Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
17. juni 2021Nr. 98
Kunngerð um upptøku til lestur á Fróðskaparsetri Føroya, sum broytt við kunngerð nr. 106 frá 25. juni 2021
Við heimild í § 3, stk. 4 í løgtingslóg nr. 58 frá 9. juni 2008 um Fróðskaparsetur Føroya, sum broytt við løgtingslóg nr. 51 frá 8. mai 2012, verður ásett:
Upptøkutreytir
§ 1. Upptøkutreyt til bachelorútbúgving er gymnasial miðnámsútbúgving, sbr. tó stk. 4.
Stk. 2. Umframt kravið í stk. 1 skal umsøkjarin lúka serkrøvini til einstøku útbúgvingina. Serkrøvini eru ásett í skjali 1.
Stk. 3. Í serligum føri kann víkjast frá krøvunum í stk. 1 og 2, um umsøkjarin á annan hátt hevur ognað sær vitan og lestrarførleika, ið kann javnsetast við gymnasiala miðnámsútbúgving.
Stk. 4. Í serkrøvunum sbrt. skjali 1, kann verða ásett, at aðrar útbúgvingar enn gymnasial miðnámsútbúgving kunnu geva atgongd til ávísu útbúgvingina.
§ 2. Upptøkutreyt til masterútbúgving er viðkomandi bachelorútbúgving.
Stk. 2. Umframt kravið í stk. 1 skal umsøkjarin lúka serkrøvini til einstøku útbúgvingina.
Stk. 3. Í serligum føri kann víkjast frá tí í stk. 1 og 2 nevnda kravi, um umsøkjarin á annan hátt hevur ognað sær vitan og lestrarførleika, ið kann javnsetast við viðkomandi bachelorútbúgving.
§ 3. Upptøkutreytir til aðrar enn tær í §§ 1 og 2 nevndu útbúgvingar eru ásettar í námsskipanini til einstøku útbúgvingina.
Stk. 2. 1) Útbúgvingar sbrt. stk. 1 eru fevndar av reglunum í §§ 4-14 í hesi kunngerð.
§ 4. Umsøkjari skal skjalprógva, at viðkomandi kann fylgja við á undirvísingarmálinum, sum í útgangsstøði er føroyskt. Undirvísingarmál umfatar í hesum høpi bæði sjálva undirvísingina og tilfarið, ið verður nýtt til undirvísingina.
Stk. 2. Umsøkjari, ið ikki kann skjalprógva neyðuga førleikan í undirvísingarmálinum, kann verða biðin um at møta til samrøðu ella málroynd.
Upptøka
§ 5. 1) Fróðskaparsetur Føroya ger umsóknarblað. Umsóknarblað skal latast Fróðskaparsetri Føroya saman við skjalprógvum fyri upptøkugrundarlagnum umframt øðrum viðkomandi skjølum.
Stk. 2. Umsøkjari kann søkja um upptøku til í mesta lagi tríggjar bachelorútbúgvingar, sum verða raðfestar á umsóknarblaðnum.
§ 6. 1) Rektarin setir eina ráðgevandi upptøkunevnd at viðgera innkomnar umsóknir og at lata rektaranum tilmæli um upptøku av umsøkjarum.
Stk. 2. Rektarin orðar mannagongd fyri arbeiðið hjá upptøkunevndini, undir hesum, hvussu farast skal fram, tá mett verður um javnvirðismeting o.a.
Stk. 3. Hevur umsøkjari útlendskt miðnámsprógv ella bachelorprógv, verður mett um upptøkugrundarlagið í hvørjum einstøkum føri.
Stk. 4. Útlendskt miðnámsprógv sbrt. stk. 3 er miðnámsprógv úr landi uttan fyri Norðurlond.
Freistir og bíðilisti
§ 7. 1) Fróðskaparsetur Føroya kunnger, nær umsóknarfreistir eru. Umsóknarfreistin er í seinasta lagi seks vikur fyri lestrarbyrjan.
Stk. 2. Umsøkjari skal hava svar upp á umsókn í seinasta lagi ein mánað fyri lestrarbyrjan. Umsøkjari, ið verður upptikin, skal innan freist vátta, at hann tekur av tilboðnum.
