Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
6. september 2023Nr. 99
Kunngerð um broyting í kunngerð um útgjald v.m. av arbeiðsloysisstuðli til arbeiðsleys á fiskavirkjum
(Broytt krøv fyri at vera í fiskavirkisskipanini)
§ 1
Í kunngerð nr. 161 frá 17. desember 2009 um útgjald v.m. av arbeiðsloysisstuðli til arbeiðsleys á fiskavirkjum verða gjørdar hesar broytingar:
1. Heitið á kunngerðini verður orðað soleiðis:
“Kunngerð um reglur fyri fiskavirkisskipanina og útgjald av arbeiðsloysisstuðli til arbeiðsleys á fiskavirkjum”
2. Í innganginum verður “seinast” strikað.
3. § 5, stk. 2 verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. Um tann arbeiðsleysi í fýra vikur á rað ikki hevur havt í minsta lagi 16 arbeiðstímar á tí fiskavirki, viðkomandi hevur tilknýti til, verður viðkomandi ikki roknaður sum arbeiðsleysur á fiskavirkinum longur og fær ongan arbeiðsloysisstuðul eftir hesi kunngerð uttan við at lata inn nýggja umsókn um arbeiðsloysisstuðul sambært § 6, sum í fyrsta lagi fær virknað fýra vikur eftir, at viðkomandi er farin úr fiskavirkisskipanini sambært hesi grein.”
4. Í § 5 verður sum stk. 3 sett:
“Stk. 3. Hjá persóni, sum sambært avtalu við fiskavirkið ikki arbeiðir fulla tíð, verður tímatalið í stk. 2 stytt samsvarandi.”
5. Í § 6, stk. 3, verður aftan á “arbeiðsávísing” sett: “sbr. tó § 5, stk. 2”.
§ 2
Stk. 1. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, hon er kunngjørd.
Stk. 2. Kravið um arbeiðstímar í § 1, nr. 3, byrjar at telja við útgjaldsskeiðinum, sum byrjar 4. september 2023.
Umhvørvismálaráðið, 6. september 2023
Ingilín D. Strøm (sign.)
landsstýriskvinna
/ Pól E. Egholm (sign.)