10. oktober 2012Nr. 99
Kunngerð um broyting í kunngerð um broyting í kunngerð um koyrikort og koyrifrálæru
§ 1
Í kunngerð nr. 93 frá 11. september 2012 um broyting í kunngerð um koyrikort og koyrifrálæru verður § 3, 2. punktum orðað soleiðis:
“Tó kemur nr. 6 ikki í gildi fyrr enn 1. apríl 2013, og nr. 3 og nr. 5 og nr. 3 í fylgiskjali 1 í hesi kunngerð koma í gildi hin 1. august 2013.”
§ 2
Hendan kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Innlendismálaráðið, 10. oktober 2012
Kári P. Højgaard (sign.)
landsstýrismaður
/ Rúni Joensen (sign.)