Stk. 3. Um neyðugt, ger Fróðskaparsetur Føroya samstundis við vanligu upptøkuna ein bíðilista, ið er galdandi fyri verandi lestrarár. Bíðilistin er grundaður á sama førleikametingarstøði sum við upptøku.
Stk. 4. Um so er, at ein umsøkjari ikki tekur av tilboði um upptøku, áðrenn freistin er farin, fellur rætturin til upptøkuplássið burtur.
Stk. 5. Fróðskaparsetur Føroya kann víkja frá ásetingunum í stk. 1-4, tá talan er um stakgreinalestur.
§ 8. 1) Til útbúgvingar, ið verða bjóðaðar út á enskum máli, kann Fróðskaparsetur Føroya tilskila ávíst tal á lestrarplássum til skikkaðar umsøkjarar, sum hava tørv á uppihaldsloyvi til tess at lesa á Fróðskaparsetri Føroya.
Tøk lestrarpláss
§ 9. 1) Eru tøk lestrarpláss, tá freistin at taka av tilboði um lestrarpláss er farin, kunnu hesi verða boðin út av nýggjum.
Stk. 2. Fróðskaparsetur Føroya kunnar um tøku lestrarplássini og setir umsóknarfreistir og svarfreistir.
Stk. 3. Upptøkukrøvini til tøk lestrarpláss eru tey somu sum til vanligu upptøkuna sbrt. §§ 1-3.
Innskriving
§ 10. 1) Umsøkjari, ið tekur av tilboði um lestrarpláss, verður innskrivaður sum lesandi til útbúgving sum fulltíðarlesandi, parttíðarlesandi, stakgreinalesandi ella gestalesandi.
Stk. 2. Innskrivingin er samstundis eisini innskriving til allar próvtøkur, ið eru partur av útbúgvingini.
Stk. 3. Lesandi kunnu einans verða innskrivað til eina útbúgving á Fróðskaparsetri Føroya í senn.
Stk. 4. Fróðskaparsetur Føroya kann gera undantak frá stk. 3, tá talan er um tvífakligan ella tvørfakligan lestur, tá talan er um ískoytisskeið, ella tá serstøk viðurskifti eru galdandi.
Útskriving og endurinnskriving
§ 11. 1) Fróðskaparsetur Føroya kann útskriva lesandi sum:
1) hevur staðið endaligt prógv,
2) hevur nýtt øll próvtøkuhøvini, og tí ikki kann standa útbúgvingina,
3) sjálvur ynskir at verða útskrivaður, ella
4) ikki lýkur treytirnar um lestrarvirkni.
Stk. 2. Lesandi, ið hevur staðið tann partin av lestrinum, sum svarar til minst fyrsta lestrarár, kann søkja um at verða endurinnskrivaður til útbúgvingina. Fróðskaparsetur Føroya kann áseta evsta mark fyri endurinnskriving.
Stk. 3. Lesandi, ið er útskrivaður sbrt. stk. 1, og sum lýkur kravið í stk. 2, kann endurinnskrivast, um Fróðskaparsetur Føroya metir, at útlit eru fyri, at tann lesandi kann fullføra lesturin.
Stk. 4. Lesandi, ið verður endurinnskrivaður, kann ikki fara til próvtøku í skeiðum, ið viðkomandi longu hevur staðið, uttan so, at skeiðini eru fyrnað. Tann lesandi fær eitt fjórða og seinasta próvtøkuhøvi til skeið, har viðkomandi longu hevur nýtt trý próvtøkuhøvi.
Stk. 5. Lesandi kann ikki verða endurinnskrivaður til útbúgving, ið ikki longur verður boðin út á Fróðskaparsetri Føroya.
§ 12. 1) Fróðskaparsetur Føroya kann útskriva lesandi, ið ikki hevur staðið eina próvtøku seinastu 12 mánaðirnar.
Stk. 2. Fróðskaparsetur Føroya kann gera undantak frá stk. 1, tá serstøk viðurskifti gera seg galdandi.
Farloyvi
§ 13. 1) Lesandi kann fáa farloyvi frá lestrinum sbrt. innanhýsis reglugerð, ið Fróðskaparsetur Føroyar orðar.
