Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
18. november 2008Nr. 98
Kunngerð um gjøld til Skráseting Føroya fyri vinnurekandi virki
Við heimild í §16, stk. 5 í fyriskipan nr. 1114 frá frá 20. september 2007 um ígildissetan fyri Føroyar av lóg um ávís vinnurekandi virki, hevur landsstýrið fyrisett:
Gjøld fyri fráboðan
§ 1. Fyri fráboðan av nýggjum vinnurekandi virkjum verða goldnar 800 kr.
§ 2. Fyri fráboðan av einari ella fleiri broytingum viðvíkjandi viðurskiftum, ið longu eru skrásett, verða goldnar 300 kr. fyri hvørja fráboðan sær.
Stk. 2. Viðvíkur broytingarfráboðanin uppafturtøku av rakstrinum hjá einum vinnurekandi virki, verða goldnar 5.000 kr. fyri hvørja fráboðan sær í teimum førum, har Skráseting Føroya hevur heitt á skiftirættin um at avtaka felagið, sambært § 21 í fyriskipan nr. 1114 frá frá 20. september 2007 um ígildissetan fyri Føroyar av lóg um ávís vinnurekandi virki.
§ 3. Ásetingarnar í § 1 og § 2 eru somuleiðis galdandi fyri deildir í útlendskum virkjum við avmarkaðari ábyrgd.
§ 4. Gjaldið sambært §§ 1 – 3 skal gjaldast saman við fráboðanini.
Fráboðanin verður ikki viðgjørd, fyrr enn gjaldið er goldið.
Ígildissetanarreglur
§ 5. Henda kunngerð fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Vinnumálaráðið, 18. november 2008
Johan Dahl (sign.)
landsstýrismaður
/ Arne Poulsen (sign)