Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
19. september 2024Nr. 98
Kunngerð um broyting í kunngerð um trygdarskeið fyri manning á fiskiskipum
(Longd á skeiði, undirvísingarførleikar og skeiðsgjald fyri næmingar í fólkaskúla og tey, sum eru undir 18 ár og undir útbúgving fulla tíð)
§ 1
Í kunngerð nr. 73 frá 28. juni 2016 um trygdarskeið fyri manning á fiskiskipum verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 6 verður orðað soleiðis:
“§ 6. Longdin á trygdarskeiðinum verður ásett í mun til útbúgvingarkrøvini í § 2 og málið fyri trygdarskeiðið í § 3 og § 4, stk. 2-4.
Stk. 2. Trygdarskeiðið skal í minsta lagi verða 30 klokkutímar.”
2. § 9, stk. 2 verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. Fyri at verða settur í fast starv, skal lærari hava lokið í minsta lagi námsfrøðiligt innleiðsluskeið ella tilsvarandi skeið.”
3. Í § 11 verður sum stk. 2 sett:
“Stk. 2. Fyri lógarkravt trygdarskeið fyri manning á fiskiskipum kann gjaldið fyri næmingar í fólkaskúla og tey, sum eru undir 18 ár og undir útbúgving fulla tíð í mesta lagi vera hálvt skeiðsgjald.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Barna- og útbúgvingarmálaráðið, 19. september 2024
Djóni Nolsøe Joensen (sign.)
landsstýrismaður
/ Poul Geert Hansen (sign.)