Stk. 2. Í farloyvistíðarskeiðinum hevur tann lesandi ikki krav uppá at fara til próvtøkur, lata inn uppgávur ella fáa vegleiðing í hesum sambandi. Tann lesandi kann heldur ikki vera virkin í lestrarráðum í hesum tíðarskeiði.
Stk. 3. Lesandi, ið er í farloyvi frá einari útbúgving á Fróðskaparsetri Føroya, kann ikki fara undir aðra útbúgving á Fróðskaparsetri Føroya í farloyvistíðarskeiðnum.
Kæra
§ 14. 1) Avgerðir, tiknar sbrt. reglunum í hesi kunngerð, kunnu kærast til landsstýrismannin. Freistin er fýra vikur eftir, at avgerðin er fráboðað.
Stk. 2. Kæra verður skrivliga send Fróðskaparsetri Føroya, ið sendir kæruna víðari til landsstýrismannin saman við sínum ummæli av málinum. Áðrenn málið verður sent landsstýrismanninum, skal Fróðskaparsetur Føroya geva kæraranum høvi til, innan sjey dagar, at gera viðmerkingar til ummælið. Møguligar viðmerkingar hjá kæraranum skulu sendast landsstýrismanninum.
Gildiskoma
§ 15. 1) Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og er galdandi fyri upptøkuna til fyrru lestrarhálvu 2022 og seinni.
Uttanríkis- og mentamálaráðið, 17. juni 2021
Jenis av Rana (sign.)
landsstýrismaður
/ Poul Geert Hansen (sign.)
Skjal 1
Serkrøv um upptøku
Umframt vanliga upptøkukravið hava niðanfyri nevndu útbúgvingar ávís serkrøv, ið umsøkjarin skal lúka.
Miðaltal í lærugreinunum verður roknað sum ársmet og próvtøkuúrslit býtt við so nógvum próvmetum, sum eru, t.d. eru tvey ársmet fyri munnligt og skrivligt og próvtøka hevur verið í báðum, so verða øll fýra próvmetini tald saman og síðani býtt (dividerað) við fýra.
Útbúgving: |
Serkrav: |
Bachelor í føroyskum - mál og bókmentir |
Føroyskt A.
Miðaltalið í nevndu lærugreinini skal vera í minsta lagi 5,8 eftir 7-talsstiganum.
|
Bachelor í búskaparfrøði |
Støddfrøði B
|
Bachelor í lívfrøði |
Alisfrøði B. Støddfrøði B. Evnafrøði B.
Miðaltalið í hvørjari av nevndu lærugreinunum skal vera í minsta lagi 4 eftir 7-talsstiganum.
|
Bachelor í KT-verkfrøði |
Støddfrøði B.
Miðaltalið í nevndu lærugrein skal vera í minsta lagi 4 eftir 7-talsstiganum.
|
Bachelor í løgfrøði |
Upptøkuroynd.
|
Bachelor í mýlalívsvísindum |
Alisfrøði B. Støddfrøði B. Evnafrøði B.
Miðaltalið í hvørjari av nevndu lærugreinunum skal vera í minsta lagi 4 eftir 7-talsstiganum ella 7 eftir 13-talsstiganum.
|
Bachelor í verkfrøði |
Støddfrøði A. Alisfrøði B. Evnafrøði C.
Miðaltalið í støddfrøði skal vera minst 6 eftir 7-talsstiganum ella maskinmeistaraprógv við í minsta lagi miðaltalinum 7 eftir 7-talsstiganum.
|
Bachelor í listaligum arbeiði |
Listaligan profil. Egið avrik - ritlist ella tónlist - fimm síður av skrivligum avriki ella 5 minuttir av tónleikaverki.
|
Bachelor sum fólkaskúlalærari |
Føroyskt A. Støddfrøði C.
|
Bachelor í sjúkrarøktarfrøði |
Føroyskt A. Enskt C. Danskt - fráfaringarroynd fólkaskúlans.
|
Hjánám í støddfrøði |
Støddfrøði A.
|
Hjánám í føroyskum |
Føroyskt A.
Miðaltalið í nevndu lærugreinini skal vera í minsta lagi 5,8 eftir 7-talsstiganum. Skal hava staðið ella vera innskrivaður til eina høvuðsgrein.
|
Master í føroyskum |
Bachelorprógv í føroyskum.
|