5. juli 1994Nr. 99
Kunngerð um dugnaskaparútbúgving í motorpassing
Við heimild í § 6 í løgtingslóg nr. 50 frá 28. apríl 1992 um maskinmeistaraútbúgving og aðrar maskin- og eltøkniútbúgvingar hevur landsstýrið fyrisett:
§ 1. Dugnaskaparútbúgving í motorpassing fer fram á maskinskúla ella á øðrum skeiðum eftir góðkenning frá Landsskúlafyrisitingini.
§ 2. Ein og hvør, sum hevur lokið skylduga skúlagongd fólkaskúlans, og hevur fylt 18 ár, kann verða tikin upp til dugnaskaparútbúgving í motorpassing.
§ 3. Frálærutíðin er 160 tímar og fatar um:
1) Maskinlæru
2) Ravmagnslæru
3) Kølitøkni
4) Eldsløkking
5) Tænastukunnleika
§ 4. Til dugnaskaparroynd í motorpassing verða 2 próvtøl givin:
|
Maskinlæra og kølitøkni |
1 próvtal í skrivligum |
|
Maskinlæra, kølitøkni, ravmagnslæra og tænastukunnleiki |
1 próvtal |
§ 5. Henda kunngerð fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 130 frá 14. september 1992 um dugnaskaparútbúgving í motorpassing.