Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
2. juli 2019Nr. 99
Kunngerð um próvtøkur, próvtalsstiga og kærur í sambandi við próvtøkur á prelimineru orgulleikaraútbúgvingini
Við heimild í § 2, stk. 6 í løgtingslóg nr. 83 frá 29. mai 2017 um musikkskúlaskipan (Musikkskúlalógin) verður ásett:
Virkisøki
§ 1. Próvtøkur og royndir skulu skjalprógva í hvønn mun próvtakarin hevur rokkið teimum málum og lýkur tey krøv, sum ásett eru í § 1 í kunngerðini um orgulleikaraútbúgving.
Stk. 2. Kunngerðin er galdandi fyri tær próvtøkur og royndir, sum skulu við á prógv ella skjalváttan.
At leggja til rættis
§ 2. Kommunali musikkskúlaleiðarin hevur mótvegis musikkskúlastjóranum ábyrgd av, at allar próvtøkur fara fram sambært ásetingunum í hesi kunngerð og sambært innanhýsis mannagongdum.
§ 3. Kommunali musikkskúlaleiðarin ásetur dag og tíðarkarmar fyri próvtøkurnar. Próvtøkurnar verða hildnar í mai og juni mánaði.
Stk. 2. Sjúkrapróvtøkuskeiðið er í august og september mánaði.
§ 4. Kommunali musikkskúlaleiðarin hevur ábyrgd av, at próvtakarar verða kunnaðir um tey mál og tey krøv, sum hava týdning í sambandi við próvtøkurnar.
Stk. 2. Kommunali musikkskúlaleiðarin skal í góðari tíð undan próvtøkuni, og ongantíð minni enn 14 dagar undan próvtøkuni, kunna próvtakarar um próvtøkudagar og próvtøkutíðir.
Próvtøka
§ 5. Næmingur, sum hevur fylgt undirvísingini avvarðandi skúlaár, er innskrivaður til próvtøku og kann fara til próvtøku beint eftir, at undirvísingin í lærugreinini er lokin.
§ 6. Sjálvlesandi kann innskriva seg til próvtøku í seinasta lagi 15. mars.
§ 7. Próvtakari, sum ikki fær møtt til próvtøku vegna skjalprógvaða sjúku, ella er forðaður at luttaka av aðrari orsøk, sum próvtakarin ikki hevur ræði á, skal hava møguleika at fara til próvtøku sbrt. § 3. stk. 2 ella skjótast gjørligt. Sjúka skal vera skjalprógvað í seinasta lagi tann dagin, próvtøkan skal fara fram.
§ 8. Næmingur kann í mesta lagi fara til somu próvtøku á sama stigi tvær ferðir, tó ikki í sama próvtøkuskeiði.
Próvtøkuhald
§ 9. Tá ið próvtal verður ásett í sambandi við próvtøku í høvuðslærugrein er uttanhýsis próvdómari, umboð fyri kommunalu musikkskúlaleiðsluna, samskiparin fyri orgulleikaraútbúgvingina og faklærari til staðar.
§ 10. Próvtøkuumstøðurnar verða skipaðar soleiðis, at tað er ómøguligt hjá próvtakara at samskifta á óætlaðan hátt.
Stk. 2. Próvtakarin kann nýta hjálparmiðlar og telduútgerð til próvtøkuna. Reglurnar í námsætlanunum fyri lærugreinarnar og umstøðurnar annars kunnu tó avmarka nýtsluna.
§ 11. Kommunali musikkskúlaleiðarin skal við góðkenning musikkskúlastjórans bjóða próvtakara við niðursettum sálarligum ella likamligum virkisføri ella við øðrum serligum trupulleikum serligar próvtøkuumstøður, sum javnseta hann við aðrar próvtakarar.
§ 12. Eitt próvtøkusvar skal vera próvtakarans egna sjálvstøðuga svar, um ikki annað er ásett. Kommunali musikkskúlaleiðarin vísir próvtakara burtur frá avvarðandi próvtøku, um próvtakarin útvegar sær sjálvum ella veitir øðrum ólógliga hjálp, ella nýtir hjálparmiðlar, sum ikki eru loyvdir.
§ 13. Próvtøkurnar fara fram á føroyskum. Próvtøkurnar kunnu í ávísum førum fara fram á øðrum máli.
Próvdómarar og próvhoyrarar
§ 14. Kommunali musikkskúlaleiðarin setir próvtøkunevndina. Limir í próvtøkunevndini eru:
1) ein uttanhýsis próvdómari,
2) eitt umboð fyri kommunalu musikkskúlaleiðsluna,
3) samskiparin fyri orgulleikaraútbúgvingina, og
4) faklærari.
Stk. 2. Próvtøkunevndin metir um og tekur avgerð um próvtøkutalið.
Stk. 3. Semjast limirnir í próvtøkunevndini ikki um próvtal, verður miðaltalið á próvtølunum hjá limunum í nevndini ásett sum hækkað ella lækkað til tað tal í próvtalsstiganum, ið er næst við.
Stk. 4. Liggur miðaltalið mitt í millum tvey próvtøl í stiganum, verður talið hækkað.
Stk. 5. Næmingurin skal hava staðið høvuðslærugeinina og allar kravdu hjálærugreinar fyri at standa orgulleikaraútbúgvingina.
§ 15. Próvtøkunevndin skal
1) ansa eftir, at próvtøkan er í samsvari við málini og krøvini í teimum avvarðandi lærugreinunum,
2) hjálpa til og ansa eftir, at próvtøkan fer fram sambært galdandi reglum, og
3) hjálpa til og ansa eftir, at próvtakarar fáa einsháttaða og rættvísa viðferð, og at avrikið verður dømt álítandi og í samsvari við reglurnar um próvtalsgeving og aðrar galdandi reglur fyri útbúgvingina.
Prógv
§ 16. Kommunali musikkskúlaleiðarin skrivar út prógv og skjalváttanir í navni stovnsins.
Stk. 2. Mentamálaráðið ger próvskjal við atliti at stødd, sniði og innihaldi umframt ásetingar um tær upplýsingar, sum skulu standa í próvnum og fylgiskjølum.
Døming
§ 17. Næmingur, sum til próvtøkur, ársroyndir og líknandi, skal prógva eitt kunnleikastig og førleikastig, verður mettur sambært kunngerð nr. 73 frá 31. mai 2013 um próvtalsstiga og døming, sum broytt við kunngerð nr. 124 frá 13. november 2013.
Kærur um próvtøku
§ 18. Próvtakari kann leggja inn kæru um próvtøku, herundir próvtøl, til musikkskúlastjóran sbrt. § 5, stk. 4 í lógini. Kæran skal vera skrivlig og hava ítøkiliga grundgeving. Er kærarin ikki myndigur, kann foreldramyndugleikin kæra í hansara stað.
Stk. 2. Kæran skal vera musikkskúlastjóranum í hendi í seinasta lagi 4 vikur eftir, at próvtøkuúrslitið er kunngjørt próvtakaranum. Sama freist er galdandi fyri kæru um próvtøkuviðurskifti annars.
Gildiskoma
§ 19. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Mentamálaráðið, 2. juli 2019
Hanna Jensen (sign.)
landsstýrismaður
/ Poul Geert Hansen (sign.)