnafelagin og búgvið, eru samd um henda uppgerðarháttin.
§ 3. Henda kunngerð fær gildi frá og við inntøkuárinum 1987.