Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
23. juni 2017Nr. 98
Kunngerð frá Sjóvinnustýrinum um byggikrøv og útgerðarkrøv o.a. 1) 2) 3)
(Fráboðan B – 1. juli 2017)
Við heimild í § 2, stk. 2, §§ 7-11 og 14, § 15, stk. 2, § 18, stk. 2 og 3 og § 49, stk. 2 í løgtingslóg nr. 165 frá 21. desember 2001 um trygd á sjónum, sum broytt við løgtingslóg nr. 71 frá 30. mai 2011, løgtingslóg nr. 61 frá 17. mai 2013 og løgtingslóg nr. 122 frá 15. desember 2014, verður ásett:
§ 1. Uttan so, at annað er ásett í einstøku kapitlunum í skjali 2, er henda kunngerð galdandi fyri:
1) Ferðamannaskip í altjóða sigling, uttan mun til stødd.
2) Handilsskip, 15 metrar og longri, ella við einum dimensiónstali uppá 100 ella meira uttan mun til, um skipið er í innanoyggja sigling ella í altjóða sigling, sí tó stk. 2.
3) Stuttleikafør, 24 metrar og longri.
Stk. 2. Handilsskip, 15 metrar og longri, ella við einum dimensiónstali uppá 100 ella meira, tó styttri enn 24 metrar, sum sigla innanfyri 100 sjómíl úr landi, kunnu ístaðin fyri hetta regluverkið koma undir ásetingarnar í kunngerð frá Sjóvinnustýrinum um byggikrøv og útgerð o.a. til smærri vinnufør (Fráboðan F).
§ 2. Byggikrøvini og útgerðarkrøvini til tey í § 1 nevndu skip eru nærri útgreinaði í skjali 2 til hesa kunngerð.
§ 3. Reiðarin skal syrgja fyri, at manningin hevur kunnleika til ásetingar í hesi kunngerð, sum hava týdning fyri arbeiðið hjá viðkomandi umborð á skipinum.
§ 4. Brot á ásetingarnar í skjali 2 verða revsað við sekt ella fongsul í upp til 2 ár.
Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar verða revsaðir sbrt. reglunum í kapittul 5 í revsilógini.
§ 5. Henda kunngerð kemur í gildi tann 1. juli 2017, sbr. tó stk. 2 og 3.
Stk. 2. Byggikrøvini endurgivin í skjali 2, ískoyti 1, koma í gildi tann 1. september 2017.
Stk. 3. Uttan so, at annað er ásett í hesi kunngerð, eru byggikrøvini sbrt. higartil galdandi reglum framvegis galdandi fyri verandi skip.
Stk. 4. Loyvisbrøv við tilhoyrandi samsvarsskjali, brot 1 og brot 2, útflýggjað áðrenn tann 1. januar 2017 við atliti til at lúka ásetingarnar í kapittul XV, reglu 5, varðveita gildi, inntil freistin fyri at fáa framt endurnýggjanarsýn er gingin út.
Sjóvinnustýrið, 23. juni 2017.
Hans Johannes á Brúgv (sign.)
/ Gunnvá S. á Lofti (sign.)
1) Fylgiskjølini eru ikki løgd út á logir.fo, men eru at finna í Kunngerðablaðnum, sí vinstra bredda á logir.fo, og á Regluportalinum hjá Sjóvinnustýrinum. Broytingarásetingar í Fráboðanum frá Sjóvinnustýrinum, sum verða kunngjørdar í kunngerðablaðnum verða ikki samanskrivaðar við upprunaásetingarnar her í logir.fo.
2) Broytt við kunngerð nr. 98 frá 6. juli 2018, har § 2 ljóðar soleiðis: “Stk. 1. Henda kunngerð kemur í gildi 15. juli 2018. Stk. 2. Siglingarloyvi útgivin sambært kap. 1, regel 12, a (ii) eru framvegis galdandi til 1. oktober 2018. Stk. 3. Samstundis verður kunngerð nr. 36 frá 26. apríl 2016 frá Sjóvinnustýrinum um byggi- og út-gerðarkrøv o.a. (Fráboðan B) sett úr gildi.”
3) Broytt við kunngerð nr. 77 frá 24. mai 2019, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda kunngerð kemur í gildi 1. juni 2019.”